týsdagur 26. juli 2016síða 66
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
42
Ólavsøkan 2016
Ó
lavsøkuróðurin nærkast,
og við honum eisini tann
stóra finalan í føroyskum
ítrótti, tí ongastaðni savnast vit so
mong sum til hetta hæddarpunktið
hjá tjóðarítrótti okkara. Seinast
vóru metnógv fólk, og viðrar, koma
helst upp aftur fleiri hesa ferð.
Tí ólavsøkuróðurin hevur ment seg
til at vera eitt tiltak fyri bæði børn
og vaksin og bjóðar nú mentan
og spenning til alla familjuna.
Umframt kappróðurin eru sølubúðir á
bryggjuni, stórskíggi vísir róðrarnar,
Homluland hevur ókeypis aktvitetir
til børnini, Danny & The Veetos fara
at jamma fyri smáum og stórum,
somuleiðis ókeypis – og sum nakað
nýtt í ár fer ólavsøkuróðurin sum
fyrsta tiltak í Føroyum at hava ballónir
við føroyskum motivum til børnini.
Einum lundapari í føroyskum klæðum.
Vit gloyma ei heldur allar vinirnar
og kenningarnar, sum vit hitta
á bryggjuni, fyri ikki um at
tala róðurin sjálvan, har serliga
tíggjumannaførini eru so tøtt, at vit
næstan við garanti fáa eina rimmar
finalu, har kanska allir bátar fara at
koma strúkandi um málið í senn.
Og so fer ein kendur útvarpsvertur
at siga sína hjartans meining
um kappróður og tjóðskap, tá
ið hann fer at flyta fram røðu
til steypahandanina, og endað
verður við stórari felagsmynd
av ársins føroyameistarum.
Jú, tað eru nógvar orsøkir at
vitja ólavsøkuróðurin 2016,
bæði hjá smáum og stórum.
ÓLAVSØKURÓÐURIN
VIT SÍGGJAST TIL
ÓLAVSØKURÓÐURIN