týsdagur 26. juli 2016síða 70
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
46
Ólavsøkan 2016
ÓLAVSØKURÓÐURIN
Ókeypis
gullmedaljur til
børnini í Homlulandi K
appróður er tjóðarítróttur
okkara, og tað skulu
børnini eisini merkja.
Tí fer ólavsøkuróðurin
sum fyrsta tiltak í Føroyum at hava
ballónir við føroyskum motivum
til børnini. Einum fittum lundapari
í føroyskum klæðum, sum Gunn
Sloan Müller hevur sniðgivið við síni
gløggu hond.
Ballónirnar verða bert seldar á
ólavsøkuóðrinum tann 28. juli frá
klokkan 14.30 til 17.30 og verða at
fáa á bryggjuni, har fólk fer at ganga
runt og selja.
Ein góð orsøk afturat hjá familjuni at
leggja leiðina oman til ólavsøkuróð
urin saman við øllum hinum túsund.
RÓGVA ÚT Á KRABBASKEL
ÓKEYPIS Í HOMLULANDI
Hvar:
Beint sunnan fyri havnarskrivstovuna.
Nær:
28. juli frá klokkan 14.00 til 17.30.
Kostnaður: Alt er ókeypis.
Fakta um Homluland:
Í
Homluland eru eisini kapp
róðrarbátar til børnini at rógva
í. Í einum av bátunum standa
nøvn á lutunum, so at børn og vaksin
kunnu læra seg saman, um tey hava
hug.
Júst sum í føroyska bátinum er eingin
elektronikkur í Homlulandi. Einans
rátt tilfar, hugflog og handakraft. Alt
púra ókeypis.
H
omluland er ókeypis
barnalandið
hjá
ólavsøkuróðrinum.
Her spæla børnini sum í
gamlar dagar og læra at bregda
og perla, tey rógva í árabáti,
hoppa band, lakka paradís,
krita, blása sápubløðrur og
annað mangt.
Í Homlulandi klippa børnini
eisini sína egnu gullmedalju
at hava um hálsin líka sum
rógvararnir – og tað er púra
ókeypis sum alt annað í
Homlulandi.
BALLÓNIRNAR
VERÐA FITTARI Í ÁR
H
ann eitur Rólant Waag Dam,
hann er skarpur og væl
orðaður, og hann heldur, at
kappróðrarfólk eru gjørd úr einum
heilt serligum stoffi, og at kappróður
við sínum originaliteti og ment
anarliga týdningi er sjálvskrivaður
sum tjóðarítróttur føroyinga.
Í ár fer hann at halda steyparøðuna
til ólavsøkuróðurin, har hann fer
at bera fram sína erligu hugsan um
kappróður, tjóðskap og sunnan stolt
leika.
Rólant trínur á pallin niðri við Konga
brúnna beint eftir, at tíggjumanna
førini hava róð, umleið klokkan 17.30.
RÓLANT WAAG DAM
HELDUR STEYPARØÐUNA
TIL ÓLAVSØKURÓÐURIN
Tað er lov at halda seg vera nakað. Tað er okey at vera
ein kul kanón. Tá man væl at merkja hevur goldið fyri
tað góða úrslitið við eins egna sveitta og blóði.