mánadagur 1. august 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 31 • 1. AUGUST 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Mugu varðveita
ævintýrini
Danjal av Rana
A
ftur í ár samlaðust hundraðtals
børn til framsýningarnar hjá
teimum báðum, Búa Dam og
og Dánjali á Neystabø. Síðani 2004,
tó okkurt ár er gloppið burtur ímillum,
hava teir skipað fyri Ævintýraferðini á
ólavsøku, eins og teir hava ferðast
runt og havt framsýningar fyri skúlum
og dagstovnum.
Sangurin um Grækaris Grashøvd
er vorðin ein verulig landaplága og
flestu munnu vit kennast við fleiri
aðrar sangir hjá teimum.
Tað var mest sum av tilvild, at
samstarvið hjá teimum báðum fekk
heitið Ævintýraferðin, og Búi Dam
viðgongur, at hann ikki hevur verið
serliga fegin um heiti.
– Eg helt, at Ævintýraferðin var eitt
sindur lítið sigandi, men við árunum
eri eg farin at dáma heitið betur, ser
liga sum eg havi sett meg meiri inn í
hvat ævintýr eru, sigur hann.
– Ævintýr eru meiri enn undirhald.
Tað eru søgur, ið geva okkum týdn
ingarmiklan lærdóm um lívið. Tey
læra okkum, at lívið er ikki bara gott.
Tú kanst møta eini heks á vegnum,
tú kanst koma til skaða. Men – um
tú stríðist, kemur tú ígjøgnum og út
aftur hinumegin, sterkari enn áður,
sigur Dánjal á Neystabø.
Dánjal á Neystabø og Búi Dam
siga, at málið hevur øll hesi árini verið,
at ævintýraferðin skal hava eina ávísa
dýpd, og teir eru tí ikki bangnir fyri
at lata óndskapin spæla ein leiklut í
søgunum.
– Bob, tann feiti rúmdargrísurin, er
heksin í okkara søgum, og í rættum
ævintýranda enda søgurnar altíð við,
at vit gera av við Bob, sigur Dánjal á
Neystabø.
– Samstundis royna vit at lýsa
óndskapin frá fleiri síðum. Vit royna
at greiða frá, hví Bob ger sum hann
ger, tó uttan at altíð rættvísgera tað.
Eg haldi tað vera týdningarmikið, at
vit ikki altíð gera óndskapin ov eins
táttaðan, einfaldan. Vit eiga at læra
okkum at hyggja at eini søgu frá fleiri
sjónarhornum. Vandin er, at vit taka
løttu loysnina og siga, at tú ert óndur,
tí tú gert so og so, og tí vilja vit ikki
hoyra tína frágreiðing. Hygg eftir,
hvussu vit vaksnu tosa um altjóða
politikk, sigur Dánjal á Neystabø.
– Vit mugu ikki vera bangin fyri
at lata tað myrka og dapra vera part
av søgunum. Lívið er vár, summar,
heyst og vetur. Tað myrka og deyðin
er partur av lívinum, og uttan deyðan,
vaknar einki til lív aftur um várið, sigur
Búi Dam.
– Vandin er, at børn okkara tí ikki
duga at takast við tað ónda og dapra,
tá tey møta tí í lívinum, tí at í okkara
søgum finst ikki líðing ella deyði, men
einans látur og gleði. Men tað góða er
ikki gott uttan tað ónda, og tað ónda
er ikki ónt uttan tað góða, sigur Búi
Dam.
Teir báðir minna á, at her í Føroy
um hava vit eina ríka siðvenju at siga
søgur. Børnini lurtaðu, tí søgurnar
vóru spennandi, men samstundis vóru
tær ógvuliga læruríkar.
– Vit hava nógv at takka Jakob
Jakobsen fyri, sum niðurskrivaði før
oysku ævintýrini, so at tey eru varðveitt
til okkara tíð og fyri framtíðina. Vit
mugu bara ansa okkum, at vit ikki lata
ævintýramentanina í Føroyum detta
niður fyri, sigur Búi Dam.
– Ævintýrini eru ikki einans søgur, men geva okkum týdningarmiklan lærdóm um
lívið. Vit mugu ansa okkum, at okkara barnaundirhald ikki gerst ov lætt, siga Búi Dam
og Dánjal á Neystabø, sum síðani 2004 hava staðið fyri Ævintýraferðini