Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 38 Ólavsøkan 2016 Flestu bátarnir, sum vunnu mest fyri hálvt hundrað árum síðani, luttaka ikki longur, og í fleiri bygdum er kappróðurin púra burtur Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo T íðir broytast og siðir skifta. So­leiðis sigur orðatakið, og so­leið­is er tað í føroyska kapp­róðrinum. Síðani 1964 hevur verið skipað fyri FM kapping. Tey fyrstu árini vóru tað bátar, sum tað einki hevur verið at hoyrt til og um í nógv ár, ið vunnu mest, og felags fyri fleiri teirra var, at teir vóru úr bygdum og plássum, har einki lív hevur verið í kapp-róðrinum í nógv ár. Ein av stóru orsøkunum til, at kapp­róðurin doyði út, var, at fót­ bólt­urin fekk høvdið fyri seg í fleiri av hesum bygdunum. Dømi um hetta eru Gøta, Toftir, Skála og Sundalagið. Tað var á aðalfundinum hjá Ítrótt­ar­sambandi Føroya í 1963, at tað varð samtykt, at nú skuldi farast undir kappingar um FM í kappróðri. Ein sunnudag eftir ólavsøku skuldi kappast um FM heitið. Talan var bara um fýra kappingar: 5-mannafør við dreingjum, 5-mannafør við kvinnum, 8-mannafør og 10-mannafør. Kappingin varð fyriskipað ein sunnu­dag um miðjan august, og tað var ÍSF, sum fyriskipaði kappingina, sum var sonn finala, eftir at allir hinir róðrarnir høvdu verið frá á norð­oya­ stevnu av og fram til á ólavsøku. Fyrrapartin av seksti árunum vóru ofta nógvir luttakarar í róðrunum. Treytin fyri at luttaka í sjálvum FM róðrinum var, at bátur skuldi hava luttikið í minst trimum stevnum og ikki hava verið aftari enn nummar fýra í miðal. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað skuldi ikki bera til hjá báti bara at dúva upp á FM finaluróðurin. Allir luttakararnir í FM róðrinum skuldu hava tikið lut í róðrunum fyrr á sumri­num. Dentur varð lagdur á, at FM róð­ urin skuldi vera fyriskipaður, har tað var streymloysi. FM kappingar av hesum slagnum vóru í níggju ár – frá 1964 og fram til 1972, tá ið tað varð avrátt, at nú skuldu allir róðrarnir telja við í FM kapp­ingini. Tann skipanin hevur ver­ ið galdandi síðani 1973. Hesi níggju árini vóru fleiri FM kappingar á Skálafjørðinum, og so varð eisini kappast aðra staðni, eitt nú í Sørvági, Fuglafirði og á Trongis­ vági. Yvirlitið yvir FM vinnarar hesi níggju árini vísir, at bygdir og øki hava verið frammarlaga í kappróðri, sum ikki longur taka lut. Eitt nú vann Skálabáturin kappingina mill­ um 10-mannaførini í fýra ár á rað, Árnfirðingur vann kappingina mill­ um 8-mannaførini tríggjar ferðir á rað, og Dúgvan úr Sørvági vann kapp­ingina millum 5-mannaførini við dreingjum tríggjar ferðir á rað. Nú er langt síðani, at gøtumenn vóru við í kappróðri. Áðrenn GÍ rættu­liga fór at gera um seg í fótbólti, vóru bæði 5-mannafarið Skurin og 8-mannafarið Gøtu Tróndur millum FM vinnararnar. Tað eru eisini nógv ár síðani, at toftamenn luttóku í kapp­róðri. Áðrenn B68 rættuliga fór at gera um seg í fótbólti, vóru bæði 5-mannafarið Ternan og 8-manna­ farið Toftabáturin millum FM vinn­ ar­arnar. Miðskeiðis í seksti árunum vóru manningarnar á Fípuni Føgru við kvinnum og Tjaldrinum við dreingj­ um tiltiknar og stinnar. Serligan ans vakti tað, tá ið smá­ plássini rættuliga gjørdu um seg. Árnfirðingur og Árnafjørður vóru nógv umrødd í seksti árunum, og Kvívík og Kvívíkingur og Oyndri og Oyndarfjørður komu rættuliga fram í sjeyti árunum. Tað vakti ikki minni ans, tá ið Sumbingur vann FM í kappingini millum 10-mannaførini í 1964, og tá ið Norðingur hjá teimum í Hvanna­ sundi og Norðdepli vann somu kapp­ ing bæði í 1965 og 1966! FM KAPPRÓÐUR – STØÐAN UNDAN ÓLAVSØKURÓÐRINUM 2016 6-mannafør kvinnur MASTERS 1 Riddarin …………………… 14 2 Gongurólvur …………….. 12 3 Fortuna …………………….. 10 5-mannafør gentur 1 Firvaldur ………… 42 (FM) 2 Falkur …………………….. 33 3 Drekin …………………….. 28 4 Báran …………………….. 24 5 Havfrúgvin ……………… 15 6 Hulda …………………….. 10 7 Beinta …………………….. 5 8 Sílið ……………………..…. 4 9 Svalan …………………….. 2 10 Pílur ……………………..… 1 11 Royndin Fríða …………. 1 5-mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir ……….. 40 2 Teistin …………………….... 38 3 Fípan Fagra ………………. 28 4 Tekla ……………………..…. 22 5 Frúgvin …………………….. 13 6 Drekin ……………………... 13 7 Blikur …………………….... 4 6-mannafør kvinnur 1 Rádni ……………………..… 42 2 Sølmundur ……………….. 36 3 Páll Fangi ………………….. 28 4 Fortuna …………………….. 21 5 Jarnbardur ………………... 17 6 Skúgvur …………………….. 13 6-mannafør menn 1 Smyril …………………….... 41 2 Hvessingur ……………….. 37 3 Fortuna …………………….. 24 4 Gongurólvur …………….. 19 5 Páll Fangi ………………….. 10 6 Riddarin …………………... 7 7 Lómur …………………….... 4 8 Strálan …………………….... 3 8-mannafør 1 Nevið Reyða ……………… 40 2 Gullbrandur ……………… 35 3 Knørrur …………………… 31 4 Argjabáturin …………….. 25 10-mannafør 1 Eysturoyingur …………… 40 2 Ormurin Langi ………….. 31 3 Drekin Reyði …………….. 30 4 Havnarbáturin ………….. 30 FM vinnarar 1964-1972 5-mannafør kvinnur 5-mannafør dreingir 8-mannafør 10-mannafør 1964 Erla Kongsdóttir Fípan Fagra Sølmundur Sumbingur 1965 Fípan Fagra Tjaldrið Miðvingur Norðingur 1966 Fípan Fagra Tjaldrið Árnfirðingur Norðingur 1967 Fípan Fagra Havfrúgvin Árnfirðingur Havnarbáturin 1968 Ternan Tjaldrið Árnfirðingur Fuglfirðingur 1969 Fípan Fagra Dúgvan Kvívíkingur Skálabáturin 1970 Royndin Fríða Dúgvan Sørvingur Skálabáturin 1971 Dúgvan Toftabáturin Skálabáturin 1972 Tjaldrið Skurin Gøtu Tróndur Skálabáturin TÁ IÐ FM Í KAPPRÓÐRI TÓK FYRSTU TØKINI