mánadagur 11. juli 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Gera brenni til hita
pottarnar við góðum huga
Verkhúsið Stíggjur í Saltangará hevur
uppgávuna at framleiða brenni til
hitapottarnar á G!, og taðer ein uppgáva,
ið tey eru glað fyri, og arbeitt verður
í øllum veðrið, tí nógv skal til
Dagfinn Olsen
H
itapottarnirá G! Festivalinum
eru væl umtóktir, og festival
gestirnir hugna sær, og njóta
heitu pottarnar.
Men kanska hava øll ikki hugsað
um, at sera nógv brenni skal til, fyri at
hita pottarnar allar festivaldagarnar.
Nógv skal til
Tað er Verkhúsið Stíggjur í Saltangará,
ið er verkhús fyri fólk við serligum av
bjóðingum, ið tekur sær av at fram
leiða brennið til hitapottarnar. Tað
hava tey nú gjørrt í 3 ár, og nógv skal
til. Og meira skal til í ár, enn undan
farin ár, tí í ár eru fleiri pottar, enn
undanfarin ár.
– Vit hava fylt 16 fóðurposar við
brenni, í mun til 12 posar undanfarin
ár, frættist úr verkhúsinum.
Tað er nógv arbeiði í hesum.
Elska at arbeiða úti
Í verkhúsinum er eitt rúm í kjallaran
um, har til ber at arbeiða, men fyri
tað mesta verður arbeitt úti, og tað
elska fólkini á Stíggi. Tað er 5 mans,
ið arbeiða við at framleiða brenni.
Brennið verður framleitt úr plattum.
– Teir taka sundur, taka seymir úr
og saga. Stikksag verður nýtt. Onkur
dugur væl at saga, men ikki so væl at
taka sundur, Onkur annar dugur ikki
so væl at saga, men er óførur at taka
sundur við eittnú kúbeini, Ein kann
siga, at uppgávurnar í arbeiðsgongdini
eru spesialuppgávur, har menninir
gera tað, teir duga best, verður sagt
í Verkhúsinum.
Verkhúsið Stíggjur metur, at hetta
er ein sera góð uppgáva at hava
fingið, tí fólkini elska at arbeiða úti.
Arbeitt verður úti í øllum veðri, men er
regn, so ber til at fara í kjallararúmið,
men plássið er avmarkað har. Helst
verður arbeitt úti.
– Vit eru glað fyri uppgávuna, og
fólkini vita, hvat endamálið við hesum
er, so tað er eisini jaligt, verður mett í
Verkhúsinum.
Arbeiði og hugni
Stíggjur hevur havt uppgávuna at
framleiða brenni í 3 ár, og tosað hev
ur verið um, at hetta skal gerast føst
uppgáva.
Tí hevur eisini verið tosað um at
betra umstøðurnar hjá arbeiðsmonnun
um, og talan er um at gera eitt hálvtak,
ið arbeiðast kann undir, tá tað regnar.
– Tað er bæði arbeiði og hugni, tí
vit hava altíð kaffikannuna við okkum
útum, tá vit arbeiða, siga tey í verk-
húsinum.
Mynd: Edith Johannesen