týsdagur 26. juli 2016síða 76
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
52
Ólavsøkan 2016
S
íðani føroyskur fótbóltur í
1988 varð partur av altjóða
fótbóltsfamiljuni, hava altjóða
dystir verið nátúrligur partur av fót
bóltsárinum. Landsliðið hevur síðani
1990 luttikið í EM og HM undan
kappingum, og síðani 1992 hava
føroysk feløg luttikið í europeisku
kappingunum.
Undan altjóða limaskapinum vóru
landsdystirnir fáir og mest sum bara
ímóti Hetlandi og Orknoyggjunum
og Íslandi. Føroysku feløgini høvdu
viðhvørt um sumrarnar vitjan av
donskum og íslendskum feløgum.
Í 1948 var rómur í Gundadali, tá
ið Føroyar ólavsøkudag vunnu 4-1
á Hetlandi, og tað varð staðfest, at
Føroyar høvdu nógv at læra, tá ið
íslendska B landsliðið ólavsøkudag í
1959 vann 5-2 á Føroyum í Gundadali.
Tað var gingið upp í altjóða dyst
irnar, hóast tað ikki var annað enn
æran, sum stóð upp á spæl. Eitt nú
varð nógv gjørt burturúr, tá ið danska
B93 vitjaði í 1964 og ólavsøkudag
vann 4-0 á HB, og tá ið danska OB
vitjaði í 1965 og ólavsøkudag vann
4-2 á býliðnum. Í 1966 var øgiligur
rómur, tá ið tað ólavsøkudag eydn
aðist býliðnum at vinna 4-3 á ís
lendska Akranesi.
B36 bragdið
Besta altjóða liðavrikið, sum føroyskt
felag hevur megnað á ólavsøku, var
tá ið B36 í 2005 ímóti íslendska ÍBV
megnaði at spæla seg víðari úr fyrsta
innleiðandi umfari í UEFA Cup. At
úrslitið tvær vikur frammanundan
var 1-1 í Vestmannaoyggjunum bar
vónir við sær um, at tað ólavsøku
aftan kundi eydnast B36 sum fyrsta
føroyska felag yvirhøvur at spæla seg
í annað innleiðandi umfar.
Úrslitið var 2-1. B36 vann FM í
2005, og manningin var góð:
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth
Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Pól
Thorsteinsson liðformaður, Alex Dos
Santos – 14. Niels Joensen (Heini í
Skorini, 85.), Ingi Højsted, Klæmint
Matras, Mikkjal Thomassen - Allan
Mørkøre, Bergur Midjord (Levi
Hanssen, 79.)
Á beinkinum uttan at verða
skiftir inn: Magnus Poulsen, Jóhan
V. Gunnarsson, Wellington Da Silva
Soares, Obele Okeke Onyebuchi,
Bárður H. Joensen
Venjari: Sigfríður Clementsen
Hjálparvenjari: Magni Mohr
Allan Mørkøre legði B36 framum
í fyrsta minutti,og Bergur Midjord,
sum eisini gjørdi málið í Íslandi,
skoraði sigursmálið í 59. minutti.
Sosialurin skrivaði soleiðis:
Síðstu løtuna vóru tað tey, sum
vendu sær burtur, tá ið ÍBV ein
stakar ferðir otaði seg fram á B36
hálvuna, og neglirnar vóru heilt
niðurbitnar hjá fleiri, tá ið dómarin
úr Luksemborg hevði bríkslað fyri
síðstu ferð.
Íslendingarnir vórðu sendir
tómhentir aftur í Oyggjarnar, og
B36 setti kós av ólavsøku og suður
í Europa! Tað ber nýtt kapitul í
føroysku fótbóltssøguni við sær,
skrivaði Sosialurin.
Í øðrum innleiðandi umfari spældi
B36 ímóti FC MIdtjylland, sum akku
rát megnaði at spæla seg víðari í
kappingini. 11. august tapti B36 2-1
á útivølli. At Ingi Højsted ellivu
minuttir undan leikloki minkaði um
munin og skoraði týdningarmikið
mál á útivølli bar við sær, at B36
varð roknað at hava møguleika á
heimavølli.
25. august endaði tað 2-2 í Gunda
dali, og harvið var tað FC Midtjylland,
sum helt fram í kappingini. Bergur
Midjord legði B36 framum og Allan
Mørkøre javnaði til 2-2.
HB í Finnlandi á ólavsøku
HB hevur einaferð spælt í europeisku
kappingunum sjálvan ólavsøkudag.
Merkisvert við tí dystinum var, at
hann varð spældur á útivølli.
22. juli í 1998 vakti tað ans, at HB
vann 2-0 á heimavølli ímóti finska
VPS Vaasa. Súni Fríði Barbá skoraði
bæði málini, og hetta var fyrsti HB
sigurin yvirhøvur í europeiskari
kapping.
Ólavsøkudag spældi HB í Finn
landi. Hóast tað bara eru átjan ár
síðani, so var samskiftið so nógvar
ferðir verri tá, enn tað er nú.
HB viðhaldsfólk og fótbóltsáhug
aðir føroyingar yvirhøvur bíðaðu í
spenningi eftir tíðindum úr Finn
landi, og tað varð vónað, at HB fór at
megna so mikið gott úrslit, at liðið –
sum tað fyrsta føroyska nakrantíð –
fór at spæla seg víðari í europeiskari
kapping.
Millum tey, sum í ólavsøkuhýri
gingu oman og niðan í miðbýnum
varð spurt og fegnast um tíðindi úr
Finnlandi, og sjálvandi var vónbrotið
stórt, tá ið tað frættist, at HB hevði
tapt ólavsøkudystin í Finnlandi 4-0.
Fyri ellivu árum síðani eydnaðist tað ólavsøkuaftan B36 sum fyrsta føroyska
felag nakrantíð at spæla seg víðari í europeiskari kapping
Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo
TÁ IÐ B36 SKRIVAÐI
SØGU Á ÓLAVSØKU