týsdagur 2. august 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avloysari sum deildarleiðari
á Skógrøktini
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo
Skógrøkt er ein deild á Umhvørvisstovuni,
sum umsitur, røkir og mennir frílendi
og plantutilfeingi, tillagað føroysku
náttúruni og umhvørvinum.
Umhvørvisstovan hevur týðandi fyri-
sitingarligan og vegleiðandi leiklut innan
umhvørvisvernd, náttúrurøkt og lendis-
skipan her á landi, og stovnurin miðar
eftir grønum, burðardyggum hugburði í
samfelagsmenningini.
Uppgávurnar
Leiðarin skal, saman við starvsfólkunum,
tryggja, at Skógrøktin er ein eyðsæddur
viðspælari í strembanini eftir grønum
burðardyggum hugburði.
Gróðurstøðin í Hoydølum er arbeiðsstaður
og verkstova, og viðarlundir kring landið
eru partur av arbeiðsøkinum. Raðfest
virksemi er ráðgeving og kunning um
plantur, urtagarðsbrúk, gróðurseting og
náttúrurøkt. Deildarleiðarin er skrivari hjá
Skógfriðingarnevndini.
Førleikakrøv
Vit ynskja at tú:
· hevur viðkomandi hægri útbúgving so
sum fortskandidatur, landslagsarkitektur
ella plantufrøðingur, men eisini fólk við
øðrum líknandi førleikum og/ella
royndum kunnu søkja.
· hevur leiðsluroyndir
· dugir væl at samstarva við starvsfólk,
áhugapartar og myndugleikar
· gongur á odda og hevur ein kveikjandi
atburð
· við tínum leiðsluhátti leggur dent á,
at starvsfólkini trívast og mennast
Lønar- og setanartreytir
Starvið er eitt avloysarastarv og er
tíðaravmarkað til 31. august 2017. Lønin
er sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi
prógvum skal sendast til input@input.fo
í seinasta lagi 7. aug. 2016. Viðmerk
“Deildarleiðari á Skógrøktini” í umsóknina.
Um spurningar eru til starvið, ber til at
venda sær til Petur Nielsen, stjóra, á tlf.
234310 ella við telduposti til peturn@us.fo
Sí eisini www.us.fo.
Kvinnustevnan 2016
Vikuskiftið 09. - 11. September verður
kvinnustevna í Zarepta.
Evnið er: “ Men eg og hús mítt...” Josva 24.15
Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.
Kostnaður fyri vikuskifti er kr. 600.-
Tekning fer fram á zarepta.fo frá 1. aug.
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo
Virksemið á Orku er grundað á almenna
orku- og elveitingarpolitikkin og dentur
verður lagdur á at menna varandi
orkukeldur.
Yvirskipaða málið við orku- og elveitingar-
politikkinum er at tryggja bíliga, trygga og
burðardygga orku. Politikkurin snýr seg um
at minka um oljunýtsluna og at gagnnýta
náttúrugivna orkutilfeingið á besta hátt við
fyriliti fyri búskapi, veitingartrygd, náttúru
og umhvørvi.
Uppgávurnar
Arbeiðið á Orku er fjøltáttað og starvsøkið
er í støðugari menning. Á deildini verður
arbeitt við bæði yvirskipaðum evnum og
praktiskum málum.
Leiðarin skal, saman við starvsfólkunum,
umsita og vegleiða í orkumálum umframt at
menna langtíðarætlanir á orkuøkinum.
Førleikakrøv
Vit ynskja at tú:
· hevur viðkomandi hægri útbúgving
· hevur viðkomandi leiðsluroyndir
· dugir væl at samstarva við starvsfólk,
áhugapartar og myndugleikar
· gongur á odda og hevur ein kveikjandi
atburð
· við tínum leiðsluhátti leggur dent á, at
starvsfólkini trívast og mennast
· dugir væl at samskifta bæði munnliga
og skrivliga á norðurlendskum og
enskum máli.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður flokkað sum deildarleiðara-
starv eftir sáttmálanum millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi
prógvum skal sendast til input@input.fo
í seinasta lagi 7. aug. 2016. Viðmerk “Leiðari
til Orku” í umsóknina.
Um spurningar eru til starvið, ber til at
venda sær til Petur Nielsen, stjóra, á tlf.
234310 ella við telduposti til peturn@us.fo
Leiðari til deildina Orka
á Umhvørvisstovuni
Hós. 4. aug.
Stoktur høsnarungi •
Saltað neytakjøt •
Knettir
Frí. 5. aug.
Nakkasteik • Lasanja •
Pylsurættur
Leyg. 6. aug.
Rullisteik
Mán. 8. aug.
Fiskafrikadellur •
Bankikjøt
Týs. 9. aug.
Rivjasteik •
Grýturættur
Mik. 10. aug.
Stoktur fiskur •
Kjøtfrikadellur
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Frítt internet í matstovuni í Hoyvík