týsdagur 12. juli 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Slíkan dag í huga renna farnar løtur
tá á barnaárunum tit livdu trygt,
hugur leitaði um land og havsins gøtur,
lívsins grundvøll fingu tit tá tryggan bygt.
Eins og frælsir fuglar tit í kæti leiktu,
ljós var lívsins undurvakra morgunstund,
møður, ommur, fedrar, tykkum trygt uppaldu.
Jú, tit kendu lívsins tryggu akkersgrund.
Har í Vági Jonelisa vøkur aldist,
veksur upp í bygdini í ungdómstíð,
millum glaða ungdómin har holl hon taldist,
kvik og gløgg og eygagóð og sera fríð.
Út um hagagarð tó leitar hennar hugur
sjúkrarøktina í Havn at læra fer,
vísti, at í henni var ein sannur dugur,
sannur gudsótti í øllum hana ber.
Kristian Martin tá um somu tíð seg lærdi
skip at føra - stýra yvir havsins vág.
Einakenslan tó so manga ferð hann tærdi,
men í myndina kom Jonelisa tá.
Hittust tá tey glað til teirra kærleiksløtur,
har hon bendi hann trygt inn á andans leið,
so hann longdist stíga inn á Harrans gøtur,
til ein dag á tryggu frelsugrund hann steig.
Gjøgnum lívið trúgv tit hava staðið saman
livað stinn á Orðsins tryggu hellugrund,
Harran ært í lívsins álvara og gaman,
kunnu fegnast saman glað í hesi stund.
Eru fyrimynd sum hjún í lívsins leiki,
vísa øðrum hjúnum tryggu siglingsleið.
Styrktur verður tá hin ungi trúarveiki,
sum á Harran lítur – verður svikin ei.
Birgit og Svenning av Lofti
Gullbrúðarparið
Jonelisa og Kristian Martin Rasmussen
NØVN
Prógv
1. juli fekk Jan Jógvansson Poulsen,
Klaksvík, prógv í BA í sálarfrøđi viđ
Lærda Háskúlan í Pécs í Ungarn.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 18. juli fyllir Jill Hardy
Selfoss, Sørvágur 80 ár. Dagurin
verður hildin í Húsmóðrarfelags
húsinum leygardagin 16. juli frá kl.
18. Øll er hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 13. juli 2016 verður Hav
stein Ellingsgaard, Runavík 90 ár.
Dagurin verður hildin saman við
familjuni.
60 og 35 ár
Í sambandi við at Tomas verður 60 ár og Durita verður 35 ár, hava vit opið
hús í Eydnuni á Oyrarbakka 23. juli frá kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tað hevði glett okkum, um tit á onkrna hátt kunnu siga frá um tit koma,
antin her á facebook ella á tlf. 582582 (Tomas) og 722999 (Durita), bara so
vit vita áleið, hvussu nógv koma.
Føðingardagur
Leygardagin 16. juli fyllir Birgar
Johannessen í Havn 70 ár. Føð
ingardagurin verður hildin á B36-
Húsinum við Brunch frá kl 11.00
til kl. 15.00. Øll eru hjartaliga væl
komin.
95 ára føðingardagur
Leygardagin 16. juli verður Leivur
Petersen, timburmeistari, 95 ár.
Dagurin verður hildin heima við
Egholmstrøð 15.
Diamantbrúdleyp
21. juli kunnu hjúnini Lydia og Jógvan Sundstein halda diamantbrúdleyp.
Tey búgva nú í Holbæk í Danmark, Slotsvolden 5, lejlighed 4, 4300 Holbæk.
Tey hava telefonnummar +45 39201970. Dagurin verður hildin í Holbæk
saman við familju og vinum.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 24. juli hava Tóra og
Hans Pauli í Horni Sandavágur ver
ið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin
leygardagin 23. juli í SÍF- Húsinum
frá kl.18.00. Øll eru hjartaliga væl
komin.
Tóra og Hans Pauli
85 ára føðingardagur
Hósdagin 14. juli fyllir Bergtóra Djurhuus í Vági 85 ár.
Føðingardagurin verður hildin á Ellisheiminum Hamragarður frá
kl 16.00 til kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.