týsdagur 26. juli 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
18
Ólavsøkan 2016
V
it hava sett sálarfrøðingi
stevnu, nú ólavsøka nærkast.
Eyðun Joensen er royndur
sálarfrøðingur, ið hevur sínar hugs
anir um hetta, at fólk seta hvør øðr
um stevnu, og um tjóðarhátíð okkara.
Hittast
– At fólk seta hvør øðrum stevnu er
gamalt og alheims, og er helst okkum
borið í hold og skinn. Hugsa bert um
ítróttarstevnuna á Olympos í forna
Grikkalandi og nútíðar olymisku
leikir. Og her heima hava vit havt
fólkafundir í ymiskum líki. Og vit
hava havt samfelagsstevnur og
missiónsvikur á hvørjum ári ymsa
staðni í landinum. Eg giti, at tað er
ikki bert fyri at hoyra Guðs orð, men
eisini fyri at hava samband hvør við
annan, hitta hvønn annan, og ikki
minst at hitta onnur andlit til andlits,
í eygnahædd, at eta saman, og so
framvegis, sigur Eyðun Joensen.
– Tað er tað sama við bygdastevn
unum, og nú at enda ólavsøku. Her er
høvi at hitta fólk úr øllum landinum
og úr útlondum eisini. Alskyns tiltøk
eru, og til ber at fáa eitt beinleiðis
prát á gøtuni, andlit til andlits, í
eygnahædd, og við fleiri sansum
opnum, heldur enn bara umvegis
tøkni, so sum telefon ella facebook,
metir Eyðun Joensen.
Blíðskapurin
– Frísk og normal fólk hava tørv á
breiðum sambandi við onnur fólk, og
ikki minst at hitta gamlar kenningar,
ið ein ikki hittir gerandis. Bara tað
kann kennast forkunnugt, fyri ikki
at tala um møguleikan fyri at sýna,
ella sjálvur taka við blíðskapi, sigur
Eyðun Joensen.
– Víst munnu mong júst til stevn
ur verða drigin av lunni, ella undan
vaðingini, og út fyri dyr stevnudagar
í sínum besta stási, sum í sjálvum
sær kann kennast sera væl, metir
nú fráfarni sálarfrøðingurin Eyðun
Joensen.
– Tað góða og gangliga kann tó
hava lýti. Her hugsi eg um strongd,
sum tað er hjá summum um jólini,
tá so nógv upp á stutta tíð skal fáast
at rigga upp á stás. Og ov mikið er at
fara til, so sjálvt tey ídnu illa røkka
runt til alt, men mugu velja í skránni,
og tað haldi eg ein eigur at gera, sigur
Eyðun Joensen.
– Kremmarastættin egnir á ólav
søku dúgliga fyri børnum, sum ótolin
plága móð foreldur, tó at tað átti at
borið til í allari rímuligheit, metir
Eyðun Joensen.
– Seinastu mongu árini hava verið
stevnur og festivalar av øllum slag alla
ta ljósu tíðina av árinum. Ein kundi
óttast fyri, at tað gjørdist ov mikið
av tí góða og at t.d. festivalar fóru
at taka frá gomlu bygdastevnunum
og ólavsøkuni, men soleiðis tykist
kortini ikki at vera.Hetta kann so
møguliga takast sum eitt tekin um
tørv manna at savnast um okkurt
felags undir glæsiligum umstøðum,
hugleiðir Eyðun Joensen.
Sjálvur heldur Eyðun Joensen,
at eitt nú ólavsøkan er broytt, tí til
komin fólk síggjast ikki válandi við
góðari kenning, ella meira enn tað,
í gøtunum longur.
– Á ólavsøku vilja fólk fáa alt við,
og ongin tímur at ganga aftan á ólav
søku, og onki minnast av hátíðini,
metir Eyðun Joensen.
– Ljós er fyri framman, tí tá tað
ber til at koma roykingini til lívs, so
er vón at hóma.
Og hví er tað so? Jú, tí tað er
stigmatiserandi. Og tað luktar. Og
sjálvur bíði eg spentur eftir tí degi,
tá diskoteksungdómur tekur frá
støðu frá fólki, ið ganga full við
blóðsprongdum eygum, sigur Eyðun
Joensen vónríkur.
Hóvlig ólavsøka
Men hvussu heldur Eyðun Joensen
ólavsøku?
– Tað verður í familjuhøpi við
hóvligari ferð, enn so mangan áður.
Gerandis eru bert eg og konan í húsi.
Á ólavsøku er dótturin komin úr
Keypmannahavn við sínum, og son
urin við sínum úr arabaralondum, so
vit vera 12 fólk í húsi, sigur Eyðun
Joensen.
–Vit menniskju hava sosialan tørv, og tað er gamalt, at fólk seta hvør øðrum stevnu, sigur
sálarfrøðingrin Eyðun Joensen, ið eisini metir, at ólavsøkan er broytt, tí tilkomin fólk síggjast
ikki válandi við góðari kenning í gøtunum longur, so ljós er fyri framman.
Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo Mynd: Dagfinn Olsen
FÓLK HAVA ALTÍÐ SETT
HVØR ØÐRUM STEVNU
»Vit hava havt samfelagsstevnur og
missiónsvikur á hvørjum ári ymsa
staðni í landinum. Eg giti, at tað er
ikki bert fyri at hoyra Guðs orð, men
eisini fyri at hava samband hvør við
annan, hitta hvønn annan, og ikki minst
at hitta onnur andlit til andlits«