týsdagur 26. juli 2016síða 74
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
50
Ólavsøkan 2016
T
á ið B36 og HB eiga heimadyst
í Gundadali ímóti feløgum av
bygd, so verða havnarfeløgini
roknað at vera favorittar.
Í mong ár var tað ikki spælt í
landskappingini á ólavsøku. Summ
arfrítíðin var frá síðst í juni og fram
til fyrst í august og viðhvørt longri
út í august enn so.
Eftir at landskappingin í 2005
varð víðkað úr átjan og upp í 27
umfør og orsaka av alt fleiri altjóða
avbjóðingum – bæði fyri landsliðini
og feløgini – so hevur seinnu árini
verið spælt í landskappingini um
ólavsøkuna.
HB spældi fyri fyrstu ferð í hesum
umfarinum landskappingardyst á
ólavsøku í 2009, og í 2010 spældu HB
og B36 í Gundadali og AB á Argjum.
Síðani tá hava øll høvuðsstaðar
feløgini átt heimavøll á ólavsøku.
B36 og HB hava spælt øll árini
síðani, og AB hevur átt heimavøll
um ólavsøkuna burtursæð frá í 2011
og í 2012, tá ið argjamenn vóru í
næstbestu deildini.
Innanhýsis avtalan í høvuðsstað
num er tann, at AB spælir á heima
vølli 27. juli, og at tey bæði feløgini í
Gundadali skiftast um at eiga heima
vøll ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.
Í ár eigur AB heimavøll ímóti
NSÍ mikukvøldið 27. juli, HB eigur
heimavøll ímóti ÍF ólavsøkuaftan,
og B36 eigur heimavøll ímóti Víkingi
ólavsøkudag.
Óvæntað HB úrslit
Síðani 2009 hava feløgini í høv
uðsstaðnum seytjan ferðir átt heima
vøll um ólavsøkuna.
HB hevur spælt heimadyst sjey
tær seinastu ólavsøkurnar, og tað
hevur gingið upp og niður. HB
hevur vunnið tríggjar ferðir, tríggjar
ferðir er tað endað javnt, og einaferð
hevur HB einki fingið burturúr
ólavsøkudystinum.
At HB ólavsøkuaftan í 2010 tapti
2-1 ímóti B71 var púra óvæntað. Hetta
árið vann HB FM sannførandi – trý
stig frammanfyri EB/Streym – meðan
B71 bjargaði sær plássið í deildini m.
a. orsaka av ólavsøkusigrinum. B71
endaði á áttanda plássi við 23 stig
um – eitt fleiri enn FC Suðuroy sum
flutti niður saman við AB, ið vann
fjúrtan stig.
Bara ein HB spælari, sum var
millum teir fyrstu ellivu á ólavsøku
fyri seks árum síðani, er framvegis
á HB liðnum. Tað er Fróði Benja
minsen.
Í fjør var tað púra óvæntað, at
FC Suðuroy ólavsøkudag megnaði
málleysan javnleik ímóti HB. FC
Suðuroy hevði góðan møguleika
at vinna øll trý stigini, men ólav
søkugestirnir tóku ikki av. Í fyrsta
minutti eftir steðgin varð Jógvan Rói
Davidsen vístur av vølli fyri bein
leiðis reytt kort. Dómarin bríkslaði
samstundis fyri brotssparki til FC
Suðuroy, men Teitur Matras Gestsson
bjargaði royndini úr ellivu metrum
frá Jón Krosslá Poulsen.
At tað á ólavsøku ofta hevur
verið talan um fyrsta umfar eftir
summarsteðgin hevur fleiri ferðir
sást aftur í, at tað hevur verið torført
at fáa ferð á spælið og harvið at spæla
seg til upplagdar málmøguleikar.
Tríggjar av sjey ferðum hevur úrslitið
hjá HB verið málleysur javnleikur – í
2009 ímóti ÍF, í 2011 ímóti NSÍ og í
fjør ímóti FC Suðuroy.
Óvæntað B36 úrslit
B36 hevur bara einaferð hesi sein
astu seks árini einki stig vunnið á
ólavsøku. Tað var í 2013, tá ið ÍF fór
norður aftur við 2-1 sigri og harvið
fullari úrtøku. Hetta var einasta
ferðin, at B36 hetta kappingarárið
einki fekk burturúr í Gundadali.
Einki bendi annars leingi á, at tað
ikki fór at eydnast hjá B36. Lukasz
Cieslewicz setti hol á eftir stórt
korter, og tann støðan helt sær til
miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið
Clayton Soares javnaði.
Og so var tað, at Bogi Reinert
Petersen í 90. minutti skoraði ÍF
sigursmálið til 2-1.
Ein AB sigur
AB hevur fýra ferðir átt heimavøll
kvøldið fyri ólavsøkuaftan.
Tríggjar av teimum fýra ferðun
um hevur mótstøðuliðið verið EB/
Streymur. Sundalagsmenn vunnu í
2010, í 2013 vann AB, og í 2014 end
aði tað við javnleiki.
Í fjør var NSÍ ólavsøkugestur á
Argjum. Trygvi Mortensen, sum nú
er venjari hjá AB, vandi í fjør NSÍ,
sum fór av ólavsøku við 2-1 sigri. Tá
var tað sonur táverandi NSÍ venjaran
og núverandi AB venjaran, Jann
Martin Mortensen, sum skoraði bæði
NSÍ málini, meðan Tróndur Jensen,
sum nú spælir við HB, skoraði AB
málið.
Síðani 2009 hava feløgini í høvuðstaðnum vunnið átta av seytjan landskappingardystum í fótbólti á ólavsøku
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
HEIMALIÐIÐ VINNUR
AÐRU HVØRJA FERÐ
Landskappingin á ólavsøku 2009-2015
AB
B36
HB
2009
ÍF
0-0
2010 EB/Streymur
1-2
Víkingur
1-3
B71
1-2
2011
07 Vestur
1-0
NSÍ
0-0
2012
NSÍ
5-1
TB
4-1
2013 EB/Streymur
3-1
ÍF
1-2
NSÍ
3-2
2014 EB/Streymur
2-2
KÍ
2-1
B68
6-0
2015 NSÍ
1-2
ÍF
4-0
FC Suðuroy
0-0
2016 NSÍ
Víkingur
ÍF
Átjanda umfar
Mikudagin 27. juli
AB-NSÍ: Ransin N. Djurhuus
kl. 18.30
Ólavsøkuaftan
HB-ÍF: Kári J. á Høvdanum
kl. 19.00
Ólavsøkudag
B36-Víkingur: Dagfinn Forná
kl. 16.00
Sunnudagin 31. juli
Skála-TB: Petur Reinert
B68-KÍ: Helgi M. Jónasson