týsdagur 26. juli 2016síða 68
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
44
Ólavsøkan 2016
H
óast eg eri havnarmaður
við hampiliga stórum H,
minnist eg meg ongantíð
hava hildið við Havnar
bátinum. Fyrsta tíggjumannafarið,
sum eg helt við, var Sumbingurin, og
seinast í 50unum og fyrst í 60unum
var Sumbingurin tann óberokniliga
kraftin í føroyskum kappróðri. Í ‘64
róðu teir tveytúsund metra málið
við tíðini 8.48, og tað metið stóð
við, til menn í ‘79 løgdu fastan start
á ólavsøku! Og sumbingar tóktust
vera sera tilvitaðir um sín leiklut
sum kátir og stríðsfúsir underdoggar;
tað gav at bíta ta ferðina, teir hóttu
við at eta bátin, vunnu teir ikki
ólavsøkuróðurin.
Tá róðu átta- og tíggjumannaførini
fult mál, og tað var róð fram við
argjalandinum og inn á Vestaru vág.
Mín hvíti bátur við bláari rond á
remmuni og reyðari rim tóktist at
hava tann taktikk at liggja millum
teir aftaru bátarnar teir fyrstu fimtan
hundrað metrarnar, men so var tað,
sum fanin tók teir! Hoyri framvegis
fyri mær melið í Niels Juel Arge,
tá sumbingar hálvgum slitu bátin
leysan úr vatnskorpuni og løgdu
ein bát fyri og annan eftir aftur um
seg, og við bacalaokaiina lógu teir
klárt á odda. Áh! sum eg var stoltur.
Hóast eg var havnardrongur, helt eg
treytaleyst við tíggjumannafarinum
úr bygdini hjá mammu.
At Sumbingurin stóð so høgt í metum
á mínum barnsliga himli, hevði heilt
víst samband við, at alkoholkongur
hevði í meira lagi at siga heima hjá
okkum, og ein av hansara tegnum
var pabba. Eg tók frástøðu til kongin,
hvørs tign sást á prosentunum á
fløskuetikettuni, og eg stuðlaði tí,
sum mamma umboðaði. Eg haldi
meg kunna siga, at alkoholkongur í
veruleikanum týndi lokalpatriotin í
mær. Eina tíð helt eg við HB, men
eg gjørdist ongantíð nakar veruligur
fjeppari. Heldur ikki Neistin og
Kyndil høvdu mín áhuga, kanska tá
konufólkini spældu, men tað vóru
ikki tær ítróttarligu dygdirnar, sum
lokkaðu ein til dystirnar. Tað skal
eisini sigast, at ítróttarliga var lítil
nytta í mær, men eg haldi ikki, at
tað plágaði meg. Gjøgnum arbeiðið
fekk eg kropsliga venjing, og tað var
ríkiligt fyri meg.
Annars er ítróttin upprunaliga eitt
yvirklassafyribrigdi. Teir mektigu
í gamla Athen arbeiddu ikki. Til at
breyðføða seg og at byggja land,
høvdu teir trælirnar. Men fyri ikki
púrasta at stívna í hvørjum liði, runnu
teir eitt sindur um kapp, bardust við
tarvar og stóðu á hondum. Tað var
so tað.
Umleið soleiðis hugsaði eg um
javnaldrarnar, sum stríddust í báti
og á leikvølli. Eg hevði ikki ans fyri
týdninginum, sum tey høvdu fyri
trivnaðinum í býnum. Helt, at tey
vóru eitt sindur fjákut, tað var, sum
dyrkaðu tey ein falskan guddóm, og
hesin átti ikki ta sakralu kraft, sum
nøktaði sálina.
Nógv ár seinni kom ein systursonur
at rógva við Klaksvíkinginum, og á
ólavsøku kom tað meira enn so fyri,
at onkrir av róðrarmonnunum gistu
hjá okkum. Meiri enn tað skuldi
ikki til fyri at aktivera mín lokal
patriotiska vingliskølt, og rættiliga
skammleysur helt eg nú við tí gamla
erkafíggindanum norðan úr myrkri
num.
At eg kortini rópi meg havnarmann,
hevur ikki so nógv við ítróttina at
skaffa. Grundin er heldur tann, at
nógv av tí, sum eg hámeti, og fyri
so vítt eisini tað, sum eg beri stikni
til, hevur sín uppruna í Havnini.
Havnin er tað plássið, sum eg upp
á gott og ónt eri bundin at. Her havi
eg havt mínar bestu løtur, og hevði
onkur spurt meg í hvørjum gøtum,
tey stóru ævintýrini liggja og bíða,
hevði eg svarað: Í havnargøtum.
Mítt træ er gróðursett innan fyri
Stóragarð, sum havnarmenn lagaðu
fyri eini hálvtannað hundrað árum
síðan. Men greinarnar røkka eisini til
Sumbiar og Klaksvíkar, og er sýnið
av tí frægasta, hómast vøkru bløðini
heilt suðuri á meginlandinum.
Góðan ólavsøkuróður.
– nationalsporturin úr hjartakamarinum hjá Jóanesi Nielsen
ÓLAVSØKURÓÐURIN
EG, EIN
LOKALPATRIOTISKUR
VINGLISKØLTUR