mánadagur 1. august 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
04-06/08
14
Silvalandið á Summar Festivalinum verður í ár
størri og meiri umfatandi, enn tað nakrantíð
áður hevur verið.
Í tríggjar festivaldagar bjóðar Silvalandið
fjølbroyttar aktivitetir í KÍ-høllini og Bad
mintonhøllin, sum eru samanbygdar. Eisini
verður onkur aktivitetur uttanfyri hallirnar.
Silvalandið er fyri teir yngru festival-gest
irnar – fyri børnini og familjurnar – og øll, sum
hava armband til Summar Festivalin, sleppa
at brúka Silvalandið ókeypis. Við góðum
stuðli frá Norðoya Sparikassa ber til at lata
familjunum hetta óføra festivaltilboðið.
Opið um dagin
Silvaland er opið hósdagin, fríggjadagin og
leygardagin. Opið er frá tíðliga seinnapartin
til nakað út á kvøldið.
Hósdagin kl. 14.00 bjóðar Silvi øllum børn
um vælkomnum í Silvaland, og síðani verður
gongd sett á virksemið í barnalandinum. Jens
Tryl fer at gylka, Bubu hevur show, Froja &
Sarah far at syngja og Beinir hevur eisini
framførslu. Kl. 19.00 verður serlig hending,
tá ið Silvi fer at sleppa 2016 ballónir á flog.
Fríggjadagin ber til at uppliva eitt nú Super
kids úr Havn og Disney ævintýrdans. Luddi
og Karlo vitja. Silvaland upp fríggjadagin kl.
14.00 og letur aftur kl. 20.00.
Leygardagin er opið frá kl 13.00 til 20.00,
og hendan dagin fara eitt nú Sørvágsbørn at
syngja, og tá ber aftur til at uppliva Froja &
Sarah á palli.
Summar Festivalurin er sera fegin um at
bjóða familjum á størsta og besta Silvaland
nakrantíð!
Silvalandið heldur til í KÍ-høllini og
Badmintonhøllini. Sera nógv verður
gjørt burturúr, og allir festivalgestinir
kunnu ókeypis fara í Silvaland, uppliva
undirhaldið og brúka aktivitetirnar har
SILVALAND TIL BØRNINI
Í ár er Silvalandið á tremur við aktivitetum og undirhald til teir yngru gestirnar.
Silvaland fær eisini forvitnisliga tónleikavitjan av Froja & Sarah
Fyrr í ár luttóku Froja & Sarah í MGP
barnaprixnum í Danmark. Tær gjørdust
nummar 3 við sanginum »Hvor bliver du
af«, ið tær sjálvar hava skrivað.
Fríða er úr Klaksvík, men búsitandi
í Danmark, og hon hevur gingið í
barnagarði saman við Sarah. Tær eru
vinkonur og framføra saman.
Síðani MGP hava Froja & Sarah havt
nógvar framførslur kring Danmark,
og tað hevur gingið sera væl. Eisini á
netinum eru tær sea væl umtóktar.
Tær hava til dømis 8.500 fylgjarar á
Instagram, har tær javnan leggja nýtt
tilfar úr. MGP-sangurin hjá teimum er
spældur yvir 850.000 ferðir á YouTube.
Froja & Sarah hava verið í Medley
Studio og spælt nýggjar sangir inn,
og ein av hesum sangum er nú farin í
umferð. Tí verður tað eisini nýtt tilfar,
ið tær báðar fara at framføra á Summar
Festivalinum.
Silvaland 2016
HÓSDAGUR 4. AUGUST
14.00: Silvi og vinir bjóða vælkomin
15.00: Jens Tryl gyklar
18.00: Konsert: BUBU, Froja & Sarah
frá MGP, Beinir
19.00: Børn á Summarfestivali.
Silvi sleppur 2016 ballónir á flog
20.00: Takk fyri í kvøld
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST
14.00: Silvi og vinir bjóða vælkomin
15.00: Jens Tryl gyklar, Bubu, Luddi
og Karlo vitja
17.00: Konsert: Superkids úr Havn syngja
og dansa, Disney ævintýrdansur,
Kom við til Spæliland
20.00: Góða nátt sangur
LEYGARDAGUR 6. AUGUST
13.00: Silvi og vinir bjóða vælkomin
14.30: Konsert: Sørvágsbørn syngja, Kular
Røtur, Froja & Sarah frá MGP,
16.00: Jens Tryl gyklar og gandar, Luddi
og Karlo vitja
18.00: Silvi, Disney ævintýrdansur,
Vit gykla og spæla
20.00: Góða nátt sangur
Í tríggjar frálíkar dagar fer Silvalandið at bjóða føroyskum summar- og
festival børnum spennandi og gott undirhald. Silvalandið verður í
KÍ-høllini og Badmintonhøllini, sum eru samanbygdar. Í høllunum verða
hoppiborgir, bilbreyt, stórir bóltar, andlitsmáling, sansirúm,
teknistova, fitt og stuttlig toydýr, framførslur, livandi sangur og
tónleikur, kappingar, gykl, klovnarí, skemt, hugni og góð samvera.
Uttanfyri Badmintonhøllina verður eisini frítt spælipláss!
FROJA & SARAH