mánadagur 18. juli 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 29 • 18. JULI 2016
20
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
að verða 30 ár í august, síðan
nólsoyingurin, Ove Joensen, sáli,
róði langa teinin úr Føroyum til
Danmarkar. Tað var triðja royndin,
sum eydnaðist, og Ove Joensen náddi
málinum, hann hevði sett sær.
Trý summar í slag – í 1984, 1985
og í 1986 – róði hann teinin úr Føroy-
um til Hetlands, men tær báðar fyrru
ferðirnar, endaði ferðin í Hetlandi.
Í triðju royndini, sum byrjaði í Nóls-
oy, kom hann eisini til Hetlands og
hevði áræði at halda leiðina fram til
Danmarkar.
Fyri Ova vóru hesir túrar ógvuliga
hendingaríkir, og neyvan hevur altíð
sæð so bjart út á ferðini – í lítlum ára
báti millum lond.
Ove Joensen fekk ikki eitt langt lív
eftir bragdið, hann framdi, tí longu
heystið eftir druknaði hann á Skála-
fjørðinum – í blikastilli.
Tá Finnbogi Ísakson, sáli, gav út
bókina »Aftur og fram«, skrivaði hann
nakrar reglur um Ova og lív hansara,
eftir at nólsoyingurin var deyður á
Skálafjørðinum. Beinraknað yvirskrift
in til hesa grein hjá Finnboga Ísaksyni
um Ova Joensen var »Livdi í ódn –
doyði í logn«.
Sonur á vitjan
Ove Joensen gjørdist kendur í Før
oyum og út um landoddarnar, tá hann
í Dianu Victoriu róði til Danmarkar.
Stívliga 40 samdøgur eftir fráferðina
úr Nólsoy eydnaðist tað honum
við Merkinum í húnar hátt at røkka
málinum og hálsfevna og kyssa Lítlu
Havfrúnna við Longu Linju í Keyp
mannahavn.
Hópur av fólki var samankomið
við Longu Linju, og yvirborgarstjórin
í Keypmannahavnar kommunu, Egon
Weidekamp, sáli, helt røðu fyri Ova
Joensen.
Men,
nólsoyingurin
hevði
so
sanniliga eisini eitt lív fyri tíðina, tá
hann fór undir at gera sín dreym til
veruleika – dreymin um at rógva úr
Føroyum til Danmarkar.
Sum blaðungur sigldi hann eitt nú
við danska skúlaskipinum, har hann
nam sær kunnleika um góðan sjó
mansskap, og hann sigldi eisini víða
um lond við øðrum skipum og bátum,
eins og hann eitt skifti sigldi fyri
ríkmann í USA.
Í sínum lutfalsliga stutta lívi gjørd
ist Ove Joensen eisini pápi at tveimum
gentum og einum dreingi úti í tí stóru
verð.
Genturnar, Christina og Rose, hava
áður vitjað aftur á røturnar í Føroyum,
og nú um dagarnar vitjaði eisini sonur
Ova, Bo Janoschka, sum býr í Avstraliu
og hevur týska mammu, fyri fyrstu
ferð í Føroyum.
Bo Janoschka sigur, at hann leingi
hevur droymt um hesa ferðina at vitja
røtur sínar, og hetta er nakað, hann
hevur glett seg til í nógv ár.
– Eg var smádrongur, tá mamma
mín fyrst ferð fortaldi mær um pápa
mín. Mamma mín giftist týskum
manni, sum doyði lutfalsliga ungur í
2004. Eg hevði tað ógvuliga gott hjá
mammu og fosturpápa mínum, og tí
saknaði eg einki. Men, so hvørt, sum
eg gjørdist tilkomin, gjørdist eisini for
vitni um veruliga pápa mín størri, og
eg fekk alt at vita, sum mamma mín
visti at siga mær.
Bo Janoschka sigur, at mamma
hansara og Ove í sínari tíð vóru skips
felagar umborð á norskum skipi, og
tað var har, hann varð gitin í móðurlívi
og føddur í Bremen í Týsklandi.
– Ove visti, at hann var pápi mín.
Tá mamma mín sá Ova seinastu ferð,
bar hon meg undir belti og hevði stór
an búk. Eg eigi eisini eitt bræv, sum
mamma mín einaferð skrivaði til pápa
mín. Hetta er eitt ógvuliga persónligt
bræv, har mamma mín fortelur Ova
um meg. Tað framgongur eisini í
brævinum, at eingin ivi er um, hvør
pápi mín er, sigur hann.
Hurðar standa opnar
Bo Janoschka sigur seg gleðast um, at
hurðar nú standa opnar fyri honum í
Føroyum.
– Hurðin hjá mær í Avstraliu stend
ur eisini opin fyri føroysku familjuni
hjá mær. Føroyar eru eitt serstakliga
vakurt land, og fólk eru ógvuliga blíð
og fyrikomandi, sigur Bo Janoschka.
Ove visti at han
Tá Finnbogi
Ísakson, sáli, gav
út bókina »Aftur
og fram«, skrivaði
hann nakrar
reglur um Ova og
lív hansara, eftir
at nólsoyingurin
var deyður á
Skálafjørðinum.
Beinraknað yvir
skriftin til hesa
grein hjá Finnboga
Ísaksyni um Ova
Joensen var »Livdi
í ódn – doyði í
logn«.
– Eg var smádrongur, tá mamma mín fyrst ferð fortaldi
mær um pápa mín, Ova Joensen, sigur Bo Janoschka,
sum fyrstu ferð hevur vitjað í Føroyum
Her er Bo á gomlum gøtum í Nólsoy saman við elsta beiggja
og yngstu systir Ova Joensen, Hans Sofusi (Ba) og Helenu
Á ferðini í Føroyum hevur Bo Janoschka eisini roynt seg sum rógvara