Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. september 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 171 - 9. september 2004 C M Y K 14 Nr. 171 • hósdagur • 9. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Andrew nærkast HB Nógv bendir á, at Andrew av Fløtum komandi ár aftur verður at síggja í reyðu og svørtu strípunum hjá HB LEIKARASKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er einki dulsmál, at nú Rógvi Jacobsen frá kom- andi kappingarár fer at leika við íslendska KR, missur álopið hjá HB ein sera týðandi leikara. Men maður kemur í mans stað, verður ofta sagt, og hetta tykist so sanniliga eisini verða galdandi í HB. Her- fyri kunngjørdi havnar- felagið, at tað hevði gjørt tvey-ára sáttmála við Tór- Ingar Akselsen, og nú ljóð- ar fyri vist, at landsliðs- leikarin Andrew av Fløtum eisini verður at síggja á HB-liðnum komandi kappingarár. Tosa javnan saman Stjórin í Havnar Fótbóltur, ið er partafelagið aftan fyri 1. lið hjá HB, Steinfinn Mittelstein, sigur, at teir sjálvsagt fegnir vilja hava Andrew aftur, men enn eru ongar ítøkiligar samráðing- ar millum HB og Andrew. Hann sigur tó, at felagið javnan tosar við Andrew, sum hevur sáttmála við danska felagið hjá sær, Fremad Amager, fram til á nýggárinum. Tað hevur ljóðað fyri vist, at Andrew ætlar sær aftur til Føroyar, tá ið sátt- máli hansara við Fremad Amager gongur út á nýggjárinum, men Stein- finn Mittelstein er ikki heilt samdur í hesum. Hann sig- ur, at um Andrew fær bjóð- að ein nýggjan og góðan sáttmála frá Fremad Am- ager ella onkrum øðrum donskum felagi, er ikki óhugsandi, at vandamikli framherjin verður verandi á flatlondum. Tó sigur stjórin í Havnar Fótbóltur, at kemur Andrew aftur til Føroya, so væntar hann heilt sikkurt, at Andrew aftur fer at spæla í HB. Andrew á Fløtum hevur spælt 163 dystir í HB- troyggjuni, og hann hevur skorað ikki færri enn 84 mál fyri havnarfelagið. FSF sett talent- menn- ingar- bólk Fótbóltssamband Før- oya hevur sett ein talent- menningarbólk at gera eitt upprit um, hvussu føroyingar á besta hátt kunnu menna teir yngru spælararnar, so at hesir í størri mun vera klárir at taka við á a-landsliðn- um, tá teirra tíð er komin. – Vit skulu tora at fara eftir teimum bestu spælarunum og menna hesar, soleiðis at topp- urin í føroyskum fót- bólti gerst betur, sigur Bjarki Mohr, sum for- maður í kappingar- nevndini hjá FSF. – Ætlanin er at býta Føroyar upp í eini seks øki, har teir bestu spæl- ararnir skulu venja sam- an reguliga. – Tað eru ikki teir, sum eru 19 ella 20 ára gamlir, sum vit skulu eftir. Tað eru spælarar heilt niður í 12 ára aldur, og tí fer hetta at krevja eina hugburðs- broyting úti í feløgun- um, sigur Bjarki Mohr. Í talent-menningar- bólkinum sita Jógvan Martin Olsen, Johan Nielsen, Mourits Fold- bo, Álvur Hansen um- framt nøkur umboð fyri FSF. hkm Í gjár fekk Ingi Højsted endaliga at vita, at hann ikki fær nakran sáttmála við skotska stórfelagnum Glasgow Rangers FÓTBÓLTSÚTISETI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eftir at Ingi Højsted og enska felagið Arsenal fyrr í ár komu ásamt um at enda teirra samstarv, hevur ungi havnarmaðurin verið í sambandi við fleiri feløg, sum hava áhuga í evnaríka miðvallaranum. Millum annað var skotska stórfel- agið Glasgow Rangers sera áhugað í Inga, og tí var hann boðsendur til roynd- arvenjingar. Áhugin er stórur Hóast Glasgow Rangers eftir fyrstu vitjanina hjá Inga enn einaferð sendi boð eftir føroyska miðvallaran- um, og Ingi tískil fyri aðru ferð royndarvandi í fel- agnum, spurdist einki burt- urúr. Í gjár fekk Ingi Høj- sted at vita, at hann ongan sáttmála fær frá Glasgow Rangers í hesum umfari. Umboðsmaðurin hjá Inga Højsted, Jákup í Stóru- stovu, sigur, at hóast einku spurdist burturúr venjing- unum hjá Inga í Glasgow Rangers, so eru vónirnar góðar um, at tað fer at eydnast unga manninum at fáa ein sáttmála við okkurt annað felag. Jákup í Stóru- stovu greiðir frá, at Ingi longu í komandi viku aftur fer at vitja okkurt felag, har hann skal royndarvenja, og fleiri onnur feløg liggja framvið, sigur hann. Tað hevur ljóðað, at tvey av feløgunum, sum hava sýnt Inga áhuga, skulu verða hollendska Ajax Amsterdam og enska Bolt- on. Serliga skal Bolton hava sýnt Inga stóran áhuga, og vælvitandi keldur vilja verða við, at tað er hagar, at leiðin hjá Inga gongur í næstu viku. Jákup í Stóru- stovu vil tó hvørki vátta ella avsanna hesi tíðindi. