týsdagur 26. juli 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
4
Ólavsøkan 2016
T
á ið Páll á Reynatúgvu løg
tingsformaður hevur sett
løgtingið ólavsøkudag, fær
Aksel V. Johannesen, løgmaður
orðið. Tá fer hann at halda sína
fyrstu lógarásettu løgmansrøðu.
Setningurin er bundin á tann hátt, at
løgmaður skal gera tað, sum honum
er álagt í stýrisskipanarlógini, har tað
verður sagt, at
§ 12. Á ólavsøkufundinum greiðir
løgmaður frá støðu landsins og tí, ið
landsstýrið hevur í ætlan at fremja..
Á nýggjárinum helt Aksel V. Jo
hannesen eitt sindur øðrvísi røðu,
enn løgmenn undan honum hava
hildið. Løgmaður sigur, at røðan
ólavsøkudag verður ikki heilt
soleiðis, sum røðurnar plaga at vera:
– Eg havi ikki lisið røður, sum løg
menn áður hava hildið. Røðan verður
umleið 25 minuttir til longdar og í
hvussu so er undir ein hálvan tíma.
Nú er nakað síðani, at vit fóru undir
fyrireikingarnar. Hetta er røðan
hjá løgmanni, og tað er í síðsta
enda eg, sum geri av, hvussu hon
verður snikkað til. Mannagongdin
er tann, at eg havi sagt mínum
fólkum, hvørjar ætlanirnar hava
verið. So hava vit samskift við ráð
ini, og landsstýrisfólkini hava givið
til kennar, hvat tey halda er týdn
ingarmikið at hava við.
Verður røðan bygt upp soleiðis,
sum tær plaga at vera?
– Røðan verður yvirskipað og
við atliti til støðuna í landinum og
ætlanirnar, sum landsstýrið hevur.
Umframt løglistan verður hjálagt
frágreiðing, sum lýsir málini meiri
gjølla, enn tað er møguligt at gera
í sjálvari røðuni, sigur Aksel V.
Johannesen.
Hvat verður fokus?
– Í samgonguskjalinum er fólka
vøkstur týdningarmikil partur.
Tað fari eg at tosa um, og í hesum
sambandi er hugaligt at staðfesta, at
tað gongur rætta vegin, og at talið
á teimum undir fjøruti er vaksandi.
So eru tað reformarnir, sum vit hava
fráboðað í samgonguskjalinum, og
sum vit ætla at fremja næsta tingár.
Tað er týdningarmikið, at røðan
verður krydrað við ítøkiligum søgum
og lýsingum, og tað ætli eg mær at
gera, sigur løgmaður.
Fyrsta stóra orðaskiftið í nýggja
tingárinum verður við støði í røð
uni, sum løgmaður fer at halda ólav
søkudag. Stýrisskipanarlógin sigur,
§ 12. Stk. 2. Við støði í røðu løg
mans tekur tingið innan 6 yrkadagar
støðu landsins til umrøðu.
AKSEL HELDUR SEG
UNDIR HÁLVA TÍMAN
Løgmaður hevur ikki lisið gamlar løgmansrøður, nú hann fyrireikar seg at halda fyrstu ólavsøkurøðuna
Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo