mánadagur 11. juli 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
– Vit hava nú ein pumpubil og eina pumpu á vogni aftrat, sigur stjórin í J+H BETONG, Hoyrikur Joensen
Vilmund Jacobsen
L
eirvíkingurin, Hoyrikur Joensen,
sum eisini rekur lastbilafyritøku,
keypti seg fyri eini tíð síðan inn
í betongblandistøðina, J+H BETONG í
Leirvík, sum Anbjørn Hansen og Eiler
Jacobsen hava átt og rikið í fleiri ár.
Hoyrikur Joensen er nú stjóri í fyri
tøkuni.
J+H BETONG er veitari av betongi
til øll endamál, og sjálvari blandingini
stendur royndi gøtumaðurin, Jákup
Pálsson, fyri.
– Vit eru tíbetur so væl stillaðir nú,
at vit eru tríggir, sum dagliga starvast
í fyritøkuni, ið kunnu blanda. Álitið er
Jákup, men tað er umráðandi, at virk
semið ikki steðgar upp, tá fólk hevur
frí – ella onkrum berst frá.
Til øll endamál
Hoyrikur Joensen sigur, at síðan Jákup
Johannus Dalsá kom í fyritøkuna fyri
umleið hálvum ári síðan, kunnu bæði
hann sum stjóri og Jákup Jóhannus
eisini blanda betong.
– Vit hava ein betongbil, og nú
hava vit eisini útvegað okkum eina
betongpumpu á vogni. Soleiðis kunnu
vit nú pumpa betong við tveimum
bilum, og tað er ein fyrimunur hjá
okkum sum veitara.
Stjórin vísir á, at J+H BETONG er
veitari av betongi til øll endamá - heilt
úr styrkini 15-45, sum teir rópa tað.
– Jákup Pálsson er sum betong
blandari royndur í leikum, og hann
verður neyvan tikin á sínum øki.
Hoyrikur Joensen sigur, at hjá
betongblandistøðini fær keyparin
eftir ynski eina váttan um brotstyrkina
í betonginum – alt eftir, hvat endamál
betongið skal brúkast til.
– Tá styrkin í betonginum skal
testast, verður betong koyrt í ein
syllindara, har tað stendur og tornar
í einar 28 dagar. Styrkin í massiva
klumpinum verður síðan testað í einari
pressu.
Stjórin vísir á, at ein slík váttan ikki
minst hevur týdning fyri byggiarbeiðir,
ið krevja eina serliga styrki, og ein slík
váttan er týdningarmikil fyri eitt nú
fakfólk, ið standa aftan fyri slíkar
byggiverkætlanir.
– Vit kunnu soleiðis levera betong
til øll byggiarbeiði, bæði oman á lendi
og undir vatni.
Óbindandi tilboð
Hoyrikur Joensen sigur, at tað er ikki
minst í nærumhvørvinum í Eystur
kommunu, kring um í Eysturoy, Norð
oyggjum og longri úti um landið, at
J+H BETONG hevur sínar veitingar.
– Okkara betongblandianlegg er
tíðarhóskandi og líkur øll krøv, og vit
eru altíð til reiðar at geva óbindandi
tilboð, sigur stjórin í J+H BETONG í
Leirvík.
Tey, sum kundu hugsað sær at
spurt seg fyri, kunnu ringja á tlf.
222015.
Ein spennandi byggiverkætlan
- Nýggju býráðshúsini hjá Eysturkommunu verða komin langt, tá hetta árið er
farið at halla, sigur formaðurin á byggiplássinum, Hans Karl Jacobsen
J+H BETONG pumpar
nú við tveimum bilum
Vilmund Jacobsen
H
ans Karl Jacobsen hevur starv
ast sum byggifrøðingur hjá
byggifelagnum KBH á Toftum
síðan á sumri fyri tveimum árum síðan.
Nú KBH byggir serstøku býráðshúsini í
Norðragøtu, er Hans Karl formaður á
byggiplássinum.
– Betongarbeiðið varð liðugt fyri
umleið trimum vikum síðan, og sein
astu tíðina hava vit monterað stálkon
struktiónina, sum er berandi grindin í
byggiarbeiðnum.
Arbeiðsformaðurin letur væl at
neyvleikanum í byggiverkætlanini og
sigur, at tað gekk væl at reisa stál
konstruktiónina, hóast hon gongur
um at kalla allan bygningin.
– Nú eru vit í holt við at leggja
stálkasettirnar, sum vit rópa tað.
Hetta eru stálplátur, ið verða lagdar
omaná sum tekja, og sum eru tann
berandi parturin av tekjuni.
Hans Karl Jacobsen sigur, at
stálkasettirnar verða bjálvaðar omaná
við harðari bjálving á 200 mm. Síðan
verður gummidúkur lagdur oman yvir
bjálvingina. Alt verður síðan við long
um skrúvum skrúvað niður í stálka
settirnar.
– Omaná aftur gummidúkin skal
leggjast flag, soleiðis at bygningurin
fær flagtekju.
Brúgv eftir takinum
Arbeiðsformaðurin vísir á, at oman
á tekjuni verður bygd ein “brúgv”,
soleiðis at gangast kann tvørtur um
ánna eftir tekjuni.
– Brúgvin, sum verður 1,40 metrar
breið, verður bygd, soleiðis at fólk ikki
sleppa út á tekjuna av brúnni.
Hans Karl Jacobsen sigur, at um
framt stóra býráðssalin, sum verður
beint yvir ánni við stórum glaspartíi út
yvir vágna og stórum rundum glasrúti í
gólvinum, verða eisini fleiri skrivstovur
innrættaðar í nýggju býráðshúsunum.
Býráðshúsini hjá Eysturkommunu,
sum fara at kosta umleið 20 miljónir
krónur, verða tilsamans 575 fermetrar
stór, og alt verður bygt í einari hædd.
– Jú, eg haldi, at hetta er ein
spennandi byggiverkætlan. Eg skilji
væl tey, sum seta spurnartekin við
hesa verkætlan. Hinvegin kunnu vit
eisni spyrja okkum sjálvi, hvør skal
reisa slíkar varðar, um tað ikki eru land
ella kommunur, sum gera tað.
Hans Karl Jacobsen sigur, at nýggju
býráðshúsini verða komin langt, tá
hetta árið er farið at halla.
– Eg haldi, at hetta er ein spennandi
byggiverkætlan, sigur arbeiðsformaðurin og
byggifrøðingurin hjá KBH, Hans Karl Jacobsen
Stjórin í J+H BETONG, Hoyrikur Joensen og nýggja betongpumpan, sum fyritøkan hevur útvegað sær
Mynd: Vilmund Jacobsen