Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Jógvan Emil Nielsen er nýggjur í nevndini í VÍF Kapp­róðri, sum liggur undir VÍF. Men, hann hevur áður verið í nevndini, og nú fjarða­ stevna verður í Vest­manna um viku­skiftið, hvílir ein stórur partur av arbeið­num at skipa fyri stevnuni serliga á kapp­róðrar­deild felagsins. – Størsta einstaka tiltak á stevnuni, sum annars fer at bera dám av eini hugnaligari bygda­stevnu, er kapp­róðurin, sigur hann. Lutfalsliga nýggir Jógvan Emil Nielsen sigur, at kappróðrarbátarnir, sum VÍF Kappróður eigur, allir eru lutfalsliga nýggir. – Havfrúgvin er við í barna­róðrinum, og her rógva bæði gentur og dreingir. Bát­ ur­in er eisini mannað­ur við gentum í FM-kapping­ ini millum 5-manna­førini. Fortuna, sum er 6-manna­far, er mannað við bæði kvinn­ um og monnum. Hann sigur, at seinnu árini hava víst, at neyðugt er við meira enn fullari manning til bátarnar, um rógvast skal alt summarið. – Vit eru tí farin at planleggja við eyka­fólki - ikki minst til barna­manning­ arnar, og vit meta, at hetta er neyðugt. Tað er vorðið alt meira vanligt, at børn fara út at ferðast saman við for­eldrum og skulu tey, sum gjarna vilja rógva, ikki missa róðrar, er neyðugt, at eykafólk eru knýtt at bátunum. Hann heldur, at hetta eisini er ein góður máti at venja børnini, soleiðis at eyka­ fólk kanska eisini verða knýtt at bátunum, tá tey seinni fara at taka lut í FM-róðri. – Tíðirnar eru vorðnar so­leiðis, at neyðugt er at gardera seg við fólki, soleiðis at onkur er at traðka til, tá øðrum berst frá. Hugnalig bygdastevna Jógvan Emil Nielsen sigur, at skráin fyri fjarðastevnu í ár ber brá av eini hugnaligari bygdarstevnu. – Sjálv skráin er ikki so stór í vavi, men vit halda, at tað hevur eydnast okkum at skapa grundarlag fyri einari hugnaligari bygdarstevnu. Hann sigur, at eitt minni tjald verður sett upp á bryggjuni, og her verður matar­søla og um kvøld­ið liv­ andi tón­leikur bæði fríggja­ kvøldið og leygar­kvøldið. – Fríggjakvøldið fara Jens Marni Hansen, Gunn & Finn­ bogi og Róin Siggertsson at framføra. Leygardagin eftir kappróðurin fer Finnur Koba at syngja í tjaldinum, og tá steypini eru handað, fer hann aftur at syngja nakrar sangir. Jógvan Emil Nielsen sigur, at umframt matsølu, verður helst okkurt leskandi eisini at fáa í tjaldinum fríggjakvøldið og leygar­ kvøldið. Dansur í Disvoy Disvoy, sum er nýggja kafé’in í Vestmanna, fer at hava opið til langt út á náttina leygar­ kvøldið. – Beint við matstaðið er stórt parkeringspláss, og her verður eitt tjald sett upp til tónleik og dans. Tað verða Rannvá Vesturklett og Jóannes Jakobsen, sum fara at spæla, og her verður gangandi millum tjaldið og Disvoy. Jógvan Emil Nielsen sigur, at ein hondbóltsdystur verður í Vestmanna leygar­ kvøldið klokkan 19.30, har bestu mansliðini hjá VÍF og KÍF fara at spæla steypadyst. – Vit vísa annars til skránna, sum er í blaðnum í dag, og sum nevndarlimur í VÍF Kappróðri fari eg vegna nevndina at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til Vestmanna á fjarðastevnu, sigur Jógvan Emil Nielsen. Fjarðastevna ein hugnalig bygdastevna í Vestmanna – Skráin fyri fjarðastevnu, sum verður í Vestmanna um vikuskiftið, ber brá av einari hugnaligari bygdarstevnu, sigur Jógvan Emil Nielsen FJARÐASTEVNA – Tíðirnar eru vorðnar soleiðis, at neyðugt er at gardera seg við fólki, soleiðis at onkur er at traðka til, tá øðrum berst frá, sigur Jógvan Emil Nielsen