mánadagur 1. august 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
04-06/08
18
EIN OASA Í MELDRINUM
Í tjaldbygdini verður møguligt at
keypa mat og drekka og annars
hugna sær saman við festival
gestum. Hugnaliga bygdin verður
skipað við tveimum grannaløgum,
har familjur og tey meira tilkomnu
halda til á økinum niðan móti stóra
tjaldinum og tey ungu halda til á
økinum, sum liggur oman móti
stóra pallinum. Mitt í bygdini ligg
ur ein stór tipi, sum eisini er eitt
savningarstað fyri øll tey, sum
vitja tjaldbygdina. Her ber til at
keypa ein góðan morgunmat, tá
tú vaknar ella eina heita, lætta og
bíliga máltíð, áðrenn tú fert víðari
til næstu konsertina. Eisini verður
skipað fyri smærri framførslum inni
í tipi’ini.
Fyrireikararnir siga, at stórur
dentur verður lagdur á at skapa
eitt hugnaligt og innbjóðandi um
hvørvið, soleiðis at gestirnir kunnu
kenna seg væl allar dagarnar,
meðan festivalurin er.
Beint við inngongdina til
tjaldbygdina liggja hitapottar,
sauna, djúsbarr og fleiri smærri
sølubásar. Her er eitt sindur av øll-
um og sambært fyrireikarunum er
tjaldingarøkið ein lítil oasa í øllum
tí nógva, sum annars hendir úti á
sjálvum festivaløkinum.
Fyri at sleppa inn á tjaldingar
økið krevst eitt eitt serligt tjalding
ararmband. Hetta kann keypast á
heimasíðuni www.sf.fo, har eisini
ber til at lesa meira um hugnaligu
tjaldbygdini í hjartanum á festi
valinum.
Aftur í ár bjóðar Summarfestivalurin fólki at gista mitt á
festivaløkinum. Tjaldingarplássið verður skipað sum ein
hugnalig bygd, har pláss er fyri bæði ungum og tilkomnum á
grøna økinum, sum liggur í hjartanum á sjálvum festivalinum
FAQ um tjaldingarøkið
Q: Kann eg taka mat við inn á tjaldingarøkið?
A: Ja, tú ert sjálvandi vælkomin at taka mat við tær inn á
tjaldingarøkið.
Q: Kann eg taka øl við inn á tjaldingarøkið?
A: Ja, tú ert vælkomin at taka drykkivørur til egna nýtslu
við inn. Tó er ikki loyvt at taka glasfløskur við inn á økið.
Rúsevni eru strangliga bannað á tjaldingarøkinum.
Q: Er loyvt at taka gassbluss o.l. við inn á ølið?
A: Av trygdarávum er hvørki loyvt at hava gassbluss, bálstað
ella opnan eld á tjaldingarøkinum. Tó verða tvær kolgrillir
settar upp við stóra søluteltið mitt á økinum. Á hesum
báðum grillum ber til hjá tjaldarum at tilgera egnan mat.
Q: Kunnu vit spæla tónleik inni á tjaldingarøkinum?
A: At syngja saman við vinum hoyrir einum festivali til, so tú
ert vælkomin at taka tína egnu guittar við á tjaldingarøkið.
Tó snýr Summarfestivalurin seg fyrst og fremst um
livandi tónleik og tí ber ikki til at taka størri annleg
(ghettoblastarar o.a., sum spæla harðan tónleik) við inn
á økið, tá hetta kann ávirka framførslurnar, sum eru á
pallinum beint við tjaldbygdina og eisini hini, sum gista á
tjaldingarøkinum.
Q: Er tjaldingarøkið eisini hóskandi fyri barnafamiljur?
A: Vit hava havt fleiri familjur við børnum búgvandi á økinum
og tað hevur víst seg at rigga væl. So ja, vit halda avgjørt,
at tjaldingarøkið eisini er hóskandi fyri tykkum! :)
Q: Ber til at bíleggja sær pláss á familjuøkinum?
A: Nei, tíverri ber ikki til at bíleggja sær eitt ávíst pláss.
Týdningarmikið er tí at koma á tjaldingarøkið í góðari tíð,
soleiðis at tit tryggja tykkum eitt hóskandi pláss.
Q: Hvør er munurin á einum gestaarmbandi og einum
vikuskiftisarmbandi?
A: Við einum vikuskiftisarmbandi til tjaldingarøkið kanst tú
seta telt upp allar dagarnar, samstundis sum tú sjálvandi
eisini hevur atgongd til tjaldingarøkið allar dagarnar. Við
einum gestaarmbandi kanst tú vitja á tjaldingarøkinum í ein
dag, men ikki gista.
Q: Er nakað aldursmark fyri at sleppa inn á tjaldingarøkið?
A: Børn undir 14 ár hava bert atgongd til økið saman við
vaksnum fólki.
Q: Hvar kann eg keypa atgongumerki til tjaldingarøkið?
A: Atgongumerki til tjaldingarøkið fáast á heimasíðuni www.
sf.fo.
Q: Nær letur tjaldingarplássið upp?
A: Tjaldingarplássið letur upp hósdagin tann 04. august
klokkan 15.00!