Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÓLAVSØKURØÐA Hetta fer løgmaður at siga í ólavsøkurøðuni Fyri fyrstu ferð skal Aksel V. Johannesen, løgmaður, halda sína ólavsøkurøðu, tá ið Løgtingið verður sett Árni Gregersen Seinastu árini hevur tað verið huga­ligt hjá løgmanni at halda ólav­søkurøðuna. Fyrrverandi løgmaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, Sam­bands­flokkurin, hevur havt heiðurin sein­astu mongu árini, men í ár er nýggj samgonga og nýggjur løg­maður. Hjá Aksel V. Johannesen er hugaligt at halda røðu, tí sjálvdan hevur verið so nógv virksemi í Før­oyum, sum hesi seinastu tvey-trý árini. Løgmaður fer at stað­ festa, at arbeiðsloysið er met­lítið, og at vit ongantíð hava útflutt so nógv sum nú, og lønar­útgjaldingarnar eru vaks­andi. Aksel V. Johannesen fer at kunna siga sum løg­mað­ ur gjørdi á ólavsøku í fjør, at fólkatalið veksur og vit nú álvara nærkast 50.000 fólk­ um, sum búgva í Før­oy­um. Aksel V. Johannesen tók við sum løgmaður í sep­temb­er í fjør, og síðani tá hev­ur fult virksemi verið í land­inum. Hetta fer hann sjálv­andi eisini at nevna. Løgmaður stendur á odda fyri eini samgongu millum Tjóð­veldi, Javnaðarflokkin og Fram­sókn. Einari sam­ gongu, sum í sam­gongu­ skjal­inum hevur bundið seg til at býta stóru virðini í sam­felagnum á ein annan hátt, enn gjørt hevur verið higar­til. Nevndirnar Samgonguskjalið er arbeiðs­ setn­ingurin hjá samgonguni. Í sam­gonguskjalinum hava teir tríggir flokkarnir sett sær fyri at broyta gongdina í Føroym. Sumt er broytt. Tað fer løg­maður at vísa á. Hann fer at siga, at broyt­ ing­ar­nar í pensjón­unum, har grund­upp­hæddin minkaði eitt sindur, men gjaldið úr Sam­haldsfsta vaks, er ein betring av viðurskiftunum hjá pensjonistunum. Tað er eisini rætt, men broyt­ingin er tó ikki serliga stór. Í flestu yvirlitum verð­ ur ikki tikið við, at gjald­ið úr Samhaldsfasta verð­ur skatt­ að. Tað var grund­upp­hæddin ikki. Hóast broytingar eru hendar, so eru flestu viður­ skiftini, sum verða nevnd í samgonguskjalinum ikki hend enn. Málini eru send til nevnd­ ir og bólkar, sum so hava lat­ið álit ella skulu lata álit skjótt. Eitt heitt mál, sum løg­ mað­ur hevur liggjandi, er menn­ingar­ætlanin fyri heilsu­verkið. Bólkurin mælir til, at øll trý sjúkrahúsini verða løgd undir eina leiðslu, umframt at akutta mót­tøkan í Klaks­ vík verður meira ella minni niðurløgd. T i n g f ó l k og onnur úr Norð­ oyggjum hava tey flestu sagt, at hetta eru tey hart ímóti. Eitt sjúkrahús utt­ an lokala leiðslu er ikki eitt sjúkrahús, siga fleiri teirra. Spennandi at hoyra, hvat løg­maður fer at siga um hetta. Ein annar bólkur hevur eisini latið eitt álit um endur­ venjing frá sær. Hetta er eisini eitt mál, sum politisk støða skal takast til, tí skal endurvenjing lyftast upp á sma støðið, sum hon er í grannalondum okkara, so kostar tað eisini pengar. Fiskivinnan Nýskipanin av fiskivinnuni er eitt stórt mál, sum sam­ gongan í sam­gongu­skjal­in­ um setti sær fyri at broyta. Spekulasjón við privat­ um keypi og sølu av fiski­ rættindum verður steðgað, og øll fyrisitingin av lógini um vinnuligum fiskiskap eftir­mett. Ein grundleggjandi ný­ skipan av fiskivinnuni verð­ ur millum høv­uðsmálini hjá samgonguni. Ein breitt samansettur ar­beiðs­bólkur við fakligum førleikum og vinnuligum roynd­um verður alt fyri eitt settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan í fiskivinnuni frá 1. januar 2018. Meginreglan er, at vinnan skal virka eftir marknaðartreytum. Hesin bólkurin arbeiðir fram­vegis, og tað verður helst ein lætti fyri løgmann at siga, at enn bíða vit eftir álitinum frá bólkinum. Dead­ line er 1. august, men ivasamt er um bólkurin verður liðug­ ur til ásetta dagin. Eitt annað stórmál er pen­ sjónin. Ikki tann pen­sjón­ in, sum verður út­goldin í ár ella næsta ár, men tann pensjónin sum skal út­gjald­ ast um 10-20 ár. Hvussu skipa vit hesi við­ ur­skiftini? Meiningin var, at pen­ sjóns­bólkurin skuldi vera lið­ ugur við arbeiði sítt áðrenn summar­frí­tíð­ina, men so var ikki. Júst hesin spurningurin er tætt tengdur at hald­før­in­ um í framtíðar búskapinum. Her fer løgmaður at siga, at fundir hava verið í pen­ sjóns­bólk­in­um og at part­ar­ nir nærkast hvørj­um øðrum, men hann fer ikki at kunna leggja eitt endaligt uppskot fram um, hvussu hetta verð­ ur gjørt. Eitt annað mál, sum er nevnt í samgonguskjalinum er stjórn­ar­skipanin og ein fólkaatkvøða um støðuna í ríkisfelagsskapinum. Spennandi at vita um løg­maður fer at halda fast um, at ein fólka­atkvøða verð­ur um mál­ið. Nógv virksemi Í ólavsøku- røð­uni fer Aks­ el V. Jo­hanne­ sen, løgmaður, at fegnast um, at so nógv virk­semi er í landin­um. Í byggivinnuni er so nógv ferð á sum ong­an­ tíð fyrr. Almennu íløgurnar – tað vil siga tær, sum eru á íløgu­ ætlanini á fíggjarlógini – eru ikki so ógvus­ligar, men kommunur og privat hava fulla ferð á allari bygging. Tvær handverkara­hend­ ur, sum onki hava at gera, finnast ikki í Før­oy­um í dag. Um løgmaður fer at siga, at nú mugu vit ansa okk­ um, tí ferðin er so nógv, at vit lættliga kunnu missa tam­ar­ hald á búskaparligu støð­uni. Tað er sætt fyrr. Kommunurnar dríva á, eisini tí at kommunuval er í heyst. Skulu vit gita, hvat løg­ maður fer at siga, so verður hann fegin um framburðin og at tað gongur gott, men hann fer eisini at siga, at kanska skal ferðin setast eitt sindur niður. Og so fer hann at siga, at sam­gongan er í ferð við at loysa teir heilt stóru spurn­ ingarnar í sam­felagnum. Um hald er í hesum, sum sagt verð­ur og gitt verður fáa vit í veru­leikanum ikki at vita, fyrr enn vit síggja upp­skotið til fíggjarlógina fyri 2017. Aksel V. Johannesen, Javnaðar­ flokkurin, fer 29.juli at halda sína fyrstu ólavsøkurøðu