Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 26 Ólavsøkan 2016 SEEB Í KLUBBAGARÐINUM F aroe Pride skrúðgongan byrjar mikudagin 27. juli kl. 16.00. Eins og undanfarin ár, fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er veruliga at seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum før­ oy­ingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar. Byrjað verður við Tórsvøll kl. 16.00, har skelti, fløgg, ballónir og ann­að litfagurt tilfar verður deilt út til lut­takararnar. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har endað verður mitt á Vaglinum. Har verður skipað fyri stórari ókeypis konsert og familjuvinarligum undirhaldi. Tey luttakandi á ársins konsert verða: Frændir, 200, norskt LGBT kór og onnur. Ársins Hinskynd verða heiðrað á pallinum og Ársins Róland Virðislønin verður latin. Stóra tivoliøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð letur somuleiðis upp í sam­band við Pride og er opið til á mið­nátt. Amerikanski sendiharrin fyri danska kongaríkið, Rufus Gifford, og maður hansara, Dr. Stephen deVincent, koma á almenna vitjan í Før­oyum. Í hesum sambandi fara hann, maðurin og fylgi m.a. at luttaka í sjálvari Pride skrúð-gong­ uni. Síðan fer sendiharrin hjá ameri­ kanska forsetanum, Barrack Obama, at seta ársins Pride við at halda røðu á Vaglinum – ein heiður sum fyrr­ver­ andi borgarstjórin í Reykja­vík, Jón Gnarr, og núverandi borgar­stjórin í Havn fyrr hava havt. Í fjør var tað Marjun Bæk, prestur, sum setti Pride. LIONS STUÐLAR KRIS Á ÓLAVSØKU K anska eru nøkur, sum ikki vita, hvør Seeb er, men tey flestu hava nokk hoyrt sangin »I took a pil in Ibiza«, sum hevur rungað í Føroyum og um allan heim seinastu tíðina. Nú koma so mennirnir, sum hava framleitt heimshittið til Føroyar at framføra á ólavsøku. Norðmennirnir Simen Eriksrud and Espen Berg eru mennirnir, sum mynda framleiðslubólkin Seeb. Teir eru nú eisini byrjaðir at framføra á ymiskum festivalum, og seinast var á stóra festivalinum Tinderbox í Danmark. Seeb gjørdiut heimskendir, tá ið teir endurgjørdu sangin “I took a pill in Ibiza” hjá Mike Posner. Sangurin er sera nógv spældur kring heimin – ikki minst á Spotify, har sangurin er spælur yvir 500 milliónir ferðir. Og nú verður sangurin so at hoyra frá Seeb sjálvum í Klubbagarðinum 28. juli. PRIDE SKRÚÐGONGA VIÐ SENDIHARRA T ann 23. apríl í ár vóru 400 ár síðani, at høvundurin, sum av nógvum er sjálv ímyndin av leiklist, William Shakespeare, doyði. Og tað fara tey at hátíðarhalda við einum forkunnugum leiki á Ólavsøku, sum tey siga, verður helvt um helvt drekkispæl og fram­ úr­skarandi. Summi halda at Shakespeare er heldur háfloygdu, men á ólavsøku verður tað Shakespeare fyri fólkið, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi Tað er sjónleikarabólkurin, tey kanna Shakespearesystrarnar, sum fara at føra fram og tær siga, at tær hava, bæði lætt og skemtingasamt, samantvinna teir ellivu leikirnar hjá Shakespeare, sum eru týddir til føroyskt. Shakespearesystrarnar eru Sóley Danielsen, Gunnvá Zachariasen og Kristina Sørensen Ougaard, og tað er Hans Torgarð, sum leikstjórnar leikinum. Og tey siga, at leikurin tekur støði í føroyska áskoðarinum, og er lagaður til tann rætta Ólavsøku­ andan. Leikurin varar í trý korter og verður spælur í Perluni í Tórsgøtu í miðbýnum í Havn fleiri ferðir alla ólavsøkuna SPÆLA SHAKESPEARE Í PERLUNI Seytjanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning á ólavsøku, og sum tey flestu av árunum, verður hon aftur í ár í Müllers Pakkhúsi Á góðin frá ólavsøkufram­ sýn­ingini hjá Lions fer á hvørjum ári til eitt væl­ger- andi endamál, og hesaferð verður tað felagsskapurin KRIS, ið fær peng­arnar, ið koma inn. Inntøkur koma bæði frá atgongumerkjunum, ið kosta 50 krónur, og frá søluni av list­a­verkum, tí ein partur av tí, lista­ verkini verða seld fyri, verður latin til framsýningina og sostatt kemur í ár KRIS til góðar. Ítøkiliga fer innkomni peningurin hesaferð til at seta á stovn eina heima­síðu, har fólk, ið hava verið út­sett fyri kynsligum ágangi ella teirra avvarðandi dulnevnt kunnu skriva inn og fáa ráðgeving og hjálp frá øðrum, sum hava verið útsett av kynsligum ágangi. Tey í KRIS meta, at tað er sera stórur tørv­ ur á einum staði, sum fólk kunnu venda sær til dulnevnt, serliga tí at Føroyar eru so lítlar, og tí at hetta er eitt serliga eymt evni, og hesum vil Lions Club Tórs­havn fegið stuðla. Sum vant, verður ein málningur lutaður burtur millum øll atgongu­ merk­ini, og í ár er talan um ein máln­ ing eftir Heðin Kambsdal í Fuglafirði, ið eisini áður hevur sýnt fram á ólavsøkuframsýningini, og tað er Eik Banki, ið stuðlar framsýningini við at lata málningin. Framsýningin letur upp miku­ dagin 27. juli klokkan 16 og er fyrsta dagin opin til klokkan 20. Ólav­søku­ aftan og ólavsøkudag er opið frá klokkan 14 til 20, og leygardagin 30. juli er framsýningin opin frá klokkan 14 til 18. Amerikanski sendiharrin luttekur í ársins Pride skrúðgongu og setur árliga tiltakið, sum í ár endar mitt á Vaglinum Amerikanski sendiharrin verður við í Pride skrúðgonguni og skal seta tiltakið á Vaglinum. Við í fylginum verður eisini maður hansara Tær tríggja Shakespearesystrarnar eru Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá Zachariasen og Sóley Danielsen