Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 29 • 18. JULI 2016 18 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Jógvan bjóðar inn á Grøna Herbergið J ógvan Hansen, Fríðrik Ómar Hjør­- leifsson og Vignir Snær Vigfússon eiga í felag Grøna Herbergið, sum lat upp fyri vikuskiftið. Jógvan Hansen, sum fyri 10 árum síðani gjørdist landskendur í Íslandi, tá ið hann vann X Factor kappingina har, hevur verið nógv frammi sum tón­ leikari síðani, og nú er hann farin undir nýtt virksemi saman við tveimum monn­um, sum hann hevur samstarvað nógv við seinastu árini. Grøna Herbergið hevði móttøku fyri innbodnum mikukvøldið, og um vikuskiftið hevur staðið havt opið fyri almenninginum. – Green Room hevur fingið sera góða móttøku frá teimum, sum vit kenna og samstarva við, og nú vóna vit, at eisini almenningurin fer at taka væl undir við staðnum, sigur Jógvan Hansen. Jógvan, Fríðrik Ómar og Vignir Snær fara allir at verða við í rakstrinum av Grøna Herberginum. – Vit halda, at tað er spennandi og avbjóðandi at fara í holt við hetta staðið. Vit vita, at tað verður krevjandi at reka eitt slíkt stað, men vit eru eisini uppsettir upp á at fáa tað at koyra væl, sigur Jógvan Hansen. Jógvan og samstarvsfelagarnir fara sjálvir at hava framførslur í Grøna Her­berginum, men teir fara eisini at brúka aðrar tónleikarar á spæli­ staðnum, sum hevur tey, ið eru eldri enn 25 ár, sum málbólk. Alt er nýtt Green Room heldur til á Lækjaragøtu í miðbýnum í Reykjavík. Adressan hev­ ur áður hýst einum strippklubba við ivasomum umdømi, men tann tíðin er nú farin. – Vit hava fullkomiliga bygt stað­ ið upp frá nýggjum. Hvørt horn í høl- unum er gjørt av nýggjum. Vit hava stríðst og strevast saman við góðum fólki í langa tíð fyri at fáa staðið so flott og innbjóðandi sum gjørligt, sigur Jógvan Hansen. Grøna Herbergið er í tveimum hædd­um. Í niðaru hæddini er barr og pallur við spildurnýggjum digitalum ljóð­anlegg, og har fara tónleikarar at framføra live. Í ovaru hæddini er cocktail-barr og flygul. Staðið fer at hava opið sum café um dagin og kvøld­ini. Um vikuskiftini verður opið út á náttina, og eftir midnátt fríggja­ kvøld og leygarkvøld verður niðara hæddin náttklubbi við góðum tónleiki, meðan ovara hæddin skal verða meira friðarlig til tey, sum hava hug at hugna sær meira róliga. Klaksvíkingurin Jógvan Hansen og tveir íslendskir vinmenn hava latið upp nýtt spælistað í miðbýnum í Reykjavík Jógvan Hansen, Vignir Snær og Fríðrik Ómar eiga og reka nýggja staðið Grøna Herbergið í Reykjavík Grøna Herbergið er snøgt innrættað Jógvan og Fríðrik Ómar framføra Nógv fólk møttu til óalmennu upplatingina Í farnu viku var móttøka fyri inn­ bodnum í Grøna Her­ berg­inum