Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 29 • 18. JULI 2016 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Andrass Thomsen STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUNA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Framsøkin, skyldurøkin og smílandi. HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Eigi tíverri ongan bil. HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? Samsung Galaxy S7 Edge. HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR­ FRÍTÍÐARUPPLIVING? Uttanlandsferðir við familjuni. HVAT ORÐ ELLA HVØNAN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Fínasta slag HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Smílinum. HVAT STRESSAR TEG? Órudd og at bíða. HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Tournedos við whiskeysós HVAT GLEÐIR TEG? At øll rundan um meg hava tað gott, og tá B36 vinnur ;) HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? At eg fekk pláss at lesa Football Management hjá ECA. HVAR ARBEIÐIR TÚ? Samskipari hjá B36. HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Eg havi altíð haft stóran áhuga fyri tí fyrisitingarliga rundan um fótbóltsfeløg. Meira enn spælið á vøllinum. HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Tá B36 vann FM í fjør, og tá vit skipaði fyri Intersport Summar Cup í farnu viku. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Tað er rættliga ymiskt, tað sum er á Voxpop (dugi ikki velja sangir sjálvur). HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Linsur, tí tað brúki eg hvønn dag. HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Uttan iva teldan. HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Googla tað ! ;) HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Nei. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Fyrst og fremst keypt mær ein bil, og so fari ferðast suður eftir við familjuni. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Hjálpt teimum nærmastu og fari ferðast suður eftir. HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? At her er friðarligt og trygt. HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Tað er ein góður spurningur, men arbeiðið vónandi innan okkurt áhugavert og mennandi. Her er friðarligt og trygt Órudd og bíðitíð stressa meg