Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 29 • 18. JULI 2016 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Fimm kunnu súgva í senn Vilmund Jacobsen H já teimum, sum hava heima­ lomb, kann hugskotið á við­ heftu mynd vera genialt, ser- liga tá talan er um fleiri lomb, sum skulu hava kipp at leska sær við úr boppu­fløsku – upp til fleiri ferðir um dagin. At hava eitt ílat – spann ella líkn­ andi – har fleiri boppur stinga niður úr, sum myndin vísir, er ikki nakað nýtt upp­finnilsi. Hetta hevur verið kent og brúkt í fleiri ár. Viðhefta mynd er tikin í Skemmu­ garðinum á Sandi, og í ílatinum eru fimm boppur, sum stinga út. Blandingin, sum lombini fáa, er vanliga kipp blandað upp í vatni, sum er kókað. Hetta kann vera genialt, men er ikki nakað nýtt uppfinnilsi og hevur verið kent og selt í fleiri ár Tjaldur syrgir sín maka Articon ger íløgur á Sandi N ú er rættilig ferð komin á jørðarbeiðið undir nýggja summarhúsøkinum á Sandi. Tađ er fyritøkan Articon, ið hevur sín uppruna á Sandi, sum eigur økið, og sum nú ger tað byggi­ búgvið. Ætlanin er, at 12-14 summar­ hús skulu setast upp. Hetta verða hús í tveimum sniðum. Talan er um eina lidnað loysn, har byggiharrin ger uttanumøkiđ, vegir og alt ann­ að liðugt, og síđan verða húsini seld. Mett verður, at summarhúsini í ferðavinnuhøpi kunnu fáa stóran týdning fyri Sands kommunu og Sandoynna í síni heild, tí jú fleiri fólk, sum kunnu fáast í oynna, jú fleiri avleiddar vinnur kunnu fáast burtur úr í oynni. 
 Summarhúsøkið á Sandi liggur í vøkrum umhvørvi viđ góðum út­ sýni. vilmund@sosialurin.fo Eitt tjaldur, sum missir sín maka, kann syrgja upp í fleiri dagar Vilmund Jacobsen Á myndini síggjast tvey tjøldur, har ann­að er komið fyri ein bil, og makin gongur longri uppi á vegnum og syrgir. Myndin er tikin av Sandi, og tað er Brandur Sandoy, sum eigur myndina. Í gamla tíðarritinum Dúgvan, 2. árg. frá 1942, stendur at lesa um, hvussu tjaldur kann syrgja maka sín. Her verður skrivað um ein mann, sum í hálvlýsingini ein morgun hevði skotið eftir einum tjaldurspari, men bert hevði rakt annað tjaldrið. »Hitt tjaldrið, ið eftir livdi, sat í sam­fullar tríggjar dagar á húsatekjuni hjá mann­inum, ið makan hevði tikið frá tí – og bíðaði eftir, at tað skuldi fáa makan aftur. Men, sjálvandi var tað til onga nyttu, tí makin var deyður – fallin fyri mannahond«. vilmund@sosialurin.fo