Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 14 Ólavsøkan 2016 P olitikararnir eru í føroyskum klæð­um, tá ið teir savnast ólav­søkudag fyri at fara í kirkju, ganga í skrúðgongu og at halda fyrsta tingfundin politiska nýggj­ársdagin. Tað var Finnbogi Ísakson, sáli, sum heitti á tingmenn um at vera í føroyskum klæðum ólavsøkudag. Finnbogi var løgtingsformaður, tá ið tað varð nógv tosað og keglast um skrúðgonguna á ólavsøku. Hann høgdi gordiska knútin við at gera av, at skrúðgongan skuldi vera í trimum røðum. Harvið var trupul­ leikin loystur, um tað skuldi vera løgtingsformaðurin, løgmaður og ella bispur, sum gingu fremstir. Teir vórðu allir fremstir: Í miðjuni løgtingsformaðurin og aftan fyri hann tingmenn. Høgru meg­in løgtingsformannin gjørdi Finn­bogi av, at løgmaður skuldi ganga við landsstýrismonnum og embætismonnum aftari í røðini, og vinstru megin løgtingsformannin skuldi bispur ganga og aftanfyri hann dómpróstur og tann presturin, sum skal prædika á ólavsøku og so hinir prestarnir. Soleiðis skuldi tað vera oman í kirkjuna, og niðan aftur skuldi løg­ mað­ur vera vinstru megin løg­tings­ for­mannin – So leingi, sum eg verði formaður í tinginum, verður skrúðgongan skip­ að soleiðis, segði Finnbogi Ísak­son í samrøðu við Sosialin 22. juli 1998, og soleiðis hevur skrúðgongan verið mannað síðani. Skrivið, sum tingformaðurin und­ an ólavsøku sendir tingmonnum, er tað sama, sum tað hevur verið nógvu tey undanfarnu árini. Har verður greitt frá, hvussu skrúðgongan verður skipað, og har verður sagt, at røðin er eftir árinum, tá ið tingmaðurin fyrstu ferð varð valdur, starvstíðin hjá ting­ manni og so aldri á tingmanni. So­ leiðis er tað eisini hjá prestunum og lands­stýrismonnunum. Í skrivinum frá løgtings­for­manninum og til ting­ menn verður lagt aftrat, at vísandi til álit um skrúð­gonguna á ólavsøku verða ting­menn og onnur biðin um at vera hampiliga ílatin. Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í føroyskum búna. Í fjør vóru allir politikararnir í før­oyskum búna uttan Henrik Old. Landsstýrismaðurin í samferðslu­ málum verður heldur ikki í ár í før­ oysk­um klæðum: – Eg eri ikki uppvaksin við at síggja fólk í føroyskum klæðum, og eg orki ikki at vera í føroyskum klæðum. Undan ólavsøku í fjør keypti eg fína føroyska myrkareyða troyggju frá Snælduni á Strondum. Hana brúki eg bara til hetta høvið og okk­urt heilt serstakt annað høvi. Eitt nú var eg í henni, tá ið drotningin vitj­aði í Tinganesi í summar, sigur Henrik Old. Á løgtingsvalinum fyrsta sep­ tember í fjør vórðu fleiri nýggj vald. Eftir at samgongan var skip­ að, tóku fleiri varafólk sæti á tingi. Fríggjadagin, ólavsøkudag, fara hesi at ganga í skrúðgongu úr ting­in­ um og oman í dómkirkjuna og eftir guðstænastuna niðan aftur á ting­ húsvøllin, har tey saman við ólav­ søkugestunum fara at lurta eftir ólav­ søku­kórinum, sum undir leiðslu av Ólavi Jøkladal fer at syngja. Nýggju tingfólkini eru Sonja Jógv­ans­dóttir, Bjarni Hammer, Jón­leif Johannesen, Djóni Nolsøe Joensen, Katrin Kallsberg, Óluva Klettskarð, Pauli Trond Petersen, Magnus Rasmussen, Hanna Jensen, Ruth Vang, Bárður Kass Nielsen og Ingolf S. Olsen. Meðan tey flestu loysa av í ting­inum fyri tey, sum eru í lands­ stýr­inum, so avloysir Bárður Kass Niel­sen Jógvan Skorheim, sum er borgar­stjóri í Klaksvík, og Ingolf S. Olsen avloysir Magna Arge, sum er í fólka­tinginum fyri Høgna Hoydal. Jógvan Skorheim og Magni Arge eiga tingsessirnar. Tí hava teir rætt til at taka tingsessin aftur nú og harvið at luttaka í skrúðgonguni. HENRIK FER IKKI Í FØROYSK KLÆÐI Tólv tingfólk fara ólavsøkudag fyri fyrstu ferð at vera partur av skrúðgonguni, sum er eyðkend av føroyska búnanum Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo