mánadagur 1. august 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
04-06/08
2
Komandi vikuskiftið verður 13.
Summar Festivalurin hildin í Klaks
vík.
Fyrsti Summar Festivalurin
varð hildin í góðveðri í 2004, og
tá leitaðu 3.500 fólk sær til fyrstu
útikonsertina á Vágsbøi. Sólin skein
oman og niðan hendan fyrsta úti
dagin, og tað skapti grundarlag fyri
einari góðari uppliving frá byrjan.
Síðani 2004 hevur Summar
Festivalurin ment seg til at verða
landsins størsta tónleikatiltak.
Hesi seinnu árini hava millum 8 og
10.000 fólk verið á festivali hvørt
ár, og festivalurin hevur drigið
stór altjóða navn til Føroya. Nøvn,
sum vit fyri 10-15 árum síðani ikki
kundu hugsa um at fáa til landið
at spæla.
Metfestivalur
Aftur í ár er Summar Festivalurin
til reiðar við einum altjóða tiltaki
í Klaksvík.
Úr útlandinum koma spennandi
og kend tónleikanøvn, og lagt er upp
til tríggjar dagar við fantastiskum
tónleiki.
Ein av kendastu poppsangarum
í heiminum er Cliff Richard. Hann
hevur síðani seinast í 1950’unum
verið virkin við útgávum og fram
førslum, og hann hevur sum fáur
vunnið hjørtu á fólki við sínum tón
leiki. Cliff Richard er í flokki við tey
størstu nøvnini í tónleiksøguni, og
tá ið tað ikki longur ber til at fáa
The Beatles, ABBA og Bee Gees á
pall, er Cliff Richard gott umboð fyri
flokkin av tungvektarum í popp
søguni.
Føroyingar hava lurtað nógv
eftir Cliff Richard ígjøgnum árini,
og mangan hevur verið droymt um
at fáa hann til Føroya. Nú ber tað
so umsíðir til at hoyra poppikonið
spæla sínar bestu sangir í Føroyum.
Góðir bólkar
Afturat Cliff Richard spælir eisini
ein long røð av føroyskum og út
lendskum bólkum.
Progressivi poppbólkurin Hig
hasaKite, sum veruliga stormar
fram, kemur við sínum nýskapandi
og sveimandi popptónleiki. Í fjør
var Lukas Graham tað stóra, nýggja
navnið á Summar Festivalinum, og
hann hevur síðani fingið altjóða
gjøgnumbrot. Tað er ikki ósannlíkt,
at júst HighasaKite kann gerast
næsta navnið av hesum slagi.
Veitslubólkurin Hermes House
Band hevur gjørt festligar tulkingar
av kendum poppsangum og hava
hittað við teimum. Tey fara at seta
lív í á Vágsbøi leygarkvøldið.
Summar Festivalurin hevur
havt sera gott samband við Írland,
haðani fleiri frálíkir bólkar og sang
arar hava vitjað. Í 2005 hevði Brian
McFadden eina tiltikna framførslu
á Vágsbøi. Nú kemur hann aftur
saman við Keith Duffy, sum var
sangari í Boyzone. Teir hava gjørt
nýggjan bólk, tey kalla Boyzlife, og
teir spæla tað besta hjá Westlife
og Boyzone.
Silvalandið fær eisini útlendska
vitjan. Froja & Sarah luttóku í MGP,
og tær fara at hava framførslu á
ársins Summar Festivali.
Fólkalív
Summar Festivalurin er meira
enn bert tónleikur. Festivalurin er
eisini fólkalív, hugni og vinarlag.
Hundraðtals campingvognar skapa
størstu tjaldbygdina í Føroyum,
nógvir bátar finna sær trygga havn,
og tjøldini gerast alt fleiri í tali.
Stemningurin á Summar Festi
valurin er framúr góður. Fólk hugna
sær, lurta eftir tónleiki, syngja við,
práta og spáka sær annars runt á
festivaløkinum.
Í tríggjar dagar verður ljómandi
tónleikur av tríggjum útipallum, og
eisini í ítróttarhallunum og á tjald
økinum verður ymiskt undirhald og
tónleikur.
Vit ynskja øllum ein
góðan Summar Festival!
VÆLKOMIN Á ÁRSINS SUMMAR FESTIVAL
SUMMARBIT VIÐ SMAKKIROYNDUM
Leygardagin 6.
august frá klokkan
16:00 til 17:00
bjóðar Summar
Festivalurin í
samstarvi við Føroya
Tele, Eta, Føroya
Bjór og Gadus
smakkiroyndir,
tónleik og hugna í
Telegarðinum.
Summarbit
• Eta bjóðar smakkiroyndir av
fisk & chips
• Føroya Bjór bjóðar smakki
royndir
• Føroya Tele bjóðar poppkorn
og okkurt leskandi
• Andras Sólstein hugleiðir
um fiskivinnu, samskifti og
undirhald
• Blue Coat Brass Band spælir
• Klovnurin Bubu leggur leiðina
framvið
Fá armband uppá áðrenn festivalin
Tað lættir um hjá bæði tær og festivalinum, um tú fært tær
armband uppá, áðrenn festivalurin byrjar. Øll atgongumerki
verða skift um við eitt persónligt armband, og tey kunnu áðrenn
festivalin fáast uppá á hesum støðum:
• Torginum í SMS í Havn
• Telebúðini í Klaksvík
• Norðoya Sparikassa
í Klaksvík
Avmarkað
nøgd er av
ábiti og drykkju
vørum, og tiltakið
endar stundisliga
kl. 17:00!