mánadagur 1. august 2016síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
04-06/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
23
323232
+298 32 32 32 · taxi@taxi.fo · www.taxi.fo
Taxi, airport taxi og kiosk · Opið allan summarfestivalin
GÓÐAN SUMMARFESTIVAL
BIL KOYRIR Í KLAKSVÍK OG EYSTUROYNNI
Á SUMMARFESTIVALINUM,
MANGLAR TÆR EIN BIL RING 32 32 32
TRÍGGIR PALLAR Í TRÍGGJAR DAGAR
Summar Festivalurin 2016 bjóðar nógvar og fjølbroyttar konsertir
við føroyskum og útlendskum tónlistafólkum
Summar Festivalurin 2016 er fyri
framman, og hann fer sum undan
farnir festivalar at bjóða alskyns
konsertir á pallum runt á festi
valøkinum.
Teir tríggir høvuðspallarnir eru
Vágsbøur, Tjaldið og Torgið, og
har verða tær flestu konsertirnar
hildnar frá hóskvøldinum til sunnu
náttina.
Á Vágsbøi er er landsins størsti
tónleikapallur og størsta ljóð
anlegg, sum verður brúkt í Føroyum.
Har verða tær størstu konsertirnar
hildnar, og bæði pallur, ljóð og ljós
eru á altjóða stigi. Í ár fara eitt nú
Cliff Richard, Hermes House Band,
HighasaKite og Boyzlife at spæla.
Tjaldið hevur gjøgnum árini hýst
fantastiskum framførslum hjá bæði
føroyskum og útlendskum bólkum,
og aftur í ár er lagt upp til gylta
løtur í risastóra tjaldinum. Har fara
til dømis Hjarnar, Marius, Páll Finn
ur Páll, Lena Anderssen og Eyðn
Nolsøe at spæla.
Á hugnaliga Torginum verða
framførslur við solistum og smærri
bólkum. Har kunnu fólk í ár hoyra
eitt nú Døgg Nónsgjógv, Jógvan,
Sámal Ravnsfjall, Kim Hansen og
Blue Coat Blues Band.
Í Silvalandi er eisini ein tónleikur
og undirhald festivaldagarnar.
Har verða smærri konsertir, og
eisini fara gylkari og klovnur at
at undirhalda familjurnar. Í ár fær
Silvaland serliga vitjan av MGP-
bólkinum Froja & Sarah.
Umframt almennu pallarnar
kann roknast við, at onkur
framførsla verður í tjaldbygdini.
Summar Festivalurin byrjar
hóskvøldið kl. 20.00, og seinasta
konsertin verður sunnunáttina kl.
03.00.