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa fatur á høvuðspersón- inum sjálvum. Ingi fer ikki til Rangers Tað eydnaðist ikki í hesum umfarinum hjá Inga Højsted at fáa sáttmála við skotska stórfelagið Glasgow Rangers, men fleiri onnur feløg eru áhugaði í unga føroyska miðvallaranum savnsmynd Nógv bendir nú á, at Andrew av Fløtum aftur verður at síggja í reyðu og svørtu strípunum hjá HB komandi kappingarár. savnsmynd 15 Í hesum døgum eru fólk frá danska samtakinum STOP í Føroyum, har tey leita eftir teimum, ið selja piratkort, ið eru ólóglig kort til mót- tøku av útlendskum sjónvarpsrásum PIRATKORT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er eingin loyna, at nógvir føroyingar nýta tey sonevndu piratkortini til tess at síggja útlendskar sjónvarpsrásir. Hesi pirat- kort eru kort, ið fólk hava keypt frá privatfólki, sum hava ólógligani hava gjørt hesi kort. Piratkortini eru væl bíligari enn tey lógligu kortini, ið einans fáast til keyps frá góðkendum for- handlarum hjá útlendsku veitarunum. Nógv at fara eftir Í Danmark hava størstu veitararnir av gjaldsrásum, Canal Digital og Viasat, í felag sett á stovn samtakið STOP, sum hevur til enda- mál at finna fram til tey fólk, ið bæði selja og nýta áðurnevndu piratkort. Kunningarstjórin hjá Via- sat, ið hevur rásirnar TV3, 3+, Viasat Sport og aðrar, Niels Jørgen Langkilde, váttar, at fólk hjá STOP í løtuni eru í Føroyum og royna at fáa fatur á teimum, ið fremja áðurnevndu lóg- arbrot. – Tað er rætt, at vit í løt- uni hava fólk í Føroyum, og eg kann siga so mikið sum, at vit hava ógvuliga nógv og heit spor at ganga eftir, sigur Niels Jørgen Lang- kilde. Tó sigur kunningar- stjórin hjá Viasat, at Føroy- ar einki serdømi er í so máta, tí tað tykist ikki sum um, at piratkortini eru meiri vanlig her enn í granna- londunum, sigur hann. Niels Jørgen Langkilde sigur, at STOP hevur tvey endamál við vitjanini í Før- oyum. Umframt at jagstra tey fólk, ið selja og nýta piratkort, er samtakið eisini á vitjan hjá teimum, ið selja lóglig kort og útgerð til móttøku av rásunum hjá Canal Digital og Viasat. Hetta verður gjørt millum annað við tí fyri eyga, at tosast kann um, hvussu tann tekniski parturin við móttøku av signalinum frá Canal Digital og Viasat riggar í Føroyum, sigur Niels Jørgen Langkilde. Stórur trupulleiki Tað eru ikki smávegis upp- hæddir, ið fyritøkurnar aftan fyri STOP, missa or- saka av piratkortunum. Niels Jørgen Langkilde sig- ur, at talan er um risa milli- ónaupphæddir, sum Canal Digital og Viasat ikki fáa hendur á, tí at fólk velja at keypa piratkort. Sum dømi nevnir hann, at størsti fong- urin hjá STOP í fjør. Tá var ein dani tikin og skuldsettur fyri at hava selt ikki færri enn 2,7 milliónir piratkort til fólk ymsastaðnis í Eur- opa. Havandi í huga at tey lógligu kortini vanliga kosta nakrar túsund krónur, er lætt at rokna út, at hesin danin hevur selt piratkort fyri óhugnaliga nógvar pengar samanlagt. Kunningarstjórin hjá Via- sat vísir eisini á, at í Dan- mark eru nógv dømir um, at fólk, ið hava fingist við piratkort eru komin rættu- liga illa fyri. Til dømis nevnir hann, at tað seinnu árini hevur víst seg, at nógvir skipaðir brotsmenn eru farnir at selja piratkort. Fólk, ið hava keypt einaferð frá hesum monnum, verða síðani hótt til at blíva við at keypa, tí annars fer okkurt ódámligt at henda teimum, greiðir Niels Jørgen Lang- kilde frá. – Tað vísir seg eisini, at í fleiri av granna- londum okkara eru rokkar- ar farnir undir at selja pirat- kort, og fólk eru komin heilt illa fyri av hesum, sig- ur kunningarstjórin hjá Via- sat. Nýggj skipan skal steðga trupulleikanum Í eini roynd at steðga trup- ulleikanum við piratkortun- um hava fyritøkurnar aftan fyri samtakið STOP nú brúkt eina stóra millióna- upphædd upp á at fáa eina nýggja koduskipan, ið skal forða fyri, at tað ber til hjá privatfólki at framleiða nógv umrøddu piratkortini. Niels Jørgen Langkilde sig- ur seg bæði vóna og vænta, at hetta fer at verða við til, at piratkortini fara í søgu- bókina. – Hendan kodu- skipanin er so mikið fram- komin, at eg illa dugi at ímynda mær, at tað fer at bera til at »knekka« kod- una, sigur Niels Jørgen Langkilde at enda. Jagstra piratkort í Føroyum Mánamorgunin kom hesin bilurin hjá STOP til Føroya við Norrønu. Bilurin verður nýttur í jagstranini eftir piratkortum í Føroyum. mynd: Jens Kr. Vang