Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 15. JULI 2016 Nýggjastu tølini siga, at talið á teimum, sum starvast í framleiðsluvinnuni lækkar. Tað vil siga, at tey eru færri, sum eru á lønarlistanum á fiskavirkjum og sjálvari alingini, og at tey eru færri, sum fáa hýrur í sjálvari fiskivinnuni. Hetta kundi boðað frá øllum øðrum enn góðum, tí tað er jú fiskivinnan og alivinnan, sum syrgir fyri nógv størsta partin av útflutninginum og harvið fær til vega tað, sum skal til at fíggja størsta partin av tí, sum vit keypa í øðrum londum. Soleiðis venda tingini ikki. Tað vendir júst hinvegin. At talið á teimum, sum arbeiða í framleiðsluvinnuni, minkar, ber boð um, at tað gongur rætta vegin. Hetta er sjálvandi treytað av, at samlaða framleiðslunøgdin og serliga framleiðsluvirðið innan grundvinnurnar økist. Um hetta er soleiðis, so boðar tað frá, at produktiviteturin veksur. Tað vil siga, at hvørt fólkið í vinnuni fær meiri av skafti hvønn arbeiðstíma. Tað ber boð um, at vinnan rationaliserar og effektiviserar, og at vinnan ger íløgur. Krøvini til tey, sum starvast í framleiðsluvinnuni, broytast og økjast. Teir verða alt færri, og teir verða alt størri serfrøðingar, sum eru á brúnni og maskinuni og sum eru á dekkinum og fáast við stóru trolini. Teir eru serfrøðingar, sum megna at handfara tól og maskinur. Nýggjastu tølini frá hagstovuni siga eisini, at talið á teimum í tænastuvinnunum økist. Serliga hugaligt er tað, at talið á teimum innan privatar tænastur økist. Tað boðar frá ríkum samfelag, sum hevur ráð at framleiða, eftirspyrja og selja kappingarførar tænastur. Soleiðis eigur gongdin at vera í framkomnum og dynamiskum samfelag. Tað er í lítið framkomnum samfeløgum, at talið á løntakarum í klassisku framleiðsluvinnunum er lutfalsliga høgt. Soleiðis var tað fyri tvey hundrað árum síðani í USA og Europa. Nú eru tey í námum, skógum, fiskivinnu og landbúnaði væl færri. Framleiðslan er ikki minkað, men hon er margfaldað, og produktiviteturin ella framleiðslan fyri hvønn arbeiðstíma er nógv vaksin. Tað snýr seg um frambrot og nýskapan. Tað er tiltikið, at tá ið píkatráðurin varð uppfunnin, so var óneyðugt við øllum cowboyarunum at ansa neytunum. Tí funnu teir sær annað arbeiði, og vinnan, teir høvdu verið í, fekk møguleikar at vinna uppaftur fleiri pengar. Soleiðis skal tað vera, og soleiðis er tað tíbetur í okkara samfelag, og tað eiga vit at fegnast um, tí tað boðar frá framkomnum og dynamiskum vinnum og harvið sunnum samfelag. Tað gongur eitt sindur upp og niður, men samantalt gongur tað rætta vegin. Vágs kommuna minnir vágbingar á at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið. Samstundis verður upplýst, at kommunan væntar at fáa alt í rættlag um stutta tíð. Seinastu deilirnar til reinsiverkið skuldu skiftast í gjár, og týsdagin verður nýggj vatnroynd tikin. Svar fæst á henni mánadagin 25. Juli, og síðani ber til at geva nýggj – og vónandi góð – boð um vatnið. - Tá verður greitt, um drekkivatnið tá lýkur ásettu krøv, og um drekkivatnið tá kann drekkast uttan at verða kókað fyrst skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni. Tað gongur rætta vegin VÁGUR Mugu kóka vatnið Visti tú? at metið fyri tal á løntakarum í Føroyum er 26.000 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Les eisini blaðið á telefonini List er óstýrilig Jan Nystrøm Samrøða síða 8-10 Eingin hjálp til rúsevnis­mis­ brúkarar Síða 6-7 stoltleiki