Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 32 Ólavsøkan 2016 S una Merkistein kenna tey flestu frá starvi hansara í Kringvarpi Føroya, har hann serliga hevur gjørt vart við seg við sendingum um mentan, søgu og ítrótt, har t.d. bein- leiðis frásagnir hansara bera boð um frálíkt frásøgukynstur. Suni Merkistein skal seta ólav­søk­ una 2016. – Hetta er ein stórur pallur, men sjálvur sakni eg mergjaðar røður og røðarar á ólavsøku. Eg havi onkutíð hugsað, at tað hevur verið ov tilvild­ ar­ligt, tí ofta hava hava fólk átt henda stóra pallin, ið ikki ofta bera orð fram, og sum kanska ikki hava so nógv upp á hjarta. Eg sakni til dømis rit­høvundar, sigur Suni Merkistein. – Tað er Tórshavnar Ítróttarráð, ið skipar fyri, og tey ringdu til mín, tí eg havi havt nógv við ítrótt at gera. Ikki sum íðkari, men á annan hátt. Eg havi ikki verið tann, ið hevur hildið røður so ofta, men tað er kanska kom­ið meira seinnu árini. Men hatta er ein serstøk røða, ið ikki skal vera politisk, og sum er avmarkað til eitt korter, ella so. Men hetta er av­gjørt ein heiður at fáa, metir Suni Merki­ stein. Spentur – Tað er ikki frítt, at eg eri spentur. Tað verður serstakt at fara á pallin, tí nú skal eg royna meg, meðan eg havi stóru áhoyararafjøldina beint frammanfyri mær, og tað verð­ur øðr­ vísi, metir royndi kring­varps­verturin. – Eg havi hugsað um, hvat eg skal siga. Sum so er orðið frítt, tó at av­markingar eru. Men tað fer at snúgva seg um tíðina, og um okkum í Før­oyum í dag. Hvat eyðkennir okkum? Dualisman, har vit eru so lík og í ætt hvør við annan, men vit eru eitt oyggjasamfelag og so sera ymisk, og semjast kanska ikki altíð so væl. Tað verður eisini eitt sindur um sjálv­sókni í tíðini. Nakað av hesum fari eg at reflektera yvir, sigur Suni Merki­stein. Víðka hugtakið Men tá Suni saknar mergjaðu røð­ur­ nar, verður tað tá ein mergjað røða vit hoyra, tá ólavsøkan 2016 verður sett? – Tað er so, at nógvar ólav­søku­ røður standa ikki eftir í minninum. Eg veit ikki um mín røða á ólavsøku verður mergjað, men eg sakni, at onkur kanska tekur og víðkar hug­ takið. Ella skal røðan vera útvatnað, ella hvussu? Eg haldi, at ein røðari eigur at hava okkurt upp á hjarta, tó at tað ikki skal vera nakar lemjandi dómur, og ongin skal heldur kenna seg illa, metir Suni Merkistein. – Hetta er kanska størsta røðan í árinum. Hetta er ein stórur pallur, røð­an verður varpað, og stór mann­ fjøld er til staðar. Hinvegin er kanska ikki siðvenja, at hetta er ein røða, ið fólk tíma at lurta eftir, og tað kemst kanska av, at røðan er so ófarlig, sum hon er. Stutt og greitt, so havi eg sakn­að fólk, ið duga at halda góðar røð­ur, og umboðanin geografiskt kundi eisini verið betri, tí hetta er okk­ara savnandi tjóðarhátíð, sigur Suni Merkistein. – Eg kann tó siga, at tað verða 100% míni egnu orð, tá eg haldi røðu. Eg tími ikki hetta við spinndoktarum, ella at onnur skulu ráðgeva. Eg tosi ikki við nakran um innihaldið, tí so­leiðis vil eg hava tað, sigur Suni Merkistein. Røða og siga frá kappróðri Suni Merkistein er ein maður, ið er vanur at fyrireika seg væl, og soleiðis verður eisini á ólavsøku. – Sum røðari skal eg vera væl ílat­ in. Eg fari ikki í føroysk klæði. Eg eigi snøgt sagt ongi. Men praktiskt fái eg eisini ein trupulleika, tí eg skal beinleiðis at siga frá kappróðri, tá røðan er liðug, og har verður knapt viðvíkjandi tíðini. Eg skal skifta klæðir og fáa mær tilfarið um bát­ar­ nar við mær, og eg havi eisini hugsað um, hvussu eg best sleppi oman til frá­søgubátin, tí tað verður um reppið, at eg klári tað, sigur Suni Merkistein. Hann situr í hesum døgum og skrivar røðuna til ólavsøkusetanina, tí hann vil fegin vera í góðari tíð. Elskar ólavsøku – Eg havi altíð glett meg til ólavsøku. Eg elski ólavsøku, og eri eisini al­tíð heima á ólavsøku, sigur Suni Merki­ stein. Síðani 2009 hevur hann varpað kappróður á ólavsøku, og á stevnum, men innan tað var hann tann, ið segði frá úrslitum inni á málinum. – Kappróður hevur altíð havt mín áhuga, og tað er av sonnum ein heiður og ein frammíhjárættur at sleppa at siga frá kappróðrinum, og so umframt sita á besta plássinum, sigur Suni Merkistein. – Eg royni eisini at liva upp til sið­venjurnar. Teir, ið fóru undan, hava lagt góðan botn, sigur Suni Merkistein, og sipar til eitt nú Arge feðg­arnar, sum í mong ár søgdu frá kapp­róðuri. – Tað er ein heiður at bera kyndilin víðari. Og so skal ein minnast til, at tað skal altíð vera so gott sum gjør­ ligt. Ongantíð bara hálvgott, sigur nær­lagdi kringvarpsverturin. Suni Merkistein, ið heldur nógv av ólavsøkuni, fær ein praktiskan trupulleika á ólavsøku, tí í ár verður tað hann, sum setur ólavsøkuna, men tað ger hann ávegis til arbeiðis. Fáar ólavsøkurøður standa eftir í minninum, og sjálvur saknar Suni mergjaðar røður og røðarar. Kringvarpsverturin skal nú royna seg, meðan lurtarafjøldin er beint frammanfyri honum, og tað er øðrvísi, enn tað hann er vanur við Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo Mynd: Dagfinn Olsen HELDUR RØÐU Á VEG TIL ARBEIÐIS »Eg haldi, at ein røðari eigur at hava okkurt upp á hjarta, tó at tað ikki skal vera nakar lemjandi dómur, og ongin skal heldur kenna seg illa« SUNI SETUR ÓLAVSØKUNA: