Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 29 • 18. JULI 2016 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Marius er aldurs­ forseti í Havsbrún Hallur av Rana L ítið visti tá 33 ára gamli fugl­firð­ ingurin Marius Petersen, at tað var byrjanin til eina langa starvs­ leið, tá hann ein vanligan sunnudag í 1970 fór ein túr oman á kaiina í Fugla­firði at taka móti svágrinum, ið var komin heim frá fiskiskapi eftir makreli við Boðanes. – Har møtti eg Ditleif Eldevig, ið tá var ein av høvuðspersónunum í Havs­brún. Hann bjóðaði mær at koma til arbeiðis á virkinum dagin eftir og eg tók av. Hetta var eitt sunnukvøld og eg fór til arbeiðis mánamorgun, greiðir Marius Petersen frá. Har hevur honum dámt væl, tí hóast 46 ár eru farin síðan hendan dagin, og hóast virkið er ment nógv og eigarar og stjórar hava skift, so er tann í dag 79 ára gamli Marius Petersen enn til arbeiðis í Havsbrún. Har hevur hann trúfast, fyriuttan ein lítla steðg, møtt til arbeiðis øll árini síðan hetta sunnukvøldið í 1970. – So man kann siga, at tað var av tilvild, at eg fekk hetta starvið, sigur Marius Petersen, ið greiðir frá, at hann eisini hevði okkurt tilknýti til Havsbrún áðrenn. – Eg arbeiddi eisini fyri Lamhauge og Holst, tá gravað varð út til virkið. Vit sprongdu niðan í bergið, fyltu út til undirlendi og planeraðu økið, har Havsbrún varð bygt. So tað kann sig­ ast, at eg havi arbeitt við Havsbrún frá byrjan av, sigur Marius Petersen. Nógv broytt hesi árini Tá Marius Petersen tók við starvinum var talan um eitt nýmótans virki, ið stóð seg væl í kappingini við onnur virkir. Tað er tað enn, men nógv er broytt hesi árini. – Tá eg byrjaði, so virkaðu vit um­ leið 400 tons um døgnið. Tað hildu vit vera øgiliga nógv tá. Men bara tvey ár aftaná varð ein nýggjur ketil keyptur, so varð ein nýggja turka keypt, so ein nýggjur kókari og soleiðis hevur tað verið síðani. Tað verður aldrin liðugt, tí tað blívur við at koma fleiri amboð. Nú klára vit 1800 tons um døgnið, sigur aldursforsetin á Havsbrún. Spurdur um hann megnar at fylgja teimum yngru monnunum á virkinum, er Marius Petersen skjótur at svarar. – Tað havi eg klára higartil. Teir eldru eru meira hugagóðir og støðu­ fastir, meðan teir yngru hava betri tíð at stilla seg at práta. Tað havi eg ikki tíð til, man skal koyra á, tá man er í gongd. Men teir ungu læra væl og læra skjótt. Ætlar at gevast í heyst Tað er ikki vanligt, at fólk eru so nógv ár á arbeiðsmarknaðinum eftir, at tey hava møguleikan fyri at fara á pen­ sjón. Summi velja sjálvi at gevast, með­an onnur fáa at vita, at tey sleppa ikki at halda fram. Tað hevur tó ikki verið ein trupulleiki hjá Mariusi Peter­ sen. – Eg spurdi Bergur Poulsen, ið var stjóri tá, um eg kundi halda fram í arbeiðinum. Hann segði, at tað var eingin trupulleiki, og at eg bara skuldi siga frá nakrar dagar áðrenn eg ætlaði at gevast. Tað sama havi eg fingið at vita frá núverandi stjóranum Odd Elia­ sen. Marius Petersen er tó væl greiður yvir, at alt fær ein enda, og hann veit eisini nær hann ynskir at gevast. – Eg fylli 80 ár í oktober, men ætl­anin er at gevast áðrenn tað. Tað verður við eitt sindur av sorgblídni tá eg fari, tí eg havi verið her meginpartin av mínum vaksna lívi. Hann hevur tó ongar ætlanir um at setast afturá og taka tað róligt, men hevur longu eina verkætlan í huga. – Eg havi ein bát, ið skal flotast aftur. Hann hevur staðið á landi í fýra- fimm ár, tí hann skal skifta motor, men nú skulu abbabørnini og synirnir fáa gleði av honum. – Eg fylli 80 ár í oktober, men ætlanin er at gevast áðrenn tað. Tað verður við eitt sindur av sorgblídni tá eg fari, tí eg havi verið her meginpartin av mínum vaksna lívi. Tað sigur 79 ára gamli Marius Petersen, ið byrjaði at arbeiða í Havsbrún í 1970 Finnur Justinussen