Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80 Neli Helgarskarð Lutfalsliga nýggja hond­bólts­ felagið, Team Klaksvík, hevði eitt mis­javnt kappingarár í farna kappingar­ári, har klaks­vík­ing­ar­ nir taptu so at siga hvønn einasta dyst og ofta vóru úti fyri stór­ tapum. Í allar síðsta leik­um­fari eydnaðist tað tó at broyta tað keðiliga nullið á stigatalvuni, tá ið Team Klaksvík í síðsta umfari fekk javnleik ímóti StÍF. Liðið hevði sínar avbjóðingar við venjarum í farna kappingar­ári. Longu eftir seks umfør takkaði Svein Rógvi Nielsen fyri seg í venjara­starv­in­um hjá besta mans­ lið­num, og eftir hetta eydnaðist tað ongan­tíð at finna eina hald­ bara venjara­loysn til mannliga hond­bólts­felag­ið í Klaksvík. Tað endaði við, at svenski venjarin hjá Stjørnuni, Michael Ericsson, tók sær av liðnum restina av kappingar­árinum – sostatt hevði sviin tvey venjara­størv í ávíkavist mans­deildini og kvinnudeildini. Finnur verður nýggi venjarin  Nú hevur tað tó eydnast Team Klaks­vík at finna venjara til kom­ andi kappingar­árið. Í sam­røðu við in.fo váttar íslendski Finnur Hansson, sum hevur spælt við Kyndli seinastu árini, at hann verður nýggi venjarin hjá Team Klaksvík. – Sáttmálin varð undir­skriv­að­ ur í gjár. Eg trúgvi uppá, at liðið kann meir, enn tað hevur víst seinastu árini, og eg ætli mær norður at menna leikararnar, sigur Finnur Hansson í viðmerking við Sosialin. Seta ikki órealistisk mál Eftir misjavna kappingarárið í fjør er ætlanin, at Team Klaksvík skal longur upp á stigatalvuni. Tað verða tó ongin ongin veru­ leikjafjar mál sett. – Fyrst og fremst skal hond­ bólts­spælið hjá Team Klaksvík mennast. Ætlanin er avgjørt eisini, at liðið skal longur upp á stiga­talvuni. Tó fari eg ikki at seta nøkur órealistsk mál sum til dømis, at vit skulu í finaluna ella nakað tílíkt. Vit skulu blíva betur til at spæla hondbólt, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Finnur Hansson. Verður leikandi venjari Seinastu árini hevur Finnur Hansson spælt við Kyndli. Hann væntar eisini, at hann verður at síggja í leiklutinum sum leikandi venjari komandi kappingarárið. – Eg verði nokk eisini at síggja á vøllinum. Men tað verður alt eftir, hvat kroppurin loyvir. Eg ætli mær tó avgjørt at spæla, sigur Finnur Hansson at enda Neli Helgarskarð Vegna ov lítla undirtøku hevur nevndin í Tórshavnar Súkklufelag valt at avlýsa kappingina í ár. Tað bleiv kunngjørt mánakvøldið. Volvo Kring Føroyar er ein árlig súkklukapping, sum hevur verið fastur summartáttur seinastu nógvu árini. Tórshavnar Súkklu­ felag greiðir soleiðis frá orsøkun­ um fyri, at kappingin er avlýst. – Torkil Veyhe, ið aftur í ár var favorittur at vinna kappingina, hevur givið avboð. Hann skal í næstum luttaka í Post Cup Nord, og vit skilja væl hansara avgerð, sigur TSF í einum stuttum tíðindaskrvi, ið er sent til fjølmiðlarnar. TSF leggur tó dent á, at tað ikki einsamalt er fráveran hjá Torkili Veyhe, ið ger, at kappingin verður avlýst. Heldur er orsøkin, at tað snøgt sagt eru ov fáir luttakarar, ið hava meldað til. Nevndin harmast støðuna. Tey, ið hava goldið, fáa teldupost og peningin afturfluttan í næstum, sigur Gunnar Dahl- Olsen, nevndarlimur í Tórshavnar Súkklufelag. HONDBÓLTUR Tað verður íslendski Finnur Hansson, ið framyvir skal vera leikandi venjari hjá Team Klaksvík SÚKKLING Árliga súkklukappingin verður av ongum í ár Finnur skal venja Team Klaksvík Volvo Kring Føroyar avlýst ÍTRÓTTUR