Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 2 Ólavsøkan 2016 Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Samskipari: Eyðun Klakstein Blaðfólk: Dagfinn Olsen, Eyðun Klakstein, Jóannes Hansen, Danjal av Rana Myndir: Álvur Haraldsen, Dagfinn Olsen, Sigmar Mørkøre o.o. Framleiðsla: Miðlahúsið Prent: Prentmiðstøðin Hjá mongum okkara er ólavsøkan uttan iva eitt av teimum avgjørt størstu hæddarpunktunum á árinum, tá vit fylkjast sum fólk og tjóð. Hesar báðar dagarnar leggja vit alt kegl og alla ósemju frá okkum, og í staðin vilja vit vera saman um hugnan og høgtíðina, sum hoyrir ólavsøkuni til. Vit, sum búleikast í Havnini, seta dyrnar upp á víðan vegg, so gestir úr øllum landinum kunnu støkka á gátt allan sólarringin, tí hetta eru dagar, har vit ikki hyggja at klokkuni. Tíðin gongur allíkavæl so skjótt, og tí royna vit at fáa sum mest við av tí heila. Hetta er upplagt høvi at hitta vinir og kenningar og familju, sum vit annars ikki eru von við at síggja í gerandisdegnum, tí vit annars búleikast hvør í sínum heraðshorni. Vit mugu ásanna, at ólavsøkudagarnir eru veruliga løtur fram um aðrar, ið sjóða okkum saman sum fólk og tjóð, og har samanhaldið og felagsskapurin eru í hásæti. Merkt av vanum Fyri mong er ólavsøkan eisini sera siðbundin og merkt av ymsum vanum, so vit onkursvegna endurtaka okkum sjálvi ár um ár. Vit verða merkt av einum nostalgiskum huglagi, so tað er alt tað gamla, ið rennur fram fyri okkum, tí minnini sjálvandi eru merkt av, hvussu alt plagdi at vera. Hinvegin stendur tíðin ikki still – og so slett ikki her í høvuðsstaðnum, sum vit av øllum alvi royna at menna og styrkja, tí einki kemur av sær sjálvum. Hvønn dag brynja vit okkum út sum eitt nútímans samfelag, og tær broytingar, sum henda í Havnini, eru bæði sjónligar og minni sjónligar, men vit eru altíð í gongd. Havnin er høvuðsstaður og býur hjá øllum føroyingum og sum vit øll eiga at vera errin av og glað fyri. Vit skulu øll kenna okkum heima í høvuðsstaðnum, og ikki minst á ólavsøku fegnast um, at hevur Havnin tað gott, hava allar Føroyar tað gott. Skulu kenna seg væl Aftur í ár verður ólavsøkan alt tað, hon plagar at vera, so sum kappróður, tivoli, kabarett, dansur, fótbóltur, framsýningar, útimøti við meira. Sum nevnt, ber illa til at halda ólavsøku eftir klokku, men heldur ræður um at geva sær stundir og at steðga á, tí hugnin, samveran og prátið er tað avgerandi. Bæði vit, sum eru í Havn og tit, sum koma til Havnar, skulu njóta tjóðarhátíð okkara aftur í ár, og vit hava gjørt alt tað, vit eru ment, so øll skulu kunna kenna seg væl í høvuðsstaðnum. Okkara mál er, at øll av hjarta skulu kunna taka undir við vælvaldu orðunum hjá Jóan Petur upp í Trøð, tá hann í 1894 sang soleiðis: »Men Havnin, men Havnin, tann deiliga Havn, so fegin eg gevi meg inn í tín favn!« Jú, sanniliga hevur Havnin ein stóran og rúmligan favn, og okkara ynski og vón er, at allir okkara góðu gestir skulu ásanna orðatakið um, at “Várharra setti ongan eftir”. Tað gera vit heldur ikki, men ynskja øllum føroyingum og gestum okkara at vera vælkomin á ólavsøku! Heðin Mortensen borgarstjóri VÆLKOMIN Á ÓLAVSØKU