Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! PÆTUR ZACHARIASSON, TÓNLEIKARI Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!? Eg ætli mær at so nógvar konsertir sum gjørligt. Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til? Tað er serliga Songhoy Blues. Tað er ein bólkur úr afrikanska landinum Mali. Eg kenni teir ikki frammanundan, men havi hoyrt um teir. Tað er serligt, tí tað er ikki lov at spæla tónleik har teir koma frá. Tað er nokk tann konserin, ið eg gleði meg mest til. Hvat er títt besta G! minni? Fyri meg, so er tað ein av konsertunum har eg sjálvur spældi. Skal eg siga eina, so er tað konserin á G! Mini í 2008. Tá spældu vit á eina lítla konsertferð, har vit høvdu fleiri konsertir upp á eitt døgn og endaðu á G! Mini. Tað var ein stór uppliving fyri okkum, og er nokk tað minni úr G!, ið eg minnist best. BIRGIR ENNI, KOKKUR OG SKIPARI Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!? Eg arbeiði meginpartin av tíðini umborð á sluppini, so eg vænti ikki, at eg fái tí at fara til tað stóra. Vit hava altíð nokk at gera umborð á Norðlýsinum tá G! er, men eg royni at lurta eftir tí, ið eg kann.   Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til? Eivør er altíð nakað serligt, og royni eg at fáa stundir til at lurta eftir henni, men tað er ikki vist, at eg  nái tað, tí her koma fólk í heilum.   Hvat er títt besta G! minni? Tað er ikki nakað ávíst minni, men heldur stemningurin, tá veðrið er gott og man hoyrir tónleikin út til har sluppin liggur. ÁRNI JÓHANNESSON, FORSANGARI Í PUNJAB Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!? – Har eru nógvar konserti at fara til. Eitt nú Phlake, ið nokk er størsta høvuðsnavnið, sum er á festivalinum í ár. Eisini ætli eg mær at lurta eftir Konni Kass, Leu Kampmann, Eivør, Sakaris og Jógvan. Har eru sera nógv góð føroysk nøvn. Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til? – Eg gleði meg ómetaliga nógv til Konni Kass. Eg havi hoyrt hana onkuntíð fyrr, og mær dámar sera væl hennara tónleik. Hon hevur givið tvey stakløg út á Youtube, ið mær dámar sera væl, og eg gleði meg sera nógv at hoyra hesi løg á G! Hon hevur eisini tríggjar tónleikarar afturat sær, sum eisini eru mega feitir. Hvat er títt besta G! minni? – Eg havi verið á G! nakrar ferðir eftirhondini. Tað er torført at taka eitt einstakt minni burturúr. G! Festivalurin er altíð feitur, har stemningurin altíð er góður. MAGNI ARGE, FÓLKATINGSMAÐUR Ja, sjálvandi fari eg á G!. Eg haldi, at havi verið har hvørja ferð. Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!? -Eg gleði meg hvørja ferð at koma á G!, men tað er ikki altíð sjálv tónleikaskráin, sum dregur meg. Fyrst og fremst er tað samveran við fólki, sum eg kenni og hugnin í bygdini. Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til? Í ár er tað eisini soleiðis, at tað heldur ikki er eitt serligt navn á skránni, sum dregur meg norður. Tað er at koma aftur hagar, har eg mangan havi spælt sum smádrongur og at møta vinum og kenningum. Hvat er títt besta G! minni? Míni bestu minnir eru kanska heldur ikki altíð tónleikurin, hóast tað hevur verið stórt. Til dømis, tá ið Europe spældi á sandinum. Sjónleikurin hjá Kjartan Hansen í fjósinum stendur eisini lýsandi í minninum, men samanumtikið, so er tað samveran við øllum teimum, sum eru har, sum stendur klárast fyri mær.