hósdagur 14. juli 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016
SOSIALURIN 81
4
TÍÐINDI
G
øtu kirkja spælir við,
nú G! Festivalurin
verður hildin um
vikuskiftið. Hóskvøldið
vóru fólk boðin til lættan
døgurða í kirkjukjallaranum,
og uttan fyri var hoppiborg til
børnini. Eisini var gudstænasta
við Ova Brim, sóknarpresti, og
tónleikabólkinum Blátt Gras.
Sunnudagin kl. 11.0 verður
gudstænasta við altargangi.
Tummas Kannuberg, stud. Theol,
prædikar. Ovi Brim er liturgur.
Meðan festivalurin er, hava fólk
frá lærusveinaskúlanum PODAS
átikið sær at hava opið í kirkjuni
til kl 22.00. Høvi er tá at uppliva
kirkjuna í kvirru, til andligt prát, í
bøn og stundvís at njóta urguspæl
frá Símuni Hammer, urguleikara í
kirkjuni.
Gøtu kirkja spílar seg út
G! FESTIVALUR
Eftir góðveður og lýtt veður
hósdagin, eru útlit fyri
nógvum regni um vikuskiftið.
DMI sigur, at fríggjdagin
verður andøvsgul upp í ein
strúk av landsynningi, 8-13 m/s,
sum í náttina fer í útsynning
og vestan. Alt døgnið verður
skýggjað veður, og tað fer at
regna mesta at víðini. Sambært
norsku veðurstovuni YR verður
nógv regn fríggjakvøldið og
leygarnáttina. Hitin verður
millum 8 og 12 stig.
Leygardagin verður
andøvsgul upp í ein strúk, 8-13
m/s, av vestri og útsynningi,
minkandi til 5-10 m/s. Skýggjað
og regn ella ælaveður, men
sunnunáttina verður turt fyri
tað mesta. Hitin verðu rmillum
9 og 13 stig.
Sunnudagin verður gul til
stívt andøvsgul, 5-10 m/s, sum
minkar niður í 2-7 m/s, av norði.
Sum frálíður klárnar, og sólin
kagar fram. Hitin millum 12 og
15 stig.
VEÐRIÐ
Váttligt um vikuskiftið
ÁKI BERTHOLDSEN
Talið á løntakarum í Føroyum
hækkar støðugt.
Tað staðfestir Hagstovan í eini
nýggjari uppgerð. Men tað verður
samstundis víst á, at talið hækkar
ikki longur so skjótt, sum tað hevur
gjørt.
Hagstovan sigur, at í apríl í ár
vóru 25.261 løntakarar í Føroyum.
Hetta er tað sama sum undanfarnu
mánaðir í ár og tað merkir, at tað
hava verið einir 25.250 løntakarar
hvønn mánað í ár.
Hinvegin veksur talið á
løntakarum, men vøksturin er ikki
so stórur, sum hann hevur verið
seinastu tvey árini.
Tað mesta, sum tað hevur verið
av løntakarum í Føroyum, var um
árskiftið 2007 og 2008, tá tað vóru
26.000 løntakarar í Føroyum.
Annars sigur Hagstovan, at í
apríl í ár vóru 539, ella 2,2 prosent,
fleiri løntakarar, enn tað vóru í apríl
í fjør.
- Í fiski- og alivinnuni er ein
lítil minking, tí nú eru 66 færri
løntakarar í hesum vinnubólkinum,
enn fyri einum ári síðani, meen
hinvegin eru tað eini 200 løntakarar
fleiri í hvørjum av hinum
høvuðsvinnubólkunum.
Lutfalsliga størsti vøksturin er í
byggivinnuni, har tað vóru stívliga 6
prosent fleiri løntakarar í apríl í ár,
tað vóru fyri einum ári síðani.
LØNTAKARAR NÆRKAST METI
Talið á føroyingum, sum koma
í arbeiði, hækkar framvegis
Jákup Sverri stjórast
nú í Grønlandi
Stjórin í Vága Floghavn er nú eisini
stjóri fyri grønlendskan flogvøll,
men hann fer ongan veg úr Vágum
Heimastýrið í Grønlandi
hevur nýliga stovnað nýtt
flogvøllarfelag, Kalaallit
Airports, og tey hava nú sent
boð eftir Jákup Sverra Kass at
vera fyribilsstjóri í felagnum,
samstundis sum at hann er
nevndarlimur.
Felagið er stovnað eftir at støða
er tikin til at byggja flogvøllirnar
í Nukk og Ilulissat út og
samstundis skal ein heilt nýggjur
flogvøllur gerast í Qaqortoq í
Suðurgrønlandi.
Jákup Sverri Kass sigur við
Check-IN, at hann fer at mynda
felagið fyrstu tíðina saman við
nevndarformanninum, Leo
Larsen, men at stjóri skal setast
sum skjótast.
Hóast Jákup Sverri Kass
er settur sum stjóri í Kalaallit
Airports, eitt nýtt flogvallarfelag,
ið heimastýrið hevur stovnað,
so fær tað ongar avleiðingar fyri
hansara starv sum stjóri í Vága
Floghavn.
- Eg havi ongar ætlanir um at
fara úr stjórastarvinum í Vága
Floghavn. Eg fari ongan veg, tí
eg trívist væl í mínum arbeiði í
Føroyum, sigur Jákup Sverri Kass.
- Starvið er ikki serliga
tíðarkrevjandi. Á pappírinum er
neyðugt, at man hevur ein stjóra
inntil ein annar er settur, so tá
nevndarforkvinna í grønlendska
felagnum spurdi, um eg hevði hug
til tað, so segði eg ja. Men fyribils
starvið í Grønlandi ber ikki við
sær, at eg má fara til Grønlands,
greiðir Jákup Sverri Kass frá og
leggur dent á, at hann ikki fer at
søkja starvið, tá tað verður lýst
leyst.
– Eg havi ongar ætlanir um at
fara úr stjórastarvinum í Vága
Floghavn, sigur Jákup Sverri Kass