týsdagur 26. juli 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
So er ólavsøkan aftur her. Vit
smoyggja gerandishamin og fegn
ast um, at tað untist okkum at
vaksa upp og búgva á hesum oyggj
um, sum framvegis eru lutfalsliga
so óspiltar.
Næstu dagarnar fara føroyingar
og útlendingar í túsunda tali at
savnast, tá ólavsøkan verður sett
og í sambandi við skrúðgongu,
kirkjugongd, kórsang og at tingið
verður sett og aftur til felagssangin
á midnátt ólavsøkukvøld.
Hetta verður alt, uttan at løg-
regla og trygdarlið eru eyðsýnd.
Tað er einastandandi, og í stórari
andsøgn við alt tað, sum síðstu
tíðina hevur gingið fyri seg kring
heimin og á evropeiska megin
landinum ikki so langt frá okkara
oyggjum, sum ikki longur eru so
fjarskotnar.
Í søguni fer 2016 ivaleyst at
standa sum eitt ógvuliga turbolent
ár: Orlando, Nice, München, Brexit,
Turkaland og Trump eru bara brot
partar av tí, sum tað fer at verða
hugt afturá.
Tíbetur heldur lívið fram. Vit
ferðast í egnum landi og uttan
lands, vit hugdu at EM í fótbólti,
spenningur er um kappróðurin
ólavsøkuaftan, og vit gleða okkum
til um eina stóra viku at fylgja við í
OL í Brasil og har at taka á við okk
ara egna Páli Joensen.
Og vit stevna saman at halda
ólavsøku. Soleiðis hevur tað verið í
nógv hundrað ár, og soleiðis fer tað
vónandi framvegis at vera, hóast
byltingar og broytingar eru stór
avbjóðing.
Stóri turbolensurin hevur sítt
árin, og vit spyrja, hvussu tað
nú fer at verða. Kensla av ment
anarligum ervi fer kring heimin.
Flóttafólkakreppan,
Donald
Trump, Brexit og kreppan í Turka
land bera ampa av ófrættakendum
tíðarskeiði.
Fyri
stuttum
vísti
kanning í Fraklandi – hetta var
undan sorgarleikinum í Nice – at
73 prosent av fraklendingum rokn
aðu við, at nýtt terrorálop fór at
bera við sær, at fólkið fór at taka
hevndina í egnar hendur.
Tað er ein katastrofa, um mynd
ugleikarnir missa takið. Hetta er í
landinum, har evropeiska vøggan
hjá nýmótans fólkaræðinum stóð,
og haðani so nógvur íblástur er
komin til okkara. Vit eru partur av
alheimssamfelagnum, og sorgar
leikirnir aðra staðni eru partur av
okkara gerandisdegi, og sjálvandi
verður okkara hugburður ávirk
aður av tí, sum gongur fyri seg so
at siga í grannalagnum. Hetta er ein
avbjóðing.
Vit fegnast um frælsi og javna
og samhaldsfesti, sum eru nógv
størri enn mest sum alla aðra
staðni. Tað hava vit alla orsøk til, og
í hesum døgum hava vit alla orsøk
at fegnast um, at tað framvegis ber
til hjá okkara tjóð nú at spenna frá
og halda tjóðarhátíðina – uttan
ógvuslig trygdartiltøk.
Gævi at tað ongantíð – hóast
margfaldar avbjóðingar – fer at
kennast sum avbjóðing at savna
føroyingar á ólavsøku!
Halda ólavsøku uttan eyðsýnd
trygdarlið og løgreglu
AVBJÓÐINGARNAR ERU MARGFALDAR
Smáar
kommunur
væl skipaðar
SÍÐA 10-11
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins Sosialur, sum verður
borin í hvørt hús í landinum,
er tann seinasta útgávan av
Sosialinum hesa vikuna.
Vanliga
kemur
Viku
skiftisSosialurin á gøtuna
hóskvøld, men hesa vikuna
er umstøðurnar ikki, sum tær
plaga. Hósdagin og fríggja
dagin halda føroyingar ólav
søku, og tí verður eingin
Sosialur framleiddur til viku
skiftið.
Næsta útgávan av Sosial-
inum verður mánadagin 1.
august, tá ið tað ber til at
lesa um ymiskt á ólavsøku,
ítróttin um vikuskiftið og
annað.
Vikublaðið kemur sum
vant út mánadagin, og í
Vikublaðnum verður serligt
Summar Festival blað. Í ser
blaðnum ber til at síggja
skránna fyri Summar Festi
valin og lesa um bólkar, sang-
arar og annað.
Á tíðindasíðuni in.fo verð
ur tíðindaflutningurin sum
vant alla ólavsøku og um
vikuskiftið, og har ber til at
fylgja við tí, sum hendir á
ólavsøku og føroyska sam
felagnum annars.
Rás2 sendir hósdagin og
fríggjadagin frá ólavsøku,
og fríggjakvøldið er stóra
ólavsøkutiltakið hjá Rás2 í
Vágsbotni – tá sendir Rás2
eisini beinleiðis.
Eingin Sosialur
um vikuskiftið
Lúsin
minkandi
vandi
TÍÐINDI
SÍÐA 4
standa
saman
Vit
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo