Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Á ólavsøku byrjar tingárið aft­ur, og í skrivandi stund er løg­ting­ið ikki kom­ið í gjøgnum fram­søgu­røð­ur­ nar í kjakinum um ólavsøkurøðu løg­mans, sum er tann fyrsta hjá Aks­el V. Joahnnesen, løgmanni. Orðaskiftið higartil líkist orða­ skift­um flest. Samgongufólk hálova røð­uni, og andstøðufólk halda hana vera positiva, men fara so at stríð­ast um at fáa part í tí rósi, sum løg­mað­ ur hevur til førda politikkin – summ­ ir and­støðupolitikarar krevja bein­ leið­is at fáa lut í rósinum, sum teir halda hoyrir fyrrverandi samgongu til. Gamaní byggir einhvør samgonga á herð­ar­nar á undanfarnum sam­ gong­um – tað vil so vera, men tá pol­ it­ik­arar fara at klandast um at fáa rós – og sjálv­ir at geva sær heiður, so tykist kjak­ið ikki serliga búgvið. Avbjóðingarnar eru enn sum áð­ ur stórar. Tann størsta er helst fiski­ vinnu­ný­skip­an­in, sum greiða skal fá­ast á í hesi tingsetu, um nakað sum helst skal henda. Løgmaður vísti í ólavsøkurøðuni á, hvønn týdning tað hevur, at sam­ fel­ag­ið fær lut í tí tilfeingi, sum er ogn Føroya Fólks. – Vit kunnu staðfesta, at inn­ tøk­ur­nar seinastu vikurnar kunnu rinda fyri umleið tað, sum Smyril kost­ar ár­liga. Ella tað, sum bæði tyrlu­til­búgv­ingin og tænastan kost­ ar ár­liga. Ella stóran part av tí, sum vit brúka til at viðgera føroyskar krabba­meinssjúklingar árliga, segði hann. Hetta útsøgn løgmans vísir helst, at samgongan fer at halda fast í onkrum slagi av uppboðssølu av fiski­rætt­ind­unum í nýggju skip­an­ ini. Onnur stórmál eru eisini, sum eru trupul, og sum skulu loysast, so sum pen­sjónsskipan og heilsunýskipan. Flokkarnir tykjast samdir um, at hesi bæði tøk skulu takast, men ikki hvussu samhaldsføst pensjónin skal ger­ast, og hvussu nógv hvør ein­ stakur skal gjalda til pensjónina. So er tað álitið um broytingarnar í heilsuverkinum – og har semja skal fáast um, hvussu vit fáa sum mest fyri hvørja krónu – og hvussu semja kann fáast um, hvussu vit brúka tey trý sjúkrahúsini best, ella um enn meira skal miðsavnast í Havn. Í øllum førum skal meira fáast fyri tað sama. Men tað hómast longu stór semja um bara at skipa tey trý sjúkrahúsini undir somu leiðslu – og um at at niðurleggja ak­utt­skipanir í Klaksvík, so tað verður helst ein tungur burður hjá landsstýriskvinnuni at fáa upp á pláss. Spennandi verður at fylgja orða­ skift­i­num hetta í heyst. Men tá tað um fiski­vinn­u­ný­skip­ an­ina ræður, so vita øll ting­fólk og landsstýrisfólk, at tað er bara ein 1. januar eftir, til nýggja fiski­vinnu­ skip­anin tek­ur við. 2018 nærkast, og tí kann ikki bíðast longur bara ein 1. januar eftir Stóri fitti risi – so Wim Wenders Johan Mortensen Kjak síða 20 Dýrari pass við fingra­ merki Tíðindi Síða 9 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Aftur í seinasta mánaði lá bil­merkið Toyota á odda sum mest selda bilmerkið í Før­oyum. Tað vísa hagtøl frá Ak­ stovuni. Í juli vórðu seldir 218 Toy­ ota­bil­ar í Føroyum. Næst Toy­ota kom Citroen á øðrum plássi við 176 bilum, og á triðja­ plássið Volkswagen við 165 bil­ um. Talan er um somu rað­ fylgju sum í junimánaði. 10 tey mest seldu bil­merk­ ini higartil eru hesi: Toyota ..................................218 Citroen..................................176 Volkswagen........................165 Nissan....................................155 Ford.........................................130 Mitsubishi............................113 Opel...........................................62 Mercedes-Benz....................61 Variant (viðfestisvognur)................59 Kia..............................................54 Toyota hevur í mong harr­ ans ár ligið fremst við mest seld­um bilum í Føroyum. Men seinnu árini hevur Citroën givið Toyota harða kapping – og í fjør ar tað Citroën, sum var mest seldi bilur í Føroyum. Volks­wagen hevur eisini verið væl við í kappingini seinastu árini. Hyggja vit eftir søluni mánað fyri mánað í ár, so vórðu felst Toyotabilar seldir í januar. Í februar var tað Volkswagen, í mars Mitsubishi, í apríl Citroën og aftur í mai, juni og juli var tað Toyota. Higartil í ár eru seld 1705 nýggj akfør í mun til 1506 akfør sama tíðarskeið í fjør – ein vøkstur upp á 13,1 prosent. Toyota heldur seg í oddinum Summar Festivalurin 2016 er fyri framman, og hann fer sum undanfarnir fest­i­valar at bjóða alskyns kon­sertir á pallum runt á festi­val­øki­num. Teir tríggir høvuðspallarnir eru Vágsbøur, Tjaldið og Torg­ ið, og har verða tær flestu kon­sert­irnar hildnar frá hós­ kvøldinum til sunnu­nátt­ina. Á Vágsbøi er er landsins størsti tónleikapallur og størsta ljóðanlegg, sum verður brúkt í Føroyum. Har verða tær størstu konsertirnar hildn­ar, og bæði pallur, ljóð og ljós eru á altjóða stigi. Í ár fara eitt nú Cliff Richard, Hermes House Band, HighasaKite og Boy­zlife at spæla. Tjaldið hevur gjøgnum ár­ini hýst fantastiskum fram­førsl­ um hjá bæði føroyskum og út­lendsk­um bólkum, og aft­ur í ár er lagt upp til gylta løtur í risa­stóra tjaldinum. Har fara til døm­is Hjarnar, Marius, Páll Finn­ur Páll, Lena Anderssen og Eyðn Nolsøe at spæla. Á hugnaliga Torginum verða fram­førsl­ur við solistum og smærri bólkum. Har kunnu fólk í ár hoyra eitt nú Døgg Nóns­gjógv, Jógvan, Sámal Ravns­fjall, Kim Hansen og Blue Coat Blues Band. Í Silvalandi er eisini ein tón­leikur og undirhald festi­ val­dag­arnar. Har verða smærri konsertir, og eisini fara gylkari og klovnur at at und­ir­halda familjurnar. Í ár fær Silvaland serliga vitjan av MGP- bólkinum Froja & Sarah. Umframt almennu pall­ar­ nar kann roknast við, at onk­ur framførsla verður í tjald­bygd­ ini. Summar Festivalurin byrj­ ar hóskvøldið kl. 20.00, og sein­ asta konsertin verður sunnu­ nátt­ina kl. 03.00. Tónleikur á trimum pallum í tríggjar dagar Um vikuskiftið verður landsins størsta tónleikatiltak í Klaksvík Av teimum 1506 persónbilunum, sum eru seldir higartil í ár vóru 218 av merkinum Toyota