týsdagur 12. juli 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Nú er langt síðani, at ull var Føroya
gull. Síðstu árini hevur ullin ongan
prís havt, men nú ber aftur til at
sleppa av við ullina fyri pengar. Tað
er hugaligt, hóast ull ongantíð aftur
verður Føroya gull.
Tilfeingisvinnurnar eru grundar-
lagið undir útflutninginum, og botn
fiskurin, uppsjóvarfiskurin og ali
fiskurin fíggja saman við blokkin-um
framvegis størsta partin av innflutn
inginum.
Eitt annað bein, ið vit sum sam
felag standa á, er inntøkurnar av
arbeiði uttanlands. Í prinsippinum er
tað best, um tað er pláss fyri føroy
ingum á heimliga arbeiðsmarknað-
inum. Samstundis er tað ein styrki, at
føroyingar eru so skjótir at saðla um,
tá ið umstøðurnar krevja tað.
Hetta er galdandi fyri at flyta mill
um vinnugreinar, og hetta er galdandi
fyri at arbeiða uttanlands. Føroyingar
á fremmandum kjøli, føroyingar í
øðrum londum og føroyingar í frá
landa vinnuni eru gull verdir fyri
okkara samfelag.
At nógv arbeiða uttanlands er
avbjóðing fyri fíggingina av væl
ferðini. Vit fáa mvg og onnur avgjøld,
og tað er gott. Spurningurin um, hvar
lønir skulu skattast, hevur í fleiri ár
verið umrøddur, og samráðingar eru
við grannalondini. Fyri okkum hevur
tað størri týdning enn aðra staðni, at
tað lagar seg so, at føroyingar, sum
arbeiða uttanlands, í nógv størri
mun verða skattaðir heima hjá sær
sjálvum.
Í meiri enn eina fjórðings øld
hevur verið tosað um og vónað, at
ferðavinnan fór at verða nýtt bein at
standa á. Seinnu árini hevur mark
naðarføringin verið professio-nell og
miðvís, og tað sæst nú aftur í tølum
og virksemi.
Sjálvmálið við hóttanini um sekt í
sambandi við fráboðanarskyldina av
grind hevur kostað fleiri ferðamanna-
skip og mistar inntøkur. Hetta er so
spakuliga við at rætta seg, hóast tað
fer at taka fleiri ár at røkka støðinum,
sum skipatalið var komið á.
Nú sær út til, at útbyggingin av
flogvøllinum fer at geva størri samfe
lagsligt íkast. Leiguflogfør við ferða
fólkum úr ókendum marknaðum
royna seg her. Tað hevur eydnast
væl, og harvið eru dyrnar gloppaðar
til nýggjar og ótømandi marknaðir.
Avbjóðingin er støðug menning,
so vit kring landið vinna tað burtur
úr ferðafólkunum, sum tøl aðra
staðni frá siga, at vit eiga at gera.
Tað er fínt, at vit bera orð fyri at vera
millum heimsins blíðastu vertir. Men
um ferðavinnan skal geva meining
og verða tað íkastið til nýtt bein at
standa á, sum hon eigur at verða, so
mugu vit læra okkum at vinna pening
frá teimum fremmandu, tá ið tey nú
í alt størri tali fara at koma henda
vegin. Hetta er hugalig avbjóðing!
Eitt annað bein, ið vit sum
samfelag standa á, er inntøkurnar
av arbeiði uttanlands
FLEIRI BEIN AT STANDA Á
Vælkomin
á Fjarða
stevnu í Vest
manna
SÍÐA 14
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Frá januar og til og við juni
rindaðu tey í Vágum 53,6
milliónir í kommunuskatti.
Tað eru 4,1 milliónir fleiri,
enn kommunuskatturin var
sama tíðarskeið í fjør.
Í Vága kommunu, sum
fevnir um Sandavág, Miðvág
og Vatnsoyrar, var komm
unuskatturin fyrra hálvár í
ár 34,0 milliónir krónur. Tað
eru 2,7 milliónir fleiri enn
sama tíðarskeið í fjør. Lut
falsligi vøksturin var 8,67
prosent.
Í
Sørvágs
kommunu,
sum fevnir um Sørvág, Bø,
Gásadal og Mykines, var
skattainntøkan fyrra hálvár
í ár 19,6 milliónir krónur. Tað
eru 1,4 milliónir fleiri enn
sama tíðarskeið í fjør. Lut
falsligi vøksturin var 7,64
prosent.
Miðal vøksturin í komm
unuskattinum fyri alt landið
var fyrra hálvár 7,04 prosent.
Vøksturin í Vágum
er yvir miðal
Tað eigur at vera størri
eftirlit við, hvussu bøndur
spræna tøð í hagan fyri at
tæða.
Tað
hevur
Umhvørvis
stovan ført fram fyri Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í
umhvørvismálum.
Bjørt
Samuelsen
ting
kvinna, hevur spurt lands
stýriskvinnuna, hvussu eftir
litið er við bøndrum, sum
spræna tøð í hagan.
Hon sigur, at onkur hevur
ført fram, at tá ið bøndur
spræna tøð í hagan, líkist tað
mangan meiri eini roynd at
sleppa av við burturkast fyri
einki, enn tað líkist eini roynd
at fáa meiri gras.
Sirið Stenberg sigur, at tað
eru kommunurnar, sum skulu
góðkenna taðingarætlanir hjá
bøndunum og sum skulu hava
eftirlit við, at lógir og reglur
verða hildnar.
Tað eru nevniliga reglur
fyri, hvussu taðast skal, hvar
tað ikki er loyvt at tæða og og
nær tað ikki er loyvt at taða.
Eitt nú er ikki loyvt at tæða í
frosti ella kava.
Hinvegin
er
tað
Um
hvørvisstovan, sum hevur
heimild til heilt at seta forboð
fyri at tæð á fuglabølum, lyng
heiðum, og øðrum serliga við
kvomum náttúruøkjum.
Men higartil hevur Um
hvørvisstovan einki slíkt for
boð sett.
Tó
hevur
Umhvørvis
stovan ført fram fyri lands
stýriskvinnuni, at antin skal
forboð setast fyri at taða
í haganum við tøðum, ella
skulu serligar reglur verða
gjørdar fyri hesum, eitt nú at
seta mark fyri, hvussu stórar
nøgdir kunnu sprænast í hag
an, og at tøðini skulu blandast
við onnur tøð.
Annars sigur Sirið Sten
berg, at hon fer at taka spurn
ingin upp við kommunurnar
og
Umhvøvisstovuna
fyri
at vita um tað er neyðugt at
broyta reglurnar, ella um tað
er neyðugt at herða eftirlitið.
Betri eftirlit tá bøndur
spræna tøð í hagan
Umboðs
maðurin av
vísir flestu
klagur sum
koma
TÍÐINDI
SÍÐA 6