Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 10 Ólavsøkan 2016 H B og KÍ eru mest vinnandi feløg í landinum, og eisini í 1990’unum myndaðu tey – ser­liga saman við GÍ – toppin í før­oyskum fótbólti. HB vann tvey FM-heiti, var fýra ferðir nummar tvey og vann tríggjar steypafinalur av tilsamans seks, sum felagið var við í. KÍ vann tvey FM-heiti, var tvær ferðir nr. 2 og vann tríggjar steypa­ finalur av fimm finalum, sum felagið var við í. Nógv javnari kundi tað ikki vera mill­um feløgini í 90’unum, og nú bresta spælararnir hjá HB og KÍ frá hesum tíðarskeiðnum saman at gera av, hvør veruliga hevði munin. Dyst­ urin teirra millum verður á ovara vølli í Gundadali 27. juli kl. 18.00. Dóm­ari verður Nemus Napoleon Djur­huus. Teir, sum fara at spæla við HB, eru hesir: Andrew av Fløtum, Uni Arge, Hallur Danielsen, Jan Dam, Bárður Johannesen, Ingi Rasmussen, Kári Reynheim, Bjarni Jakobsen, Gunnar Mohr, John Heri Dam, Bogi Midjord, Eyðun Jensen, Petur Eiriks­son, Jóannes Jakobsen, Kaj Leo Johannesen, Hans Fróði Hansen, Mikkjal Thomassen, Niels Poulsen. Leivur Holm, Rasmus Nolsøe, Janus Joensen, Jón Rói Jacobsen og Páll Mohr Joensen. Teir, sum fara at spæla við KÍ, eru hesir: Jan Joensen, Allan Joensen, Allan Mørkøre, Jákup Mikkelsen, Gunn­ar á Steig, Sámal Eyðfinn Poul­sen, Finn Baldvinsson, Jan Andrea­sen, Fríðin Ziskasson, Rógvi Jacobsen, Jóhann Lützen, Eyðun Klakkstein, Niclas Kristiansson Nicla­sen, Símun Eliasen, Heðin á Lakj­uni, John William Joensen og Arnold Joensen. Fyrireikararnir vænta, at stór­dyst­ urin millum hesar frægu menninar kann gerast ein einastandandi góð upphiting til ólavsøkuna. Inn­ tøkurnar frá dystinum fara óskerdar til Parkinson-felagið. Spælarar, sum umboðaðu HB og KÍ í 1990’unum, spæla ólavsøkudyst HB OG KÍ LEGENDUR SPÆLA DYST T að er blivin afturvendandi táttur, at Miðlahúsið bjóðar fólki til tónleik og undirhald í Vágsbotni ólavsøkukvøld. Undan­ farin ár hava túsundtals fólk leitað sær til tiltakið, sum hevur havt góðan tónleik og undirhald á skránni. Gjøgnum árini hava bólkar sum Páll Finnur Páll, Eyðun & Terji, Nalja, Frændur, Signar í Homrum og fleiri spælt á pallinum uttan fyri studio hjá Rás2. Undirhald hevur verið við eitt nú Pipar & Salt monnunum Jákup Veyhe og Sjúrði Skaale. Tónleikurin Í ár bjóðar Miðlahúsið tvey tón­leika­ innsløg, og talan er um eitt av teimum kendu og etableraðu nøvnunum og um eitt nýggjari navn, sum av álvara hevur fingið vind í seglini. Danny And The Veetos hava veru­ liga vunnið pláss í føroysku tón­leika­ hjørtunum seinasta árið. Frís­k­ligi bólkurin við teimum frá­líku sang­ unum hevur hittað við Sunnu­kvøld í Mai og All Right, og teir eru ávegis við nýggjum sangum. Danny And The Veetos spæla nógv á kon­sert­um og til privat tiltøk, og teir duga ser­ stak­liga væl at framføra og fáa fólk við. Nú fara teir at spæla fyri stórari áhoyrarafjøld á ólavsøku. Signar í Homrum hevur seinastu árini verið millum best umtóktu før­ oysku tónleikanøvnini. Hann hevur spælt undir egnum navni og í bólkinum Rox, og við sangum sum Tað er gott at elska, Nú ert tú her, Kærleikans Mátt og Sorgblídni hevur hann verið millum stóru profilarnar í føroyskum popptónleiki. Signar er til reiðar at fara á pallin uttan fyri studio hjá Rás2 og spæla nakrar av sínum kendu sangum fyri stóru áhoyr­arafjøldini. Undirhaldið Í ár verður tað Hilmar Jan Hansen, sum stendur fyri undirhaldinum á tiltakinum. Hilmar Jan er framúr sjónleikari og skemtari, og hann hevur í fleiri ára­tíggju luttikið í tiltøkum, leikum og staðið á odda fyri samkomum kring landið. Hilmar Jan Hansen dugir at herma eftir kendum fólki, hann dugir at spæla leiklutir, og hann dugir at skemta við akutellum hendingum. Spenn­andi verður at vita, hvat Hilm­ ar Jan fer at bjóða fólki í ár. Ólavsøkubrakið hjá Miðla­hús­in­ um verður í Vágsbotni ólavsøkudag 29. juli kl. 22.00. Pallurin verður nakrar metrar uppi í luftini uttanfyri studio hjá Rás2 í Miðlahúsinum. Øll eru vælkomin – tiltakið er ókeypis! Miðlahúsið skipar aftur í ár fyri stórum undirhaldstiltaki við skemti og góðum tónleiki. Tiltakið verður ólavsøkukvøld og er ókeypis UNDIRHALD OG TÓNLEIKUR Í VÁGSBOTNI