mánadagur 1. august 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
04-06/08
8
HIGHASAKITE ER TAÐ NÆSTA STÓRA
Stóru europeisku festivalarnir hava sent boð eftir HighasaKite, og nú koma tey eisini á Summar Festivalin
Tey eru nakað av tí mest spennandi
í altjóða poppumhvørvinum í løtuni,
og veruliga gjøgnumbrotið er á veg.
Teirra nýskapandi og hugtakandi
popptónleikur hevur fingið vind í
seglini, og í heimlandinum Noregi
eru tey tann nýggja vónin.
Europeiskir festivalar sum
Glastonbury og Roskilde hava sett
tey á plakatina, og í heyst skulu tey
á umfatandi konsertferð í USA.
Summar Festivalurin er sera
fegin um, at tað hevur eydnast at
fáa HighasaKite at spæla á festi
valinum í ár.
– Í fjør bjóðaðu vit okkara gest
um Lukas Graham, sum síðani er
blivin ein heimsstjørna. Nú kunnu
fólk uppliva tað næsta stóra,
HighasaKite úr Noregi, siga fyri
reikararnir av Summar Festivalinum.
Framúr ummæli
HighasaKite varð stovnað í 2011.
Bólkurin er úr Noregi, og síðani byrj
anina hava somu fimm tónleikarar
verið við í bólkinum. Ingrid Helene
Håvik er forsangari, og afturat sær
hevur hon Marte Eberson, Øystein
Skar, Trond Bersu og Kristoffer Lo.
Fyrsta útgávan frá HighasaKite
kom í 2012 og fekk framúr ummæli
í Noregi.
– Um tú hevur mist trúnna uppá
popptónleik, so vísir HighasaKite
tær ljósið, skrivaði norska Dag
bladet, sum gav útgávuni sítt besta
skoðsmál.
HighasaKite gav aðru útgávuna,
Silent Treatment, út í 2014, og fyrr í
ár koma triðja útgávan, Camp Echo.
HighasaKite hevur hittað stórt í
Noregi, har sølan av teirra útgávum
hevur verið sera stór. Nú hevur stór
útlandið eisini fingið eygu og oyru
upp fyri bólkinum, sum vinnur fram
á altjóða marknaðinum.
Í summar hava tey spæla á
bæði Glastonbury og Roskilde, og
aðrar spennandi uppgávur bíða fyri
framman. Í heyst skal bólkurin á
USA konsertferð, og roknað verður
við, at HighasaKite fer at røkka
langt í hesum árinum.
Men áðrenn spennandi popp
bólkurin við teimum frálíku sang
unum sleppur so langt, vitja tey
í Føroyum, og nú fáa føroyingar
møguleikan at uppliva ein bólk, sum
stormar fram á altjóða tónleika
pallinum og kann verða tað næsta
stóra.
Songkvinnan og fjøllistakvinnan
Laila av Reyni fer at hava eina øðr
vísi framførslu á Summar Festi
valinum. Framførslan fer bæði at
bjóða tónleik og kjólar, hon hevur
sniðgivið.
Laila av Reyni gav fyri kortum
út sína aðru útgávu, sum kallast
Stay. Hetta er ein melankolsk
elektropopútgáva, sum er ein
ferð gjøgnum tónleik, kenslur og
visuellu list. Laila tekur støði í sam
tíðini og teimum avbjóðingum, sum
lívið hevur við sær.
Laila av Reyni fer á Summar
Festivalinum at hava framførslu,
har hon umframt tónleikin eisini
dregur aðrar partar av sínari list
inn í framførsluna.
LAILA VIÐ KJÓLUM
OG TÓNLEIKI