hósdagur 21. juli 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
22. JULI 2016
Ætlanin var, at uppskotið um nýggja
fiskivinnulóggávu hjá breitt samansetta
arbeiðsbólkinum við fakligum førleikum
og vinnuligum royndum skuldi handast
landsstýrismanninum fyri fyrsta august í ár.
Soleiðis verður tað ikki.
Arbeiðsbólkurin hevur heitt á landsstýris
mannin um at fáa meiri tíð til arbeiðið, og
landsstýrismaðurin hevur einki annað val enn
at eftirlíka áheitanini.
Grundgevingin er, at talan er um so stóran
og víðfevndan setning, at tað er ikki møguleiki
at viðgera málið til lítar og skriva tilmæli við so
stuttum skotbrái.
Politiska skipanin hevur heilt leingi borið
seg at sum hundur um heitan greyt. Tí var tað í
so optimistiskt at rokna við, at arbeiðsbólkurin
í knappari vend skuldi megna hetta.
At arbeiðsbólkurin skal hava meiri tíð
fer vónandi at hava við sær, at uppskotið
verður væl íligið, tá ið tað verður lagt fyri
politisku skipanina. Tíðarfreistin, tá ið lógir
og kunngerðir skulu vera klár at stýra eftir
nærkast, og nýggja deadlinin ber við sær, at tað
verður minni tíð hjá politisku skipanini at gera
sítt arbeiði liðugt.
Tað er fyrra partin av samgonguskeiðnum,
at stóru málini vera avgreidd. Undir síðstu
samgongu var flatskatturin samtyktur fyrsta
árið, og beinanvegin eftir at henda samgongan
tók við, vórðu broytingar í skattalógini og
viðvíkjandi fólkapensiónini samtyktar.
Tað hoyrist lítið um, hvussu tað gongur
við hinum stórmálunum hjá samgonguni.
Ætlanin var, at pensiónsbólkurin skuldi verða
liðugur við sítt arbeiði fyri summarfrítíðina.
Soleiðis varð tað ikki, og tað er í løtuni torført
at fáa eyga á, hvussu stórur møguleikin er fyri
breiðari semju um hetta sera týdningarmikla
málið.
Ein annar setningur er, at tað í nýggjari
stjórnarskipan skal staðfestast, at Føroya
fólk hevur valdið í Føroyum, og at
sjálvsavgerðarrætturin og fólkaræðisliga
stýrislagið hjá Føroya fólki skal útgreinast.
Uppskotið skal til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í
2017. Millum lítið og einki hevur verið at hoyra
um henda setningin. Avbjóðingin er at mýkja
og toyggja fyri at vinna breiða undirtøku. Tað
krevur tíð og hegni. Tað hoyrist einki um tað
arbeiðið, og ivasamt man vera, hvussu tað
verður við fólkaatkvøðuni í 2017.
Sunnudagin verður farið undir aftur fót
bóltskappingina. Tað er lítil dynamikkur í spæl
inum, tá ið bólturin ov ofta verður beindur út
til hornaspark, plagar at verða tikið til.
Í løtuni bíða vit eftir signalum, sum
skulu geva til kennar, at tað er dynamikkur
í politikkinum og harvið, at tað ikki
verða so nógv stór mál, sum
verða beind út til horna -
um bólturin yvirhøvur er
á vøllinum!
Tað var rættiliga svart í mjørka mikudagin, og
tað kom dátt við hjá einum útlendskum ferða
manni.
Saman við 13 ára gamla soninum var hann
farin ein túr í hagan við Saksun seinnapartin,
men so kom mjørki á teir, og brádliga misti
hann sonin burtur.
Hann gjørdi av at ringja til løgregluna at
biða um hjálp, meðan hann helt á at leita eftir
soninum. Men løgreglan sigur, at ímeðan tey
tosaðu í telefonini, fann hann sonin aftur, so
tann leitingin varð avblást, longu áðrenn til
búgvingin varð sett í verk.
Seinastu dagarnar hevur tað verið gerandis
kostur, at fólk eru komin illa fyri, bæði_ á sjógvi
og á landi, og hetta var so seinasti tilburðurin,
men hesa ferðina varð vandin tíbetur av, longu
áðrenn nakað varð sett
í verk.
Nógv verður beint út til horna
LØGREGLA
Misti sonin
burtur
í mjørkanum
Visti tú?
at brúkaraprístalið
er lækkað 1 prosent
seinasta árið
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Les eisini blaðið
á telefonini
Eg var rættiliga
óttafull
Jórun Nielsen
Samrøða síða 16-18
Hava lagt hald
á heroin
Síða 4-7
A