hósdagur 9. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 171 - 9. september 2004
Nr. 171 - 9. september 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Leygardagin 21.
august 2004 hittust
børnini hjá Elspu og
Magnusi á Líðini við
øllum sínum til ein
felags føðingardag.
Tey 12 systkini fyltu
900 ár 6. september.
Harry, einum beiggja,
bar ikki til at koma
Myndir: AWJ-Foto
Dagurin byrjaði við kirkju-
gongd í Rituvíkar kirkju kl.
12.00.
Aftaná
vórðu
myndir tiknar, og so varð
farið á grøvina hjá mamm-
uni, sum er grivin í Rituvík.
Hon doyði í 1978.
Ávegis til Leivíkar var
støðga á við grøvina hjá
pápanum, Magnusi Olsen,
eisini nevndur Magnus í
Rituvík. Hann doyði í 1940
og er grivin á Glyvrum, tí tá
var eingin kirkjugarður í
Rituvík.
Kl. 15.30 var borðhald í
Bygdarhúsinum í Leirvík.
Her var ymiskt á skránni,
felagssangur, kórsangur, og
langommu- og langabba-
børnum hjá Elspu og
Magnusi
sungu.
Eisini
sungu tey 11 syskini.
Fleiri røður vórðu hildnar
og upplestur var av sið-
søguligum tilfari, sum fa-
miljan hevði savnað.
Gamlar myndir vórðu
eisini vístar.
900 ára føðingardagar í Rituvík
Systkini úr Rituvík sum hildu 900 ára føðingardagin.
Aftara rað f.v: Wenzil Olsen, Rituvík, Karl Olsen, Rituvík, Arne Olsen, Esbjerg, Arnholt Olsen, Rituvík, Magnus Olsen, Runavík, og Jaspur Olsen, Vestmanna.
Fremra rað f.v.: Amy Tausen, Tórshavn, Elly Højgaard, Rituvík. Sára Olsen, Rituvík, Marin Højgaard, Rituvík, og Mary Hansen, Nes Eysturoy.
Harry Olsen, sum býr í Esbjerg, vantar á myndini
Langommu- og langabbabørnum hjá Elspu og Magnusi syngja
Durita Tausen úr Havn var
eina av fyrireikarunum
Jaspur Olsen las lestur í kirkjuni í Rituvík
Umleið 180 fólk vóru í
Bygdarhúsinum í
Leirvík
Nýggi sølu- og
marknaðarstjórin í
Smyril Line er 30
ára gamal og út-
búgvin cand. merc.
í altjóða marknað-
arførslu og leiðlsu
SMYRIL LINE
tíðindaskriv
Smyril Line hevur sett
30 ára gamla Hendrik
Egholm av Glyvrum í
starvið sum sølu- og
marknaðarstjóri hjá fe-
lagnum.
Hendrik Egholm er út-
búgvin cand. merc. í al-
tjóða marknaðarførslu
og leiðslu á handilshá-
skúlanum í Keypmanna-
havn.
Hann kemur úr einum
leiðandi starvi á sól-
orkudeildini hjá altjóða
fyritøkuni,
VELUX,
sum m.a. er kend fyri at
framleiða vindeygu og
útgerð
til
sólorku.
Frammanundan arbeiddi
hann við strategiskari
marknaðarførslu
og
sølu, hjá ráðgevandi lýs-
ingafyritøkuni, INTE-
GRAL, í Keypmanna-
havn. Har starvaðist
hann við verkætlanum í
Danmark, Evropa og
Asia, sum eitt nú fevndu
um hvítvørur, HI-FI-
vørur, brúkslutir og mat-
vørur. Harumframt hev-
ur nýggi sølu- og mark-
naðarstjórin hjá Smyril
Line eisini arbeitt við
strategiskari sølu hjá
ráðgevandi grannskoð-
arafelagnum, Deloitte, í
Keypmannahavn.
Hendrik Egholm er
giftur við Anniku á Steig
Egholm úr Hoyvík, og
tey eiga eitt barn.
Nýggjur sølustjóri
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
9. september. Gorgonius, deyður umleið ár 300. Ein av pínsluváttunum í fornkirkjuni, sum varð tikin av døgum
undir Diocletianus keisara.
Kunngjørt verður at mín elskaði maður, pápi,
verfaðir og abbi okkara
Thomas Arge
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mánadagin 6. september, 66 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
hósdagin 9. september kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Sólrun
Hildur, Fía og Regin
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at
Else Bonke Kristiansen
andaðist tann 30. august.
Jarðarferðin verður frá Søndermarkens Lille Kapel
leygardagin tann 11. sept. kl. 13.00.
