Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 16 Ólavsøkan 2016 Ó lavsøkudagur er polit­ iskur nýggj­árs­dagur. Í stýrisskipanarlógini er ásett, at tað ólavsøkudag verður farið undir nýtt tingár, og at mannagongdin er tann, at tingmenn, landsstýrið, prestar og embætisfólk ganga í skrúðgongu í og úr kirkjuni, har tað er serlig guðstænasta, áðrenn løgtingið verður sett. Eftir løgtingsvalið í fjør varð Páll á Reynatúgvu valdur til tingformann. Stýrisskipanarlógin sigur, at tað er tingformaðurin einsamallur, sum skipar skrúðgonguna á ólavsøku, og tað arbeiðið er løgtingsformaðurin sam­an við umsitingini liðugur við. Páll á Reynatúgvu varð fyrstu ferð vald­ur á ting 30. apríl 1998. Síðani tá hev­ur hann verið í arbeiðsørindum á ólav­søku burtursæð frá tíðarskeið­ num 2008-2011, tá ið hann ikki var í ting­inum. – Ólavsøkudagur er ein stórur dagur fyri politisku Føroyar og føroyingar í síni heild. Hetta er sum ein føðingardagur, tá ið tað er gott høvi hjá okkum at steðga á og hugsa um fólkaræðið og rættindini, sum vit hava, og sum ber so stórt frælsi við sær, sigur Páll á Reynatúgvu. Tað er ikki vanligt, at løgtingsfor­ maðurin heldur røður í tinginum. Tá ið Páll eftir valið síðsta heyst varð valdur tingformaður, helt hann røðu, har hann takkaði fyri álitið og greiddi frá, hvussu hann ætlaði at umsita ábyrgdina í starvinum, sum sambært stýriskipanarlógini er tað tignarligasta av øllum í Føroyum. – Eg ætli mær at siga nøkur fá orð í sambandi við, at tingið verður sett, men annars er tað løgmaður, sum eigur orðið á fyrsta tingfundinum, sigur løgtingsformaðurin. Løgtingsformaðurin kennir ólav­ søkudag vera heilt serligan: – Tað er bæði tignarligt og kenslu­ borið, tá ið vit stíga inn í kirkjuna og lut­taka í guðstænastuni, og eisini tá ið vit ganga niðan aftur undir tinghúsið og hoyra kórsangin. Samstundis kennist tað sum serlig ábyrgd at fara undir nýtt tingár. Hetta kennist bæði sum fyrsti skúladagur, tá ið øll eru í góðum lag, og tað verður prátað og spurt um, hvat hevur verið á skránni í summarfrítíðini, og so er tað næstan sum fyrireika seg at umboða tjóðina í landsdysti. Eg havi ikki spælt nógvar landsdystir í fótbólti. Men eg fái somu kenslu, tá ið eg fari undir nýtt tingár, har málið er at umboða føroyingar og smíða lógir, sum eg hevði, tá ið eg spældi á fótbóltslandsliðnum og vit fyrireikaðu okkum at fara á vøllin, sigur løgtingsformaðurin. Tá ið løgtingsformaðurin sipar til sína karrieru á fótbóltslandsliðnum, so fevndi hon um fimm landsdystir. Teir vóru allir í 1993. Páll var annars ein at stuðlunum á B71 liðnum, sum í 1989 vann FM. Hann var ein av trimum B71 spælarum, ið var á vøll­ inum allar átjan landskappingar­dyst­ irnar á tamb. Betri umstøður Síðani nýggja løgtingið varð valt og skipaði seg við Páll á Reynatúgvu sum formanni hevur verið arbeitt við at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá løgtinginum og við at betra um møguleikarnar at fylgja við í tí, sum gongur fyri seg í tinginum. Eitt nú er í umbúna, at løgtingið skal keypa bygningin hjá Eik í mið­ býnum. – Vit arbeiða støðugt við hesum málinum og eisini øðrum málum, ið hava sum mál at betra umstøðurnar, sigur tingformaðurin. § 10. Løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir. Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað. Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.00. § 11. Samkomustaður løgtingsins er Tórshavn. Í serstøkum føri kann løgtingið tó koma saman til fundar á øðrum staði í landinum. HETTA ER FØÐINGAR­DAGURIN HJÁ FÓLKARÆÐINUM Løgtingsformaðurin heldur skrúðgongu, guðstænastu og setanina av tinginum vera bæði kensluligt og tignarligt hæddarpunkt Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo