mánadagur 18. juli 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Ferðafólkavinnan skal vaksa, og
tíðarskeiðið, tá ferðafólkini eru í
Føroyum, skal fevna um størri part
av árinum. Soleiðis hevur verið tosað
í nógv ár, og tað gongur rætta vegin.
Stóra avbjóðingin er støðugt at
menna tilboð, so alt fleiri ferðafólkini
kunnu leggja pengar eftir seg. Fleiri
dømi eru um, at hetta ber til, eitt nú
fína konseptið hjá Birgiri Enni við
Norðlýsinum.
At tað er vandi í hvørjari vælferð,
eru vit so staðiliga mint á seinastu
dagarnar.
Tað skal støðugt ansast eftir,
at átøk ikki verða køvd av trong
um reglum og ásetingum. Men tá ið
ferðafólk doyggja í náttúruni, og tá ið
bátur við nógvum ferðafólkum er so
mikið illa staddur, at tað verður mett
neyðugt at senda boð eftir hjálp, so
er tíð at steðga á og spyrja, um reglur
og ásetingar eru nóg greiðar og skila
góðar.
At forða fremmandum at fara
niðan um garðarnar verður torført,
men tað ber til at krevja, at tey, sum
ferðast í brattlendi, ikki eru ávirkað
á sama hátt, sum tað verður kravt,
at tey, sum koyra bil og sigla, ikki eru
ávirkað.
Skjóttgangandi bátar er nýtt fyri
brigdi, og her er nógv at fyrihalda
seg til. Í nøkur ár hevur eitt ólav
søkutilboð verið sovornir siglitúrar,
og nú eru tað fleiri feløg, sum bjóða
sær til frá havinum og í handavend
at vísa tær stóran part av landinum.
At fara við 20-30 ferðafólkum við
kanska 130-150 kilometra ferð eftir
havinum er ikki bara sum at siga tað.
Vandin fyri at okkurt kann kiksað er
stórur, og tí eigur at verða bundið um
heilan fingur.
Møguliga er tað ógreitt, hvør
myndugleiki eigur ábyrgdina, og
kanska eru teir fleiri. Men tað hevur
verið lítið at frætt um, hvørji krøvini
eru til útbúgving og førleikar hjá
manningini og til útgerðina.
Og tá ið ferðin er so nógv, er tað so
nakar, ið eigur uppgávuna, sum Ráð
ið fyri Ferðslutrygd í mong ár hevur
røkt á landi? RFF eigur heilt víst sín
stóra lut í, at talið á teimum, sum
doyggja í ferðsluni á landi, er nógv
minkað tey seinnu árini.
Tað er vandi í hvørjari vælferð.
Nógv orka verður løgd í at markn
aðarføra Føroyar, og í síðstu viku var
átakið Føroyar og Sheep View eitt
plettskot. Myndirnar fóru kring allan
heimin, og lýsingarvirðið man vera
nógvar milliónir krónur.
Tað hevði verið ræðulig menn
iskjalig tragedia, um ella tá vanlukk
an, sum lúrir, verður veruleiki, og
fyri royndina at menna Føroyar sum
ferðamannaland hevði hetta verið
óbøtandi skaði.
Myndugleikarnir hava áður bund
ið fyri, eitt nú tá ið børn og unglingar
hava sitið við róðrið á nýggjum ak
førum, ið av fyrstan tíð ikki vórðu
definerað sum bilur ella traktorur, og
nú er at gera skjótt av.
Tíð er steðga á og spyrja, um reglur
eru nóg greiðar
TAÐ ER VANDI Í HVØRJARI VÆLFERÐ
Vit
hugsa ov
nógv um
okkum
sjálv
BILL JUSTINUSSEN
SÍÐA 4-5
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Verða ymisk fyrivarni tikin,
er nú aftur trygt at ferðast til
Turkalands.
Tað boðar danska Utta
nríkisráðið frá, og mynd
ugleikarnir í Føroyum fylgja
altíð teirra tilmælum í slík
um førum.
Leygarnáttina varð roynt
at gera statskvett í Turka
landi og í tí sambandi mælti
Uttanríkisráðið í gjár fólki
frá at ferðast til Turkaland,
uttan í neyðugum ørindum.
Men síðani er kvettroynd
in niðurbard, og í gjár tók
Uttanríkisráðið ávaringina
aftur og í dag er støðan í
Turkalandi tann sama, sum
hon var fyri kvettið, sigur
Uttanríkisráðið.
Annars siga tey, at í
ferðamálunum við strend
urnar, hava tey lítið og onki
merkt til kvettroyndina og
í stórbýunum, Ankara og
Istanbul, valdar nú aftur
friður.
Annars
er
framvegis
stórur vandi fyri yvirgangi
í Turkalandi, eisini ímóti
ferðamálum, og serliga í
ár er vandin hjá ferðafólki
øktur munandi, og tí eiga
fólk at vísa varsemi, sigur
Uttanríkisráðið.
Ráðiligt at ferðast
til Turkalands
Føroyski alirisin Bakkafrost
hevur nú svarað ákærunum
hjá Paul Watson, leiðaranum
fyri Sea Shepherd, um at
føroyskar alifyritøkur fóðra
alilaksinum við grind.
Paul Watson hevur lagt
nógva orku í at spreiða hend
an boðskapin, og hevur lagt
dent á, at hóast hann hevur
biðið Bakkafrost, Hidden
fjord og Marine Harvest um
antin at játta ella nokta fyri
ákærunum, so hevur eingin
teirra svarað honum.
Men um vikuskiftið svar
aðu Bakkafrost og Havsbrún
spurningunum. Ikki óvænt
að verða ákærurnar hjá Paul
Watson afturvístar.
- Bakkafrost vil við hesum
fráboða, at einki av okkara
alivirksemi hevur tilknýti
til grindadráp. Eingir bátar
ella onnur amboð hjá Bakka
frokst verður brúkt í grinda
drápi, og okkara starvsfólk
hava ikki loyvið at luttaka
í grindadrápi í arbeiðstíð,
skrivar alifyritøkan í svar
inum til Paul Watson og legg
ur afturat.
- Bakkafrost ger hervið
greitt, at eingin grind er í
okkara fóður.
Poul Watson góðtekur tó
ikki, at Bakkafrost roynir at
taka frástøðu frá grindadrápi
við at vísa á, at teirra starvs
fólk ikki sleppa at luttaka í
grindadrápi í arbeiðstíð.
- Hjá Bakkafrost at stað
festa, at einki av teirra ali
brúkum hevur tilknýti til
grindadráp er ikki rætt, tá
starvsfólk luttaka í at drepa
grind og delfinir.
Annars skrivar hann til
sínar fylgjarar, at hann góð
tekur svarið frá Bakkafrost,
men ger greitt, at felagsskap
urin fer at halda eyga við
framtíðar virkseminum hjá
alifyritøkuni.
Eingin grind í alifóðri
Ókend
nøvn eru
styrki hjá G!
UMMÆLI
SÍÐA 12-13
Bakkafrost og Havsbrún hava svarað ákærum frá Sea Shepherd