mánadagur 1. august 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
04-06/08
6
ÍRSKT DREAM-TEAM
Fuglfirðingurin Jógvan Joensen
vann fram sum ein bjørt stjørna í
donsku X Factor kappingin í fjør. Við
sannførandi framførslum, framúr
musikaliteti og einum tryggum út
trykki vann Jógvan seg allan vegin
í finaluna, har hann endaði næst
fremstur av øllum teimum hundrað
tals fólkunum, ið høvdu bjóðað seg
fram í kappingini.
Síðani hevur Jógvan arbeitt
víðari við sínum tónleiki, og hann
hevur latið útgávu frá sær. EP-út
gávan kom fyri jól í fjør og kallast
Love That You Love. Mest spældi
sangurin hjá Jógvani er helst
sangurin, sum hann gjørdi til X
Factor finaluna. Sangurin kallast
Best Kept Secret.
Jógvan Joensen spældi á Summar
Festivalinum í fjør, og festivalurin er
fegin um at bjóða evnaríka tónleik
aranum vælafturkomnum á land
sins størsta tónleikatiltak.
EVNARÍKI JÓGVAN
Tað líkist dreymunum hjá bæði
ungum og meira vaksnum
gentum, nú Keith Duffy og
Brian McFadden fara á pall í
Klaksvík.
Hvør í sínum lagi vóru teir
í 90’unum partur av dreingja
bólkum, sum sópaðu øll gentu-
hjørtu fyri sær á leiðini til tind
arnar.
Boyzone, har Duffy var ein
av sjeikunum, høvdu eitt nú
hitt sum Picture of You, No
Matter What, Love Me For a
Reason og Father and son,
meðan Westlife, sum í nógvar
mátar líktust ævigu kapping
arneytunum, høvdu løg sum
Flying Without Wings, My
Love, You Raise Me up og nógv
onnur.
Fyri báðar partar var gald
andi, at løgini við flúgvandi
ferð vunnu seg upp eftir al
heims tónatindum. Vøkru
og sjarmerandi sangararnir
hingu á gentukømurum kring
allan heim, og eisini her heima
í Føroyum taldust teir ár eftir
ár millum metseljararnar í
plátubúðunum.
At tónleikurin veruliga
er stórur her á landi, hava
vit fyrr sæð á júst Summar-
festivalinum. Brian McFadden
var í 2005 eitt av útlendsku
høvuðsnøvnunum, tá hann
hevði ein framúr framførslu,
sum fram til tá mundi teljast
millum tær allarstørstu, sum
føroyingar høvdu verið vitni
til, tá um ræður støddina á
áskoðarafjøldini.
Sjálvur dámdi honum eisini
væl í Føroyum, og tað hevur
støðugt verið samband millum
McFadden og fyriskipararnar
av festivalinum, tí hann hevur
ynskt at sleppa til Føroya at
framføra aftur. Eisini hevur
Westlife – tó uttan McFadden
– verið á Summarfestivalinum.
Tað hava Boyzone ikki
verið, men ein av táverandi
partamonnunum hjá Keith
Duffy, Ronan Keating, var á
festivalinum fyri nøkrum árum
síðani, og tá var tað sjón fyri
søgn, at tónarnir hjá Boyzone
framvegis liva sítt fríska lív.
Saman framføra Duffy
og McFadden alt tað besta,
sum teir báðir superbólkarnir
høvdu á skránni. Teir báðir
eru sjálvandi búnaðir nakað
við árunum, men tað merkir á
ongan hátt, at framførslurnar
eru verri, enn tær vóru, tá
dreingjabólkarnir vóru á tind
unum. Røddirnar eru framveg
is eins framúr góðar, sum tær
altíð hava verið, og í Bretlandi
og har um leiðir verða teir
longu nevndir sum ein møgu
ligur komandi superbólkur.
Fram til nú hava teir saman
lagt havt 23 oddasessir á
ensku tónatindunum, og tað
er ikki bert í Bretlandi, at
lurtararnir vóna, at fleiri av
slagnum verða lagdir afturat
komandi árini.