týsdagur 12. juli 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pedagogar til
barnagarðin
Korndalsgarð á Eiði
Vit søkja eftir pedagogum til barnagarðin á Eiði
frá 08. august 2016. Tímatal og nær byrjast kann,
kunnu vit eisini tosa um.
Um pedagogar ikki søkja størvini, verða
hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Í Korndalsgarði eru 4 stovur, 2 vøggustovur, 1
barnagarðsstova og ein frítíðarstova.
Stovnurin er vanliga opin frá kl. 7.00 til kl. 17.00.
Vit hava góðar umstøður baði uttandura og
innandura.
Okkar ynski er at:
• Tú hevur góð samstarvsevni
• Tú ert álítandi
• Tú hevur áræði at geva børnunum
avbjóðingar í gerandisdegnum
• Tú vilt vera við til at mynda og menna okkara
pedagogiska arbeiði á stovninum
• Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og
ert nærverandi
• Tú hevur hug og áræði at skapa ein
fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við
viring og umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrum og starvsfeløgum
• Tú hevur teldukunnleika á byrjunarstøði
Lønar- og setunarviðurskifti: Lønin er sambart
sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Føroya kommunala arbeiðsgevarafelag og fylgir
lønarstigunum frá 2 til 18
Umsóknir:
Umsøknir við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mikudagin 27. juli 2016 og sendast til
Korndalsgarður, Foravegur 11, 470 Eiði ella á
korndalsgardur@eidi.fo
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
Unn Eldevig Petersen , leiðara á tlf. 740410
Dagstovnurin Korndalsgarður
Foravegur 11, 470 Eiði, tlf. 200410 og 740410 , korndalsgardur@eidi.fo
BÚNAÐARGRUNNURIN
R. C. Effersøesgøta 4 · Postrúm 50 · 110 Tórshavn
Fax 35 35 81 ▪ teldupostur: bg@bg.fo
SUMMARFRÍ
Í tíðarskeiðnum 18. juli til 15. august verður
avgreiðslutíðin frá kl. 10-12 og 13-15
tó verður stongt í vikunum 30 og 31 t.e. 25. juli
til 8. august
Um boð skulu sendast stovninum uttanfyri
omanfyri nevndu tíðir, vinarliga sendið
teldupost á bg@bg.fo
Hoydalsvegur 40 · Postsmoga 1133 · FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 48 27 · www.javni.fo · javni@javni.fo
Sosialurin 341800
Studningur úr
Minningargrunni
Louis Zachariasens
Endamál grunnsins er:
•
At stuðla fólki við menningartarni og
avvarðandi teirra.
•
At veita ískoytisstuðul til skeiðvirksemi í
Føroyum og uttanlands.
•
At veita ískoytisstuðul til serligar ferðir
innan- og uttanlands.
Stuðul er treytaður av, at umsøkjarin er limur í
felagnum Javni.
Umsóknarblað kann heintast á heimasíðuni
www.javni.fo ella á skrivstovuni.
Umsóknir skulu stílast til ”Minningargrunnur Louis
Zachariasens” og sendast til skrivstovuna hjá Javna
í seinasta lagi mikudagin 31. august 2016.
Útbjóðing
av reingerð í
Fuglafjarðar
kommunu
Við hesum verður arbeiðið at gera reint á
hesum kommunalu bygningum lýst leyst:
Kommunuskúlin saman við svimjihyli og
ovaru hæddini av ÍF húsinum, dagstovnurin
Kambur, dagstovnurin Stropin, dagstovnurin
Barnalund, Mentanarhúsið,
havnaskrivstovan, barnaverndartænastan
fyrisiting, undirhúsið, læknamiðstøðin,
býráðsskrivstovan og bókasavnið/
kunningarstovan.
Arbeiðið fevnir um dagliga reingerð og
høvuðsreingerð.
Øll reingerðin verður bjóðað út undir
einum, tó skal verða tilskilað hvussu nógv
hvørt einstakt vaskistað kostar.
Útbjóðingartilfar fæst við at venda sær til
skrivstovuna hjá Fuglafjarðar kommunu, tlf.
668000 ella á teldu post info@fuglafjordur.
fo móti gjaldi á kr. 2.000,-
Sigast skal tó frá at kommunuskrivstovan er
stongd frá 25. juli til 05. august 2016.
Fuglafjarðar kommuna ynskir at verandi
reingerðarfólk sleppa at halda áfram innan
reingerð, men roknast kann við broytingum,
ið komandi arbeiðstakari fremur.
Arbeiðstakarin skal vera limur í
arbeiðsgevarafelagnum. Veitari skal kunna
skjalprógva, at amboð og tilfar annars er
brúkaravinarligt og lýkur øll krøv viðvíkjandi
heilsu. Við í tilboðnum skal vera alt
reingerðartilfar, so sum klútar, sápur og
amboð annars.
Tilboðið skal latast Fuglafjarðar kommunu í
afturlatnum brævbjálva í seinasta lagi 15.
august 2016, merkt “Tilboð reingerð”.
Fuglafjarðar kommuna tilskilar sær rætt til at
velja millum innkomin tilboð ella einki at
taka.
Miðað verður fram ímóti, at reingerðin
byrjar tann 01. Oktober 2016
Fuglafjørður 12. juli 2016
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA
Fuglafjarðar
Kommuna
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.