Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VILDI HAVA TONSINI AFTUR SUM VÓRU TIKIN FRÁ TEIMUM Árni Gregersen Í mun til rættindini, sum tolararnir Gadus og Sjúrð­ arberg høvdu í fjør, so hava teir fingið 1400 tons minni kvotu í Barents­havinum í ár. – Eg havi tí fleiri ferðir sagt, at vit fóru at gera alt fyri at fáa hesi tonsini aftur, sjálvt um rættindini skuldu keypast á uppboðssølu. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari. Felagið keypti øll rætt­indini, sum vóru seld á fyrstu uppboðssøluni, sum Høgni Hoydal, lands­stýris­ maður við fiskivinnumálum, hevur sett í gongd. Meðalprísurin fyri rætt­ indini til at fiska 1200 tons í russiska partinum av Bar­ entshavinum bleiv 2,98 krón­ ur. Hanus Hansen, reiðari, sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at tey gjørdu alt fyri at keypa rættindini. – Tað er soleiðis, at vit hava avtalur við kundar um at lata teimum vørur 12 mán­ aðir um árið. Tær avtal­urnar mugu vit halda. Tí mugu vit eisini tryggja okkum, at vit hava møguleikan at veiða hendan fiskin, sigur hann. Hann sigur eisini, at um­ borð á Gadus og Sjúrðar­berg eru mannignar, sum telja til­ samans 90 mans. – Hava vit ikki rættindini at fiska, so mugu skipini liggja seks vikur og manning­ arnar fáa ongar inntøkur. Tað halda vit heldur ikki vera nakað serliga gott, sigur reiðarin í Klaksvík. Ríkiliga dýrt Hanus Hansen hevur fleiri ferðir sagt, at tey fóru at gera alt fyri at fáa hendur á teimum 1400 tonsunum, sum skipini hava mist rættindini til í mun til í fjør. – Sjálvur haldi eg, at hetta gjørdist ríkiliga dýrt, men í hesum føri er tað ikki so avgerandi. Vit hava av­ talur, sum skulu haldast og vit royna at tryggja mann­ ingunum inntøkur. At vit so kanska ikki vinna pening uppá júst hesi tonsini, gerst ikki við, sigur hann. Sjálvt um reiðaríið í Klaks­vík tók lut í hesi fyrstu uppboðssøluni, so er tað ikki tí at tað hugar reiðaranum serliga væl. Hann sigur, at hetta er ein royndaruppboðssøla fyri í ár. – Og tað kunnu vit liva við. Tað sum er tann stóri spurningurin er, um politiski myndugleikin við Høgna Hoydal á odda ætlar, at uppboðssøla skal vera ein partur av framtíðar fiski­ vinnu­politikkinum í Før­oy­ um. Steðgar menningini Í vinnuni eru fólk í stóran mun ímóti, at uppboðssøla gerst ein partur av framtíðar fiskivinnupolitikkinum. Nýggi fiskivinnu­poli­tikk­ u­rin, sum arbeitt verður við í løtuni, kemur partvís í gildi 1. januar 2018. Vinnan metir ikki, at upp­ boðssøla er ein vegur fram, men vil heldur hava eitt fast gjald fyri tey rættindini, sum hon hevur. Uttan mun til um tað verður eitt prosentgjald ella eitt fast krónutal, so meta tey flestu í fiskivinnuni, at hetta er munandi betri enn at hava uppboðssølu. – Verður uppboðssøla ein fastur partur av fram­ tíðarpolitikkinum, so fer tað at steðga allari menning í fiskivinnuni, sigur Hanus Hansen, reiðari. – Menningin steðgar, tí ongin fer at byggja nýggj skip, skulu rættindini til fisk­in keypast á uppboðs­ sølu. Tað er vist, sigur Hanus Hansen. Hann hevur fleiri ferð­ir sagt alment og við politik­ ararnar, at tað er nógv betri, at eitt gjald verður lagt á enn at uppboðssøla verður sett í verk. Uppboðssøla fer at gera, at onginf er at byggja nýggj skip, tí tað fer ikki at lata seg gera. – Verður tað hinvegin so­leiðis, at eitt gjald verður lagt á, so fáa vit nýggj skip. Tað kann gott vera, at tað verður longri ímillum, at skip­ini koma, men so eru for­ treytirnar kendar og so kann vinnan gera sínar íløgur út frá teimum, leggur Hanus Hansen afturat. Alment reiðarí Millum reiðararnar er stór mótstøða móti, at rættindini verða seld á uppboðssølu. Mortan Johannesne, reið­ ari á Enniberg, hevur sagt tað og Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, tekur undir við tí. – Um tað er so, at tað al­ menna tekur rættindini at fiska frá okkum, so haldi eg, at tað almenna eisini skal taka skipini. So kunnu vit hava eitt alment reiðarí og so fáa vit at síggja um tað samfelagsliga fer at roynast betur, sigur hann. Hann heldur, at tað er avgerandi, at vinnan hevur virðir heldur enn, at alt verður tikið úr henni. Eru ongi virðir, so steðgar framburður og innovatión eisini. – Tað er so einfalt. Verða virðini tikin úr vinnuni, so er onki at arbeiða og menna við, sigur Hanus Hansen. JFK Trol keypti rættindini til øll 1200 tonsini av toski, sum vóru seld á fyrstu royndaruppboðssøluni Hanus Hansen, reiðari, keypti rættindini til 1200 tons á uppboðssølu í gjár. Hinvegin ávarar hann ímóti, at uppboðssøla verður ein partur av framtíðar fiskivinnupolitikkinum Í hesum føri var prísurin góður - fimm krónur og 42 oyru fyri hvørt kilo. Meðalprísurin var 2,98 krónur fyri kilo Tølini vóru viðhvørt reyð, tá ið boðini ikki vóru nóg høg UPPBOÐSSØLAN