Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað brýtur í bæði borð í Evropa. Samveldið er í nýggjum avbjóðing­ um, og møguleikin lúrir fyri, at bylt­ ing­arnar fara at verða eins stórar næstu fjøruti árini, sum tær hava verið seinastu fjøruti árini. Næsta ár vera tað seksti ár síð­ ani, at tey seks skipaðu seg í EEC – Vesturtýskland, Frakland, Italia, Holland, Belgia og Luksemborg. Í 1973 løgd­ust Bretland, Írland og Dan­mark aftrat, Grikkaland varð limur í 1981, Spania og Portugal í 1986 og Svøríki, Finn­land og Eysturríki í 1995. Tá lá tað ræðið fyri, tí talan var um lond við fólkaræði, mannarættind­um og kjølfesti í protestantiskum og kat­ ólsk­um kristindómi, sum funnu sam­ an. So gekk tað skjótt, og av­bjóð­ing­ ar­nar margfaldaðust. Limatalið eks­ plod­eraði, og í fleiri førum var talan um nýggj lond, sum fyri stuttum høvdu sæð dagsins ljós eftir í hálva øld at hava verið undir kommunist­ iska jarn­hælinum: Estland, Lettland, Litava, Pólland, Tjekkia, Slovakia, Ungarn, Slovenia, Kypros og Malta í 2004, í 2007 vórðu Rumenia og Bulgaria limir, og limatalið vaks til 28, tá ið Kroatia fyrsta juli í 2013 varð limur. Forsprákararnir og stovnararnir sóu evropeiska felagsskapin fyrst og fremst sum trygd fyri, at elju stríð­ini, sum tvær ferðir í tjúgundu øld høvdu verið við at forkoma Evropa, skuldu ikki endurtaka seg. Fólkaræði og mannarættindi sam­an við búskaparligari fram­gongd hava verið grundarlagið, sam­stundis sum samveldið við fimm hundrað milliónum íbúgvum hevur verið týd­ ningarmikil leikari í altjóða sam­fel­ agnum. Rembingarnar hava verið nógv­ar, og spurningurin hevur støðugt verið, hvussu miðsavningin gekk í takt við fólkaræði og mannarættindum. Nú er tað greitt, at ES í verandi líki hevur toppað. Aldan av fremmandum, sum floyma yvir Evropa, er høvuðsorsøk­ in til, at Samveldið er skrædnað, og nú verður bíðað eftir, hvat tað næsta verður. Bretland hevur tikið seg burturúr, og populistiskar tjóð­skap­ ar­rørslur hava blíðan byr. Í hesi vikuni eru republikanarar­ nir í USA savnaðir at kjósa Donald Trump til forsetavalevni. Um hann verð­ur valdur til forseta, so fara karm­arnir fyri altjóða politikk­inum og harvið eisini Evropa at broytast radikalt, og so er tað ikki óhugsandi, at Le Pen fer at vinna franska for­seta­ valið. Ræðuleikarnir í Nice fyri fáum døgum síðani hava heilt víst taðað fyri tí møguleikanum! Turkaland hevur leingi verið á kandidatlistanum til limaskap í ES. 75 milliónir íbúgvar høvdu verið vorð­in sum vøkstur í innara marknað­inum. Støðan viðvíkjandi mannarættind­um og fólkaræði eru so sum so, og ætlan­in hjá Erdogan um aftur at geva møgu­ leika fyri deyðarevsing kubbar høvdið av møguleikanum fyri limaskapi. Samstundis verður í Skotlandi arb­eitt av øllum alvi fyri, at ES lima­ skap­ur­in skal verða varð­veittur, hóast Bret­land tekur seg burturúr. Tað lukt­ ar av støðuni hjá okkum sjálv­um og Dan­mark, um enn tað er við øvugt­um fortekni. Skotska ynskið kann enda við nýggjari fólkaatkvøðu um loys­ing frá Bretlandi. Kanska tann fyrsta av mongum fólkaatkvøðum um fram­ tíðar støðuna hjá fólkum og fólka­sløg­ um í Evropa og ES. STÓRAR AVBJÓÐINGAR BÍÐA Aksel heldur fyrstu ólavs­øku­ røðuna TÍÐINDI SÍÐA 8 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1 pro­sent. Tað eru príslækkingar á brennievni, sum hava ávirk­að brúkaraprístal­ið mest seinasta árið. Í nýtslu­ bólk­inum býli er prísur­in á brenniolju til húsar­hald farin 22,9 prosent niður. Eisini rentan á íbúðalán­um er lækk­að, og samanlagt er býlis­kostn­að­urin farin 7,1 prosent niður. Í nýtslubólkinum flut­ ning­ur eru prísirnir á brenni­ evni til akfør lækkaðir 9,1 pro­sent, og samanlagt er flutn­ings­kost­nað­urin farin 1,9 prosent niður. Prísirnir eru eisini lækk­ aðir í nýtslubólkinum ymisk­ ar vørur og tænastur, m.a. tí barnagarðspláss eru vorðin bíligari. Mesti prísvøkstur sein­ asta árið hevur verið í nýtslubólkinum hotel og mat­veitara, 2,2 prosent. Árligi prísvøksturin á matvørum var 1,2 prosent. Tað eru serliga prísirnir á frukt og breyði, sum hava ávirkað matvøruprísirnar uppeftir. Bíligari at liva í Føroyum Uppboðssøla av 600 tons­um av botnfiski í norska part­ inum av Barents­havinum var mánadagin. Sølan endaði við, at P/F Akraberg við farinum Akra­ berg fekk 100 tons, P/F Enni­ berg við farinum Enni­berg fekk 300 tons og P/F J.F.K. Trol við farinum Sjúrðar­berg fekk 200 tons. Vørn upplýsir, at átta boð vóru til uppboðssøluna har tað hægsta boðið var 6,50 kr./ kg. Keypsprísurin er tó sett­ur til at vera 4,50 kr./kg og gev­ur tað tilsamans 2.700.000 krón­ ur í landskassan. Minsti prísurin, ið lands­ stýrismaðurin hevði ásett, var 1,75 kr./kg. Enniberg keypti helvtina av kvotuni Gekkurin er ein penga- maskina TÍÐINDI SÍÐA 6 Í hesi vikuni eru republikan­arar­nir í USA savnaðir at kjósa Donald Trump til forsetavalevni