Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Bert við kring­ varps­gjald­in­um fær Kringvarp Før­oya ein­ar 10 mil­ljónir krónur meira inn í ár enn í fjør. Høvuðsorsøkin er, at stovn­ur­in ikki skal gjalda MVG í ár. Kring­ varps­gjaldið er eis­ini umlagt, men sam­an­lagt gevur tað slak­ar 59 milljónir krón­ur. Í fjør komu 60 mill­ jónir krónur inn, men av teim­ um skuldu tær 12 milljónirnar gjaldast sum MVG. Kringvarpsgjaldið er um- lagt, so nú gjalda privatfólk og almennir stovnar uppá hvør sín máta. Privatfólk gjalda 50 milljónir krónur og virkir og stovnar 10 milljónir krónur. Men harumframt hevur Kringvarpið eisini inntøkur frá lýsingum og spølum. Gekkurin hevur fyrstu fimm mánaðirnar í ár givið fimm milljónir krónur fleiri í kassan enn sama tíðarskeið í fjør. Í ár eru 7,5 milljónir kom­ nar inn við gekkinum, meðan inntøkurnar í fjør ikki vóru meira enn 2,3 milljónir krón­ur. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár fekk KVF átta milljónir krónur fleiri í kassan, men framgongdin var fyrst og fremst gjøgnum um­legg­ing­ ina av kring­varps­gjaldinum og so gjøgnum stóra gekkin í vár. Hóast góðu gongdina, so eru tað aðrar inntøkur sum minka. Talan er bæði um kunngerðir og lýsingar í út­ varpinum og lýsingar í sjón­ varp­inum. Øll gjalda Í einum svari til Bjørn Kalsø, tingmann fri Sam­ bands­flokkin, sigur lands­ stýris­kvinnan við menta­ mál­um, Rigmor Dam, Javn­aðar­flokkurin, at kring­ varps­gjaldið skulu øll gjalda, utt­an mun til hvørja nýtslu verð­ur gjørt av tænastunum. Partafeløg og smáparta­ feløg skulu eisini gjalda kring­varpsgjald. Eftir nýggju skipanini eru tað bert tær vinnufyritøkur, sum reka virksemi sum parta- ella smápartafeløg, sum gjalda kringvarpsgjald. Hesi hava fingið rokning fyri 2016, og samlaða upp­ hæddin er 6.4 milljónir krón- ur. Í gomlu skipanini vóru øll arbeiðspláss gjaldskyldug (tó ikki tey við bert einum starvs­fólki, um tey ikki høvdu móttøkuhøli til við­ skifta­fólk). Hvørt talan var um parta­ feløg, einstaklingavirki ella annað var ikki avgerandi fyri gjaldsskylduna. Bjørn Kalsø, Sambands­ flokkurin, var landsstýris­ mað­ur við mentamálum, áðrenn Rigmor Dam yvirtók økið hálvan september í fjør. Bjørn Kalsø sigur, at hann fegin vil vita, hvat er broytt, nú samgongan hevur sagt, at kringvarpsgjaldið er rættvísari. Broytingarnar hava eisini við sær, at nú er tað ikki KvF, sum stendur fyri innkrevjingini, men TAKS. Bjørn Kalsø vildi eisini vita, hvussu útróðrarbátar gjalda kringvarpsgjald. Hann heldur ikki, at menn umborð á bátum við einum manni hava serligt høvi at hyggja í sjónvarp. Í svarinum verður sagt, at eru bátarnir í einum felag, so skulu teir gjalda vinnu­ gjald, men eru teir ogn hjá sjálvstøðugum vinnu­rek­ andi, so sal eigarin rinda sama persónliga gjald, sum aðrir kundar hjá KvF. arnig@sosialurin.fo Kringvarp Føroya munandi betur fyri fíggjarliga í ár sæð í mun til árini frammanundan GEKKASPÆLIÐ TRYGGJAR KVF STÓRAR INNTØKUR KVF Bjørn Kalsø hevur fingið svar uppá sínar spurningar til landsstýriskvinnuna við mentamálum