Familjan
TÍÐINDASKRIV
Sp/f Ivan Johansen Bilar,
sum var fyrsta bilasøla í
Føroyum sum fekk DS/EN
ISO 9001:2000 góðsku-
skipan, fekk týsdagin 7.
september 2004, endur-
skoða sína skipan av Det
Norske Veritas í Føroyum.
Staðfestast kundi at einasta
ISO góðskugóðkenda bila-
søla í Føroyum framhald-
andi heldur góðskustøðið,
og enntá hevur hækkað
góðskstøðið.
Ásetingarnar í góðsku-
skipanini áseta m.a. at
skipanin skal endurskoðast
(endurcertifiserast) eina-
ferð um árið - fyri at
tryggja
góðskustøðið
-
starvsfólkið og serliga við-
skiftafólki at gagni.
Ivan Johansen Bilar hev-
ur, sum einasta bilasøla í
Føroyum, seinasta árið
arbeitt undir DS/EN ISO
9001:2000
góðskuskip-
anini - og týsdagin 7. sep-
tember var tíðin komin, at
umboð fyri Det Norske
Vertias (DNV) í Føroyum
kom á gátt fyri at endur-
skoðaðu skipanina.
Eftir gjøgnumgongd av
mekaniska verkstaðnum,
bilasøluni, goymsluni og
DINITROL rustviðgerðini
kundi staðfestast, at Ivan
Johansen
Bilar
heldur
ásetingarnar og hevur enntá
hækkað góðskustøðið á
summum økjum.
Skipanin fevnir um alla
fyritøkuna frá starvsfólka-
politikkinum
til
kunda
tænastustøðið.
Leiðslan og starvsfólk
fegnast um góðskustøðið,
og eingin ivi er um, at hetta
gagnar bæði starvsfólka-
trivnaðinum og viðskifta-
fólkunum hjá Ivan Johan-
sen Bilum.
Sum einasta ISO góð-
kenda bilasøla í landinum
setur hetta krøv til Ivan Jo-
hansen Bilar, sum umboðar
Citroén, Chrysler, Merceds
Benz, Mitsubishi umframt
DINITROL-rustviðgerð,
og staðfestast kann, at Ivan
Johansen Bilar lýkur krøv-
ini, sum eru ásett í DS/EN
ISO 9001:2000 góðsku-
skipanini.
Ivan Johansen Bilar:
Einasta ISO góðskugóðkenda bilasøla
heldur góðskustøðið
Hjalmar Waag
Høgnesen 75 ár
Í dag, hósdagin 9. septemb-
er, fyllir Hjalmar Waag
Høgnesen í Klaksvík 75 ár.
Hjalmar er sonur Turid
Waag, ættað úr Tunghúsin-
um í Vági í Klaksvík, og
Joen Magnus S. Høgnesen,
ættaður úr Leirvík, ið var
stýrimaður á skonnartini
Ernstinu, sum gekk burtur í
1930.
Turid og Joen Magnus
fingu fýra synir. Hjalmar er
yngstur, hinir brøðurnir eru
Hjørleiv, Símun og Rólant.
Hjørleiv og Símun eru bú-
sitandi í Klaksvík, og
Rólant, sum doyði fyri
nøkrum árum síðan, búði í
Danmark.
Í 1965 giftist Hjalmar við
Sybillu Gardar, dóttir Petru
og Hugo Gardar.
Tey búsettust á Eiðinum
ella við Nýggjaveg, sum
gøtan eitur í dag. Tey fingu
fimm børn, døturnar Turid
og Gunhild og synirnar
Gardar, Joen Magnus og
Eyðun.
Sum ungur fór Hjalmar
til skips, hann sigldi m.a.
við skonnartini "Polo" og
trolaranum "Jóannes Pat-
ursson". Nøkur ár arbeiddi
hann
á
flakavirkinum
Nordafar í Føroyingahavn-
ini.
Hjalmar tók skipara-
prógv á Klaksvíkar Sjó-
mansskúla í 1950, og var
hann í 26 ár skipari á post-
bátinum Barsskor, ið sigldi
millum Klaksvík, Kunoy
og Kallsoy. Hann var
skipari á Barskor frá 1970,
til hann fór frá vegna aldur
í 1996.
Hjalmar hevur yrkt og
umsett fleiri sangir og
sálmar, og hansara frítíðar-
ítriv hevur verið at fotogra-
fera.
Føðingardagurin verður
hildin hjá dóttrini Gunhild
og versoninum Andrias
Arge, Garðsendi 24, Klaks-
vík.
Hjalmari verður ynskt
hjartaliga tillukku við deg-
num.
Samrøða
verður
við
Hjalmar í Sosialinum leyg-
ardagin 11. september.
Nøgd starvsfólk og leiðsla hjá Ivan Johansen Bilum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12