týsdagur 26. juli 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lúsaplágan í alivinnuni
alsamt minkandi vandi
Árni Gregersen
Føroyska alivinnan hevur
verið hótt álvarsliga av laksa
lús seinastu tíðina, men nú
sær munandi betri út.
Tamarhald er júst nú á
støðuni.
Myndugleikarnir
hava
hert krøvini til alararnar
og kunngerðin krevur, at
lýs verða taldar 14. Hvønn
dag. Markavirðið er sett til í
meðal 1,5 kvennlús.
Verður farið upp um
markið tríggjar ferðir á rað,
verður álagt at drepa fiskin.
Kunngerðin, sum var al
mannakunngjørd fyri einum
mánaði síðani setir eisini
mannagongdir fyri, hvat og
hvussu stríðið móti lýs skal
gerast og hvørjar reglur hetta
skal gerast innanfyri.
Í gjár fekk Luna ein ser
gjørdan flaka, sum MEST
hevur bygt, til ein themroli-
cara.
Hetta er ein skipan, sum
ger av við lúsina við flógvum
vatni. Laksurin verður við
gjørdur í vatni í sum er 30
stig heitt í 30 sekund.
– Í veruleikanum er hetta
eitt amboð, sum kann brúk
ast, men vit vilja heldur basa
lúsini við rognkelsum, sigur
Bogi Jacobsen, Luna.
Hann sigur, at royndirnar,
sum higartil eru gjørdar við
at sleppa rognkelsum í ali
ringarnar eru so mikið góðar,
at rognkelsini bæði halda
lúsatalinum niðri og fáa tað
at minka.
Hava arbeitt í tvey ár
Bogi Jacobsen sigur, at tey
hava arbeitt í tvey ár við
rognkelsum í stríðnum móti
laksalús.
– Sjálvandi gjørdu vit
ikki alt heilt rætt frá byrjan,
men eftir at vit hava fingið
ráðgeving frá serfrøðingum,
so halda vit, at vit eru komin
rættulig langt við hesum
mátanum at sleppa av við
lúsapláguna, sigur hann.
Agangurin av lús var
ógvusligur fyri eini tveimum
árum síðani. Í summum støð
um fór talið av lúsum alt ov
høgt og tí var neyðugt at seta
tiltøk í verk.
Í Suðuroy var neyðugt at
taka laks og leggja økið stilt
eina tíð og síðani tá hevur
verið arbeitt við at gera eina
lúsakunngerð, sum forðar
fyri at vinnan aftur endar í
somu støðu.
Tvær
risaavbjóðingar
eru við lús á laksi. Tað bar
til at sleppa av við hana við
kemiskum evnum, men tað
vísti seg, at hon gjørdist alt
meira mótstøðufør.
Kemiska vðgerðin var dýr
og kundi ávirka marknaðin á
slaktaða laksinum.
Hin avbjóðingin er at
sleppa undan, at handfara
laksin ov nógv. Strongdur
laksur er minni mótstøðu
førur móti sjúku.
Loysnirnar hjá alivinnuni
er eisini, at smoltini eru
størri tá ið tey vera sett á
sjógv. Luna setir smolt út
sum eru minst 500 gram og
tað gera aðrir alarar eisini –
ella eru í ferð við at gera tað.
– Hetta ger, at fiskurin er
styttri tíð í sjónum og tí er
smittuvandin minni, sigur
Bogi Jacobsen.
– Tað er eisini avgerandi,
tá ið vit avlúsa, at vit hand
fara fiskin sum minst. Tað
streingir hann. Tí eru rogn
kelsini ein góð loysn, meðan
hin skipanin við flógvum
vatni ella við laksinum í
feskum vatni í nakrar tímar,
ávirkar laksin meira, sigur
hann.
Flakin, sum Mest hevur
bygt til Luna, er gjørdur
eftir ávísing frá alarunum
sjálvum og leiðbeining frá
teimum, sum gera pumpur
og annað, sum verða nýttar
í arbeiðnum.
Nýggi flakin er 25 ferðir 15
metrar til støddar.
Í gjár fekk Luna ein serbygdan flaka til avlúsing, men rognkelsini gera stóra framvegis størsta arbeiðið
ALING
Fróði Guttesen, verkfrøðingur hjá MEST, og Bogi Jacobsen frá Luna
Myndir: Sigmar Mørkøre
Nýggi serbygdi flakin til avlúsing