Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SUMMAR FESTIVALURIN 2016 04-06/08 16 Páll Finnur Páll hava fyri langari tíð síðani sligið sítt navn fast sum ein tann festligasti bólkurin her á landi. Teir smíða kanska ikki eins nógv løg longur, sum teir hava gjørt, og framførslurnar eru eina­mest kon­sentreraðar um summar­mán­ aðirnar, tá logistikkurin í størri mun loyvir, at allir eru savnaðir í sama landi. Men tað nertir ikki tann veru­ leikan, at tað altíð er lív í fjøldini, tá havnarmenninir trína á pallin við sínum provokerandi og kanska eisini óskikkiligu sangum. Tá kunnu sjálvt eldri fólk tralla við til tekstir, hvørs innihald tey neyvan høvdu torað at nevnt í almenna rúminum annars. Miðskeiðis í fyrsta áratígginum í hesi øldini stormaði bólkurin upp eftir føroysku tónatindunum. For­ elskaður sjónleikari, Herbergið, mín russiski vinur og Eg gjørdust sannar landaplágur, hóast heldur konservativa Kringvarpið ikki vildi spæla fleiri av løgunum fyrstu tíðina. Talan var í nógvar mátar um provokerandi tekstir, har roynt varð at seta hol á ymisk tabu í føroyska kjak­inum, og kanska júst tí vórðu sang­irnir somikið væl fagnaðir. Í nógv ár hava konsertirnar hjá bólk­in­um havt skap av risastórum sing-a-long framførslum, har hvørt mansbarn hevur sungið við um russ­iskar bøssar, um at ganga í Mimir, at koyra hann í rumpuna, um grøn­lendingar á Herberginum og allar hinar sannleikarnar, sum við síni klokku­kláru meining hava verið við til at skumpa undir eina meira frílynta kjakmentan her á landi. ÓSKIKKILIGU SLAGARARNIR BYGDABALL AV TÍ GÓÐA SLAGNUM Tað líkist einum ordans bygdaballi, tá Hermes House Band fer á pall á Vágsbøi leygarkvøldið. Sjálvi taka tey til »let’s get ready to party«, og tað er eitt veldugt tónleikaball, tá tey eru á pallinum. Í mun til so nógv onnur útlendsk tónleikanøvn, sum hava staðið á pallinum á Vágsbøi, so eru tey í Herm­es House Band ikki kend fyri sínar egnu sangir. Bólkurin varð stovnaður longu í 1984, men tað skuldu ganga tíggju ár, áðrenn hollendsku enter­ tainararnir veruliga gjørdu um seg. Hesa ferð raktu tey veru­liga fólkasálina við eini nýggj­ari og kanska heldur meira undir­halds­ kendari útgávu av Gloria Gaynor- hitinum, I Will Survive, og hetta við endurspæla og –skapa gomul hitt hevur síðani verið júst tað, sum bólk­urin hevur gjørt til sína egnu merki­vøru. Burtur úr rúgvuni av løgum, sum bólkurin plagar at hava við sær á pallin, kunnu nevnast Que Sera Sera, Country Roads, Hit the Road Jack, Go West, Live is Live og nógvir aðrir, sum millum ár og dag hava fylt dansigólv kring allan heim, og sum framvegis væl og virðiliga kunnu fáa tey flestu at spenna bøllarnar, pussa dansiskógvarnar og smyrja raddar­bondini, tá farið verður á pall­in. Hetta skuldi eft­ ir øllum sólar­merkj­ um at døma passa sum fótur í hosu til Summar­festi­valin, har kon­septið al­ tíð hevur ver­ið, at tað skal vera sang­bærur tón­ leikur, har tey øll kunnu syngja, og har tað onkra tíð eisini verður sagt, at hitt­ini hittast. Hittini hittast í øllum førum leygarkvøldið, tá hollendski dansi- og undirhaldsbólkurin fer á pallin, og lítil ivi man vera um, at øll fara at syngja við. Júst sum til eitt gott føroyskt bygdaball. Kendi rockbólkurin fer nú aftur á pallin. Kristni rockbólkurin I AM hevur ikki havt almenna framførslu í 10 ár, men nú gera teir comeback við framførslu á Summar Festivalinum. Bólkurin var stovnaður í Klaks­ vík og hevði fleiri hitt um aldars­ skift­ið. Teirra melodiøsi – og stund­um rockkendi – tónleikur fang­aði eina stóra áhoyrarafjøld í Før­oyum, og við góðum live-fram­ førslum megnaðu teir at vinna nógv hjørtu. I AM spældi á Summar Festi­val­ inum í 2005, men eftir framførslu á Fjarðafestivalnum árið eftir hava teir ikki spælt á konsert. Tað verður nú broytt, og I AM fær í august møguleikan á landsins størsta tónleikapalli – á Vágsbøi. – Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at sleppa at spæla aftur – fyri ikki at tala um á størsta palli í Før­oy­um. Tað er langt síðani, vit spæld­ur, og ígjøgnum árini hava nógv fólk spurt okkum, nær tey aftur sleppa at hoyra okkum. Vit síggja fram til at kunna geva teim­ um mongu, sum hava bíðað, tað, tey hava spurt um: eitt brak av einari konsert við øllum hittunum, siga teir í I AM. I AM GER COMEBACK KARSTIN DANIELSEN Karstin Danielsen syngur country­sangir á føroyskum og ensk­um máli. Hann hevur seinnu árini innspælt fleiri sangir, og teir hava regluliga verið at hoyrt í útvarpi. Talan er um sangir, ið eru týddir úr út­lendskum máli. Eisini hava sangirnir verið at hoyrt á YouTube, har teir hava nógv-ar sýningar. Karstin fer at fram­ føra á Torginum saman við Paula Magnussen.