Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit takka øllum hjartaliga, sum sýndu okkum samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara Hans Løkságarð Absalonsen f. 24.01.1938 d. 03.03.2016 andaðist og fór til gravar. Takk fyri lívgandi orð í kapellinum og í Betesda. Fyri hjálp til jarðarferðina, takk fyri bakstur og annað. Takk fyri minnisgávur til Barnalegurnar í Grønlandi. Takk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, sum altíð tóku væl ímóti okkum, og takk til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið vóru um okkum ta seinastu tíðina. Harrin signi tykkum øll. Gerda, Erikka, Marit og Magnus við familju Tøkk Hjartaliga takk vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi og abbi okkara Odmar Poulsen f. 27.07.36 d. 04.06.16 andaðist og varð jarðaður. Hjartans takk til tykkum á Landssjúkrahúsinum og Boðanesheiminum fyri tíðina, hann var har. Takk til Berg D. Joensen, prest, fyri ugga og troystarrík orð. Takk til berarar, sangarar og peningagávur til kirkjuna í Hesti. Takk fyri bakstur til ervið. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Odmari til hansara seinasta hvíldarstað Judith, Jan, Oddvør og Elida Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Rosa Petersen Saltangará f. 15.06.31 d. 03.06.16 andaðist og varð jarðað. Takk til Eysturoyar Røktar- og ellisheim, fyri tíðina hon var har. Takk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum. Takk fyri góða hjálp til jarðarferðina, og til tykkum øll, sum bakaðu. Takk fyri blómur og kransar, og til tykkum mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Brestir, Sólgerð og Eyðbritt Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi tá okkara elskaða mamma, vermóðir, omma, langomma og olduromma Herborg Kjærbæk Tvøroyri f. 09. februar 1929 d. 22. mars 2016 andaðist og varð jarðað. Hjartaliga tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri góð og troystandi orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar. Tøkk til tykkum, sum bakaðu og á annan hátt hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Tøkk til tykkum, sum vóru um hana til tað seinasta. Og tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans takk øll somul. Vegna Børnini v/ familju Stór hús til sølu uml. 465 m2, við trimum leigumálum Fyri kr. 2.900.000 og 4 grundstykkir á 665 m2 stk til sølu í Streymnesi Tlf : 211208 STÓR HÚS TIL SØLU Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Málfrid Patursson andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar og takk til tey, sum bakaðu og hjálptu við ervinum. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til starvsfólkini á Lágargarði. Familjunnar vegna Unnur, Sólvør og Regin starvslýsing Vilt tú styrkja samstarvið í Útnorðri? norrønt atlantssamstarv søkir eftir ráðgeva. Umsóknarfreist: 15. august 2016 lesið meira um nOra og starvið á www.nora.fo Nordic Atlantic Cooperation